28. januar 2013

"Veikir næmingar"


Útvarpið hevur í kvøld sjabbað um, at serststakliga “veikir” næmingar fara at  fáa gagn av nýggja interaktiva undirvísingartilfarinum hjá Námi.

Nú veit eg ikki, hvør hevur smíðað hasi tíðindini; men tað, sum fall mær fyri bróstið, var hetta brúkið av niðrandi orðinum um summi børn: “veikir næmingar”.

Hvat er ein “veikur næmingur”? Summi teirra eru stór sum fjøll, meðan onnur eru meira klantraslig, akkurát sum øll onnur børn. Og tað eru hesir “veiku næmingarnir” eisini, teir eru heilt vanlig børn, ið kanska hava ein læritrupulleika, tað kann vera alment ella í onkrari serstakari lærugrein. Tey kunnu eisini vera góð til okkurt, men minni góð til okkurt annað. Men “veikir”? Hví henda stigmatiseringin?

Verða slík orð brúkt ofta nokk, ja, so hendir tað, at hesi børn fara at trúgva tí sjálvi, at tey eru veik – og hvat hendir, tey gerast veik. Orð skapa veruleika. Og hvat er tað annars at vera veikur? Veikur í hvørjum? Í sosialum førleikum? At hava trupulleikar við læringini? At hava truppulleikar av sínum atburði? Men hetta hevur ikki nakað við tað at vera veikur at gera, men eru spesifikkir trupulleikar, ið skúlin hevur skyldu til at loysa.

Hvat høvdu lærarnir sagt, um høvuðstíðindini í útvarpinum vóru, at Nám nú gevur út undirvísingartilfar at hjálpa  “veikum lærarunum” at skipa undirvísingina betri.

Ha! Tað kann mann ikki? Nei! Mann kann ikki. Men hví skulu børnini so stigmatiserast á henda hátt?

Eg var ikki nakað flogvit í rokning, tá ið eg gekk í fólkaskúla, var eg so “veikur”? Eg havi hóast alt tikið eina hægri útbúgving, sjálvt um eg kanska var “veikur” í onkrum, men undirvísingin, eg fekk, var nú heldur ikki nakað at reypa av.

Hesi børn, ið verða umtalaði sum veik, kunnu hava trupulleikar við læringini, men tað kann eisini verða, at læriumhvørvið ikki er nøktandi, men tað er hvør sítt. Og veik eru tey so slett ikki!

14. januar 2013

Havi arbeitt við happiproblematikkinum leingi


Havi arbeitt við happiproblematikkinum í eitt langt áramál

 
Bara fyri, at eingin misskiljing skal verða. Mín áhugi fyri happitrupulleikanum, og at fáa gjørt nakað við hann, gongur langt aftur í tíðina. Og hevur, sum so, einki við ta grovu happing at gera, ið eg var úti fyri á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Døroya/Føroya Læraraskúla.

Øll tey ár, eg var lærari í pedagogikki har, royndi eg eftir førimuni at kunna um og varpa ljós á problematikkin fyri teimum lesandi, bæði pedagog og læraralesandi, og læra tey at basa honum. Rætt skal vera rætt, mest eftir 2001, tá ið eg bleiv varur við, hvussu illa stóð til í skúlaverki okkara viðvíkjandi happing.

At  Læraraskúlin sjálvur var eitt happibøli, gjørdi tað oftani lættari at koma við dømum. Eg havi hildið óteljandi skeið, fyrilestrar og upplegg um happing, bæði á stovnum og skúlum í nógv ár.

Sat eisini í teirri nevnd, ið í 2007 handaði Mentamálaráðnum eitt álit um støðuna viðvíkjandi happing í skúlum okkara, og hvat var til ráða at taka. Hetta álit varð grundað á eina neyva vísindaliga kanning av støðuni í Føroyum. At einki varð gjørt eftirfylgjandi, sjákvt um støðan var greið, eigur Mentamálráðið alla ábyrgdina av. 
 

At eg so sjálvur var fyri grovari happing á Føroya Læraraskúla, skoytti bara eina ekstra dimensión uppí problematikkin, nú fataði eg eisini trupulleikan innanífra, sum offur.

