Sum tað er gevandi. Eg havi beint nú verið saman
við einum bólki av gentum úr einum 9. flokki í Kommunuskúlanum, ið arbeiðir við
einum prosjekti um happing. Hvørja ferð eg eri saman við okkara ungdómi, so
gerist eg so glaður, ja, dagurin er bjargaður. Tey eru so skilagóð,
verðinsklók, løtt og fitt at vera saman við. Ein ungdómur, ið bæði hevur frægd
við sær og vísir dýpi - klók og vitandi. Tað, sum kann gera meg tristan, er at
vit kanska skjótt skulu siga farvæl við
tey, tí vit ikki hava pláss fyri teimum í okkara landi: Her á landi verður
gjørt meira fyri makrelbarónarnar enn okkara ungdóm. Tað má vera eitt ríkt
samfelag, ið hevur ráð til at sleppa slíkum dýrgripi."
8. februar 2013
5. februar 2013
Psykiskur harðskapur
Når de voksne slår med ord
Nogle børn bliver udsat for mobning, ydmygelser og trusler fra deres egne forældre. Det kaldes psykologisk mishandling, og forskningen viser at det har lige så vidtrækkende konsekvenser for barnet som fysisk vold
Alle, der har børn, ved, at man undertiden kan blive magtesløs og sige ting til sit barn, som man senere fortryder. Det er ikke psykologisk mishandling særligt ikke, hvis man husker at tale ud om tingene, når gemytterne er faldet til ro. Psykologisk mishandling kan defineres som et systematisk kommunikationsmønster, hvor forældre gentagne gange siger eller signalerer til deres barn, at det er uønsket, uelskeligt og til besvær.
Det kan for eksempel være, at forældrene ydmyger barnet offentligt, eller konsekvent fortæller det, at det er dum, doven og uduelig. Eller at de straffer barnet med tavshed, hvis det har gjort noget galt, ikke trøster, hvis barnet bliver ked af det, eller reelt mobber og verbalt terroriserer barnet på forskellig vis. I de grelle tilfælde sætter forældrene for eksempel med vilje barnet i en situation, hvor det kan komme til skade, efterlader det alene, før det kan tage vare på sig selv, eller truer barnet med at blive smidt ud hjemmefra, slået eller sågar slået ihjel.
På tværs af sociale skel
Ny forskning, bl.a. her fra SFI, tyder på, at den form for overgreb på børn sker alt, alt for ofte i de danske hjem. Og at der er tale om et overgreb, er der ingen tvivl om. Desværre er den måde, vi taler til vores børn på, omgærdet af den samme berøringsangst, som for et par generationer siden herskede omkring den måde, vi behandlede dem fysisk: En fast opdragelse eller et hidsigt temperament er familiens egen sag, og ingen skal blande sig i, hvor meget man skælder sit barn ud. Men fra forskningen ved vi, at den verbale lussing kan være lige så ødelæggende for et barns udvikling som den fysiske.
For nylig spurgte vi her på SFI knap 3.000 unge mennesker på 25 år, om de havde oplevet nogle af de her konkrete eksempler på mobning en eller flere gange. Det svarede over hver femte af dem ja til. Det er formodentlig langt fra dem alle, der har oplevet egentlige, systematiske overgreb fra deres forældre men 23 % i en gruppe af repræsentativt udvalgte unge danskere er stadig et foruroligende højt tal. Det tyder på, at psykologisk mishandling ikke kun forekommer i socialt belastede familier som del af generel vanrøgt, men at der også i ellers velfungerende familier er forældre, der lejlighedsvis overskrider deres børns grænser ved at mobbe og ydmyge dem i en sådan grad, at de kan huske det når de bliver interviewet som 25-årige.
Dårligt selvværd
Det høje tal fortæller os også noget andet, nemlig at børn husker disse oplevelser og kan genkalde sig dem mange år senere, når de er blevet voksne. Det er ikke mærkeligt, for forskningen viser, at psykologisk mishandling har en dyb, skadelig virkning for barnet, også på langt sigt. Et barn, der får at vide, at det er uønsket og uelsket, har meget svært ved at danne et positivt selvbillede og dermed blive et menneske med normalt selvværd. Vores undersøgelse viste også en voldsom overforekomst af lavt selvværd, selvmordstanker og selvmordsforsøg hos børn, der havde været udsat for psykologisk mishandling selv når vi sammenlignede med børn, der har været udsat for andre alvorlige livsbegivenheder.
Undertiden havde de sågar tegn på posttraumatisk stresssyndrom; en lidelse, man ellers forbinder med krig, overfald og fysisk mishandling. Det kan give sig udslag i, at børnene har mareridt, er konstant opskræmte og i alarmberedskab, eller at de forsøger at undgå ting og steder, der kan minde dem om de ubehagelige oplevelser.
