OECD: PISA 2009 Results: What Makes a School Successful?
Skúlaverk sum eydnast væl -
tey sum hava úrslit omanfyri miðal og har týdningurin av sosio-økonomiskari
bakgrund er minni enn miðal - geva øllum næmingum, óansæð sosio-økonomiskari
bakgrund, javngóðar møguleikar at læra.
·
Í londum,
har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, eru úrslitini, sum
heild, verri. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.
·
Í londum har
næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, hevur familjubakgrund
størri ávirkan á førleikan máldur í PISA.
·
Í londum har
næmingar verða býttir upp eftir førleika, fer samlaða úrslitið ikki upp, og
yngri næmingarnir eru, tá uppbýtið fer fram, størri týdning fær familjubakgrund
uppá PISA-úrslitið.
·
Í
skúlaverkum har tað er vanligt at flyta veikar ella órógvandi næmingar úr
skúlanum, er samlaða úrslitið verri, og javnstøðan minkar. Sama er galdandi, um
man samanber skúlar innanfyri lond.
·
Flestu
vælvirkandi skúlaverk loyva skúlum sjálvar at avgera pensum og at velja um hvat
og hvussu royndir skulu brúkast.
·
Flestu
vælvirkandi skúlaverk loyva IKKI kapping millum skúlarnar um næmingar, tvs.
einki frítt skúlaval.
·
Tá hædd er
tikin fyri sosio-økonomiskari bakgrund og demografiskari næmingasamanseting á
skúlunum, standa næmingar á privatskúlum og í almennum skúlum (fólkaskúlanum)
seg eins væl.
·
Skúlaverk
sum eru søgd at vera vælvirkandi brúka nógvar pengar uppá útbúgving, og
raðfesta læraraløn hægri enn at hava smáar skúlaflokkar.
Kelda: http://www.oecd.org/document/35/0,3343, ... _1,00.html
Kelda: http://www.oecd.org/document/35/0,3343, ... _1,00.html