Hví eg ikki hava sagt frá ella sagt frá fyrr? Ja, tað kemur av, at eg, sum øll onnur, ið hava verið fyri grovum yvirgangi, leingi ivaðist í mínum egna virði, og um eg ikki sjálvur hevði ábyrgdina av tí, eg hevði verið úti fyri.

Tað hjálpir ikki stórvegis at vera “professionellur”, tá ið tú sjálvur gerst offur, tá reagerar tú, sum øll onnur, sjálvt um tú kanska professionelt veit betri. Tað tekur sína tíð, at endurvinna sjálvsálitið og lívsmótið aftur, aftaná eitt so ógvusligt upplivilsi,sum mær hevur verið fyri, ið hjá mær endaði við, at eg stóð á gøtuni, persónliga niðurgjørdur og uttan starv. Ikki fyrrenn nú, útvið 3½ ár aftaná, kenni eg meg føran fyri at seta orð á og vera opin um tað, ið mær hevur verið fyri.

 

13. januar 2013

At koma fyri seg – eftir kreft og happing


Tá ið tað er lættari at koma fyri seg eftir eina lívshættisliga sjúku enn happing


Tá ið eg fekk kreft, so valdi eg beinavegin at vera púra opin um støðuna, eg var eisini greiður yvir, at tað kundi ganga báðar vegir, og kom ógvuliga skjótt til sættis við tann møguleikan.

Eg dugi næstan ikki at greiða frá, hvussu nógv tað hevur hjálpt at at vera opin, bæði meðan eg var sjúkur, og nú eg eri frískur aftur. Eingin hevur skýggjað meg, øll eg møti tora at tosa við meg um sjúkuna. Tað hevur gjørt alt so ómetaliga nógv lættari, og kann eg bara viðmæla øllum, ið koma út fyri nøkrum líknandi, at gera tað sama, set orð á beinavegin og tosa um tað.

Tað, sum so er undrunarvert er, at eg havi havt nógv verri við at seta orð á ógvusligu happingina av mær á Fróðskaparsetrinum/Føroya Læraraskúla/Námsvísindadeildini.

Tað er ikki fyrr enn nú – útvið 3½ ár aftaná – at eg, líkasum, tori at seta orð á tað og vera opin um tað. Tað er nakað undrunarsamt í, at tað skal vera lættari at tosa um eina lívshættisliga sjúku, enn happing av tær sjálvum, serliga tá ið hugsað verður um, at eg havi til arbeiðis at hjálpa øðrum, eisini við happing.

 
Einasta frágreiðingin eg dugi at síggja uppá, hví tað er soleiðis er, at eina sjúku er tú noyddur til at koma til sættis við, tú fært ikki gjørt tað stóra, uttan at royna at halda teg við gott mót. Sjúka kann raka øll, og tað er eingin ið hevur ábyrgd av henni, hvørki tú persónliga ella onnur. So tú kanst ikki annað – ert tú hampuliga skilagóður – enn góðtaka støðuna og royna at koma sum frægast burtúr henni.

Happing er persónligur yvirgangur, ið onnur fremja ímóti tær. Tú verður álopin á títt virði sum menniskja, allur tín identitetur og integritetur verður hóttur. Tú verður groft niðraður.

Tað eru nøkur, ið týðuliga siga við teg: “Tú ert ikki góður nokk, okkum dámar teg ikki”. Og sum øll, ið eru fyri meiningsleysum persónligum yvirgangi frá øðrum, fert tú at ivast í tær sjálvum, tí tín integritetur rýkur sum nakað tað fyrsta,  tá ið tú ert úti fyri happing, og tú fert at ivast í, um tú ikki sjálvur hevur verið úti um tað, sjálvur hevur ábyrgdina og tú skammast yvir, at tú ert eitt so vánaligt menniskja.

Tað er bara tað, og tað plagi eg at leggja dent á, tá ið eg sjálvur professionelt arbeiði við happing, at hvussu umstøðurnar so eru, so gevur tað ongum rætt til at happa, tí tað er persónligur yvirgangur á onnur.