I nogle familier er den psykologiske mishandling kun en del af historien her krænkes barnets grænser også fysisk i form af vold eller vanrøgt, eller i sjældnere tilfælde seksuelt i form af misbrug og incest. Psykologisk mishandling optræder ofte sammen med andre former for børnemishandling, og at børn i sådanne familier får store ar på sjælen er ikke overraskende.
Men meget tyder altså på, at netop den psykologiske mishandling spiller en afgørende rolle i børnenes liv, også når de bliver voksne og selv skal danne familie. Psykologisk mishandling udgør så at sige krumtappen i den skade, der bliver forvoldt og den gør også skade i familier, hvor ingen i øvrigt kunne drømme om at løfte en hånd mod barnet.
Mogens Nygaard Christoffersen er seniorforsker ved Det Nationale Forskningscenter for Velfærd, SFI
28. januar 2013
"Veikir næmingar"
Útvarpið hevur í kvøld sjabbað um, at serststakliga
“veikir” næmingar fara at fáa gagn av
nýggja interaktiva undirvísingartilfarinum hjá Námi.
Nú veit eg ikki, hvør hevur smíðað hasi tíðindini; men
tað, sum fall mær fyri bróstið, var hetta brúkið av niðrandi orðinum um summi
børn: “veikir næmingar”.
Hvat er ein “veikur næmingur”? Summi teirra eru stór sum
fjøll, meðan onnur eru meira klantraslig, akkurát sum øll onnur børn. Og tað
eru hesir “veiku næmingarnir” eisini, teir eru heilt vanlig børn, ið kanska hava
ein læritrupulleika, tað kann vera alment ella í onkrari serstakari lærugrein. Tey
kunnu eisini vera góð til okkurt, men minni góð til okkurt annað. Men “veikir”?
Hví henda stigmatiseringin?
Verða slík orð brúkt ofta nokk, ja, so hendir tað, at
hesi børn fara at trúgva tí sjálvi, at tey eru veik – og hvat hendir, tey
gerast veik. Orð skapa veruleika. Og hvat er tað annars at vera veikur? Veikur
í hvørjum? Í sosialum førleikum? At hava trupulleikar við læringini? At hava
truppulleikar av sínum atburði? Men hetta hevur ikki nakað við tað at vera
veikur at gera, men eru spesifikkir trupulleikar, ið skúlin hevur skyldu til at
loysa.
Hvat høvdu lærarnir sagt, um høvuðstíðindini í útvarpinum
vóru, at Nám nú gevur út undirvísingartilfar at hjálpa “veikum lærarunum” at skipa undirvísingina
betri.
Ha! Tað kann mann ikki? Nei! Mann kann ikki. Men hví
skulu børnini so stigmatiserast á henda hátt?
Eg var ikki nakað flogvit í rokning, tá ið eg gekk í
fólkaskúla, var eg so “veikur”? Eg havi hóast alt tikið eina hægri útbúgving,
sjálvt um eg kanska var “veikur” í onkrum, men undirvísingin, eg fekk, var nú
heldur ikki nakað at reypa av.
Hesi børn, ið verða umtalaði sum veik, kunnu hava
trupulleikar við læringini, men tað kann eisini verða, at læriumhvørvið ikki er
nøktandi, men tað er hvør sítt. Og veik eru tey so slett ikki!
14. januar 2013
Havi arbeitt við happiproblematikkinum leingi
Havi arbeitt við happiproblematikkinum í eitt langt áramál
Bara fyri, at
eingin misskiljing skal verða. Mín áhugi fyri happitrupulleikanum, og at fáa
gjørt nakað við hann, gongur langt aftur í tíðina. Og hevur, sum so, einki við
ta grovu happing at gera, ið eg var úti fyri á Námsvísindadeildini á
Fróðskaparsetur Døroya/Føroya Læraraskúla.
Øll tey ár, eg
var lærari í pedagogikki har, royndi eg eftir førimuni at kunna um og varpa
ljós á problematikkin fyri teimum lesandi, bæði pedagog og læraralesandi, og
læra tey at basa honum. Rætt skal vera rætt, mest eftir 2001, tá ið eg bleiv
varur við, hvussu illa stóð til í skúlaverki okkara viðvíkjandi happing.
At
Læraraskúlin sjálvur var eitt happibøli, gjørdi tað oftani lættari at koma við
dømum. Eg havi hildið óteljandi skeið, fyrilestrar og upplegg um happing, bæði
á stovnum og skúlum í nógv ár.
Sat eisini í
teirri nevnd, ið í 2007 handaði Mentamálaráðnum eitt álit um støðuna
viðvíkjandi happing í skúlum okkara, og hvat var til ráða at taka. Hetta álit
varð grundað á eina neyva vísindaliga kanning av støðuni í Føroyum. At einki
varð gjørt eftirfylgjandi, sjákvt um støðan var greið, eigur Mentamálráðið alla
ábyrgdina av.