Kanska tað hevði hjálpt at tora at sett orð á tað fyrr.  Men, tað at tað er soleiðis, at tað næstan er verri at koma fyri seg omaná happing, enn eina lívshættisliga sjúku, sigur nakað um hvussu álvarsom happing er, og hvussu tydningarmikið tað er, at vit stríðast ímóti henni, bæði millum børn og vaksin.

Vit kunnu øll basa trøllinum við at seta orð á tað.

10. januar 2013

Fylgjurnar av happingini



Her eru dømi um, hvussu ekstremar fylgjurnar kunnu verða av happing, og tíanverri kemur tað øgiliga oftani fyri millum bæði børn og vaksin. Hetta eru fylgjurnar av happing á arbeiðsplássinum, eg her skrivi um, men fylgjurnar fyri børn eru minst líka ógvusligar, tí tá skulu vit hugsa um, at hetta eru menniskju í menning.

Fyri okkum vaksnu hendir tað, at vit oftast missa tað sjálvsálit, ið vita hava bygt á eitt heilt lív. Persónligi integriteturin fær eitt álvarsamt skot fyri bógvin, og ikki minst verður tú niðurgjørdur sum menniskja. Fært tú onga hjálp, og arbeiðsplássið og teir starvsfelagarnir, ið ikki lutttaka, bara eru passivir áskoðarar til happingina, bæði áðrenn og aftaná happingina, so kennir tú á tær, at tú ikki røkkur, hvørki sum menniskja ella fakpersónur t.e. at happingin gongur út yvir bæði menniskjansliga og fakliga integritetin á ein hátt, ið í ekstremum tilfeldum kann vera lívshættisligur.
 

 
 
Okkara problem á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini/Læraraskúlanum var, at vit als ikki kundu fara til leiðaran – rektaran á Føroya Læraraskúla - hann var aktivur luttakari í happingini, og førdi ann. Meðan ovasti leiðarin – rektarin á Fróðskaparsetur Føroya - var passivur luttakari. Hetta havi eg hildið til henda dag, men nú síggi eg á skjølum eg havi fingið hendur á um innlit, at hesin seinni eisini var aktivur luttakari. 

Eg fái kaldasveitta, tá ið eg lesi um fylgjurnar, tí eg kenni tað so væl aftur frá mær sjálvum.


Efterveerne efter den slags hændelser begynder ofte i det små: Man sover ikke så godt om natten, har ikke lyst til at gå ud og være sociale, undgår ting, der minder om den voldsomme hændelse. Familie og venner får sværere ved at kende en: Man bliver irritabel eller negativ, kan ikke overskue ting, trækker sig væk.

Nogle går længe med deres problemer, andre får hjælp med det samme. Nogle synes, det er skamfuldt og pinligt, at de reagerer, som de gør. De tager sig sammen på arbejdet og lader som ingenting. Nogle holder ud i mange år, før der endelig er andre, der finder ud af, hvad der var på færde: At de har fået posttraumatisk belastningsreaktion, i daglig tale ofte benævnt PTSD (Post Traumatic Stress Disorder).

Vi rammes forskelligt

PTSD er en fysiologisk betinget og forståelig angstreaktion på en ekstrem hændelse. Når man reagerer voldsomt, er det ikke, fordi man er svag eller sårbar – men fordi man er et levende menneske.

Ikke alle, der er udsat for en voldsom hændelse, udvikler PTSD. Mange kan godt have symptomer lige efter hændelsen, men de fortager sig hurtigt eller i hvert fald inden for en måned. For andre bliver symptomerne langvarige, og de har brug for målrettet behandling for at komme til at fungere godt igen.

Det værste ved PTSD

Det værste ved at have PTSD er ikke nødvendigvis symptomerne i sig selv. Det værste er at være uvidende om, at ens symptomer er naturlige reaktioner på voldsomme hændelser. Når man ikke ved det, tror man, at man er ved at blive skør, at man er svag, at man burde kunne tage sig sammen.

Viden, anerkendelse og handling – fra kolleger, ledere og organisation – er således den allervigtigste vej til at sikre, at konsekvenserne af f.eks. et groft overfald i arbejdstiden ikke bliver større og mere ubehagelige, end de behøver at være.


Á Fróðskaparsetrinum/Námsvísindadeildini/Læraraskúlanum var als eingin hjálp at heinta, og trúgvi tit mær, eg var ikki einsamallur um at verða happaður har, tað vóru fleiri og flestu teirra endaðu úti í myrkrinum hjá rektarunum báðum, tey, ið ikki vórðu koyrd, fóru sjálvi.

9. januar 2013

Happiumhvørvi – fyrrverandi Føroya Læraraskúli

Eitt happiumhvørvi – ið neyvan hvørvur av sær sjálvum



Eg havi sitið og hugt eftir programminum hjá Mygind, um happing og um at basa happing, nakað hann átekur sær, orsaka av einum sera traumatiskum upplivilsi hjá soni sínum av ráum yvirgangi.

Tað er altíð sárt hjá foreldrum at síggja børn síni líða, ikki minst undir happing. Sær við lið hevur hann serfrøðingin, Helle Rabøl Hansen, ið er ein teirra, ið hevur staðið fremst í Danmark at endurskoða okkara fatan av hvat happing er, at tað meira er talan um ónd sosial mynstur heldur enn ónd menniskju.

Sjálvandi slepst ikki undan menniskjum, ið onkursvegna eru til eina ella aðra síðu, tað kann vera orsaka av kærleiksleysum uppvøkstri ella øðrum, og kann tað hava happiatburð við sær, sleppa tey framat; men í einum góðum sosialum umhvørvi sleppa tey ikki framat, meðan tey sleppa framat í einum vánaligum sosialum umhvørvi, umframt at tey einki læra í tí vánliga umhvørvinum um rættan sosialan verimáta saman við øðrum, tí tað vánaliga umhvørvið allatíðina reproduserar tað vánaliga mynstrið, so happingin gerst eitt sosialt mynstur.

Men sum útgangsstøði er tað soleiðis, at tað “ónda” sosiala umhvørvið framleiðir bæði happara/happarar og offur. Tað skal ikki dyljast, at tað nemur við nakrar sterkar kenslur í mær og eina djúpa sorg, tá eg síggi slíkar sendingar, tí eg komi at minnast til, hvat mær er viðfarist á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya (fyrr: Føroya Lærara- og Pedagogskúli).

Gott nok er rektarin, ið tá var, farin úr starvi, hesin var ein av høvuðsviðlíkahaldarunum av einum vánligum sosialum umhvørvi, ið loyvdi  happing. Vánalig leiðsla liggur oftast til grund fyri einum vánaligum umhvørvi. Eisini er rektarin á sjálvum Setrinum farin; sjálvt um hesin væl kendi til støðuna, so gjørdi hann einki við tað.

Tað, sum veruliga kann bekymra meg, eisini tí at eg dagliga arbeiði við happiproblematikkinum, er, um happiumhvørvið enn er til á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Tað er nevniliga soleiðis, at mynstrið kann saktans varðveitast, sjálvt um onkrir av høvuðsaktørunum fara úr starvi.

Ónda mynstrið verður ikki brotið, fyrr enn arbeitt verður við øllum sosiala mynstrium, ið er upphavið til at happing verður loyvd. Mær vitandi er einki gjørt við hesi viðurskifti á stovninum, og flestu av lærarunum, ið luttóku í happingini og eltibløðrurnar hjá rektaranum eru í starvi har enn.

Tað er ikki ein hugnaligur tanki, at staðið, ið skal útbúgva okkara komandi lærarar og pedagogar, hesi, ið eru tey fyrstu, ið eiga at basa happing millum børn, kanska sjálvi eru eyðkend av og útbúgvin í einum umhvørvi, ið loyvir happing.

Kanska tað ikki er í útbroti beint nú, men latent er tað har, so leingi einki verður gjørt við tað – og ikki minst at eingin torir at seta orð á tað, men flýggjað verður undan veruleikanum.

Aftirundirgerðin hvørvur ikki av sær sjálvari, men tekur seg allatíðina upp aftur.