At eg so sjálvur
var fyri grovari happing á Føroya Læraraskúla, skoytti bara eina ekstra
dimensión uppí problematikkin, nú fataði eg eisini trupulleikan innanífra, sum
offur.
Hví eg ikki hava
sagt frá ella sagt frá fyrr? Ja, tað kemur av, at eg, sum øll onnur, ið hava
verið fyri grovum yvirgangi, leingi ivaðist í mínum egna virði, og um eg ikki
sjálvur hevði ábyrgdina av tí, eg hevði verið úti fyri.
Tað hjálpir ikki
stórvegis at vera “professionellur”, tá ið tú sjálvur gerst offur, tá reagerar
tú, sum øll onnur, sjálvt um tú kanska professionelt veit betri. Tað tekur sína
tíð, at endurvinna sjálvsálitið og lívsmótið aftur, aftaná eitt so ógvusligt
upplivilsi,sum mær hevur verið fyri, ið hjá mær endaði við, at eg stóð á
gøtuni, persónliga niðurgjørdur og uttan starv. Ikki fyrrenn nú, útvið 3½ ár
aftaná, kenni eg meg føran fyri at seta orð á og vera opin um tað, ið mær hevur
verið fyri.
13. januar 2013
At koma fyri seg – eftir kreft og happing
Tá ið tað er lættari at koma fyri seg eftir eina lívshættisliga sjúku enn happing
Tá ið eg fekk kreft, so valdi eg beinavegin at vera
púra opin um støðuna, eg var eisini greiður yvir, at tað kundi ganga báðar
vegir, og kom ógvuliga skjótt til sættis við tann møguleikan.
Eg dugi næstan ikki at greiða frá, hvussu nógv tað
hevur hjálpt at at vera opin, bæði meðan eg var sjúkur, og nú eg eri frískur
aftur. Eingin hevur skýggjað meg, øll eg møti tora at tosa við meg um sjúkuna.
Tað hevur gjørt alt so ómetaliga nógv lættari, og kann eg bara viðmæla øllum, ið
koma út fyri nøkrum líknandi, at gera tað sama, set orð á beinavegin og tosa um
tað.
Tað, sum so er undrunarvert er, at eg havi havt nógv
verri við at seta orð á ógvusligu happingina av mær á Fróðskaparsetrinum/Føroya
Læraraskúla/Námsvísindadeildini.
Tað er ikki fyrr enn nú – útvið 3½ ár aftaná – at eg,
líkasum, tori at seta orð á tað og vera opin um tað. Tað er nakað undrunarsamt
í, at tað skal vera lættari at tosa um eina lívshættisliga sjúku, enn happing
av tær sjálvum, serliga tá ið hugsað verður um, at eg havi til arbeiðis at
hjálpa øðrum, eisini við happing.
Einasta frágreiðingin eg dugi at síggja uppá, hví tað
er soleiðis er, at eina sjúku er tú noyddur til at koma til sættis við, tú fært
ikki gjørt tað stóra, uttan at royna at halda teg við gott mót. Sjúka kann raka
øll, og tað er eingin ið hevur ábyrgd av henni, hvørki tú persónliga ella
onnur. So tú kanst ikki annað – ert tú hampuliga skilagóður – enn góðtaka
støðuna og royna at koma sum frægast burtúr henni.
Happing er persónligur yvirgangur, ið onnur fremja ímóti
tær. Tú verður álopin á títt virði sum menniskja, allur tín identitetur og
integritetur verður hóttur. Tú verður groft niðraður.
Tað eru nøkur, ið týðuliga siga við teg: “Tú ert ikki góður nokk, okkum dámar teg ikki”.
Og sum øll, ið eru fyri meiningsleysum persónligum yvirgangi frá øðrum, fert tú
at ivast í tær sjálvum, tí tín integritetur rýkur sum nakað tað fyrsta, tá ið tú ert úti fyri happing, og tú fert at
ivast í, um tú ikki sjálvur hevur verið úti um tað, sjálvur hevur ábyrgdina og
tú skammast yvir, at tú ert eitt so vánaligt menniskja.
Tað er bara tað, og tað plagi eg at leggja dent á, tá
ið eg sjálvur professionelt arbeiði við happing, at hvussu umstøðurnar so eru,
so gevur tað ongum rætt til at happa, tí tað er persónligur yvirgangur á onnur.
Kanska tað hevði hjálpt at tora at sett orð á tað fyrr.
Men, tað at tað er soleiðis, at tað
næstan er verri at koma fyri seg omaná happing, enn eina lívshættisliga sjúku,
sigur nakað um hvussu álvarsom happing er, og hvussu tydningarmikið tað er, at
vit stríðast ímóti henni, bæði millum børn og vaksin.
Vit kunnu øll basa trøllinum við at seta orð á tað.
Abonner på:
Opslag (Atom)