28. februar 2013

Er landsverkfrøðingurin ein pussfiskur?


Skeltingin millum bygda í Føroyum er ikki millum tær mest framkomnu í
heiminum. Tað gongur so dánt hjá okkum innføddu, tí vit bæði í skúlanum og seinni í lívinum hava lært, hvar hesar ymisku bygdirnar og støðini í landinum eru.

Tá ið tú býrt í verðsins nalva, so veits tú t.d. væl, at bygdirnar í Norðuroyggjunum liggja eystanfyri. Men fyri tann neyðars útlendingin, má tað vera eitt løgið upplivilsi at koma higar til landa, har tú mást gita teg fram til, hvussu langt tú skalt koyra fyri at koma higar og hagar, og ikki minst hvar endastøðin er, tí skeltingin er bara fyri staðkend og kanska seyð, ið dugir at lesa.

Men hetta er kanska eitt turistátak: Kom til Føroyar og koyr sjálvur, gita so aftaná hvar tú hevur verið. Fyrsta virðisløn er eitt Føroyakort og ein mussur frá Landsverkfrøðinginum.

Men av og á gerst skeltingin ikki sørt margháttlig og ein gáta, eisini fyri  okkum, ið búgva her.

Á vegnum úr Norðskálatunnlinum, suður eftir, beint áðrenn Magnstøðina og brúnna, stendur stórt gult skelti, ið sigur tí ferðandi frá, at nú eru 38 km eftir  til Havnar. Tú fegnast, nú er sivilisatiónin og kaféirnar í nánd. Eina løtu seinni, tá ið tú hevur koyrt framvið Streymnesi, ert komin um oyrina til vegin inn til Hvalvíkar, so er aftur upplýsandi skelti, ið sigur okkum hvussu langt vit nú hava til Listaskálan og Norðurlandahúsið, ið vit mentaðu frekventera, men gakk, nú stendur á skeltinum at tað eru 41 km til Havnar. Enn longri er til Høvuðstaðin og burtur frá bygdafrellunum.

Nú var eg ikki nakar roknimeistari, tá ið eg gekk í skúla, men allur mín tillærdi kunnleiki sigur mær, at longri tú koyrir móti einum máli, stytri er til tað. Men ikki her, her verður tað longri til málið meira tú nærkast. Eg veit ikki um hetta er eitt sjáldsamt náttúrfyribrigdi, ið ger seg galdandi her, á sama hátt, sum tað ikki er flóð og fjøra í Sundalagnum. Ellar er tað bar landsverkfrøðingurin, ið er ein pussfiskur?

Til troyst og uppbyggingar ;-)

OECD:  PISA 2009 Results: What Makes a School Successful?

 

Skúlaverk sum eydnast væl - tey sum hava úrslit omanfyri miðal og har týdningurin av sosio-økonomiskari bakgrund er minni enn miðal - geva øllum næmingum, óansæð sosio-økonomiskari bakgrund, javngóðar møguleikar at læra.

 

·        Í londum, har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, eru úrslitini, sum heild, verri. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Í londum har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, hevur familjubakgrund størri ávirkan á førleikan máldur í PISA.

 

·        Í londum har næmingar verða býttir upp eftir førleika, fer samlaða úrslitið ikki upp, og yngri næmingarnir eru, tá uppbýtið fer fram, størri týdning fær familjubakgrund uppá PISA-úrslitið.

 

·        Í skúlaverkum har tað er vanligt at flyta veikar ella órógvandi næmingar úr skúlanum, er samlaða úrslitið verri, og javnstøðan minkar. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva skúlum sjálvar at avgera pensum og at velja um hvat og hvussu royndir skulu brúkast.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva IKKI kapping millum skúlarnar um næmingar, tvs. einki frítt skúlaval.

 

·        Tá hædd er tikin fyri sosio-økonomiskari bakgrund og demografiskari næmingasamanseting á skúlunum, standa næmingar á privatskúlum og í almennum skúlum (fólkaskúlanum) seg eins væl.

 

·        Skúlaverk sum eru søgd at vera vælvirkandi brúka nógvar pengar uppá útbúgving, og raðfesta læraraløn hægri enn at hava smáar skúlaflokkar.


Kelda:
http://www.oecd.org/document/35/0,3343, ... _1,00.html

 

 

18. februar 2013

Gævið tað ikki var satt!


 
Tað er tá ótrúligt. Nú hevur Mentamálaráðið aftur sett av resursir til at testa børnini í 4. flokki og 6. flokki. Ja,  tey hava sogar ráð til at royna eina digitala test. Samstundis við, at alt annað virksemi í skúlunum verður niðurlagað.
Tá ið vit so eisini vita, at trivnaður í skúlanum er ein fortreyt fyri læring, og vit vita frá álítandi kanningum – ið Mentamálaráðið sjálvt hevur bílag – at 16 % av øllum børnunum í fólkaskúlanum javnan verða happaði – tað er onkunstaðni millum 1000 og 1200 børn. So stendur tú spyrjandi. Hetta er eitt tal, ið liggur væl omanfyri tað hjá teimum londum, ið vit plaga at samanbera okkum við.
 
Mentamálaráðið setur als ongar resursir av til trivnaðin hjá børnunum ella miðvíst at steðga happingini. Talið av børnum, ið ikki trívast eru so nógv fleiri enn tey, ið nú skulu testast; tað hevur Mentamálaráðið ráð til, sjálvt um úrslitini av slíkum testum – milt sagt – er ivasamt.
Hetta er eitt løgið og óhugnaligt samfelag vit hava, har ovastu skúlamyndugleikarnir og Mentamálaráðið medvitið lata børnini mistrívast.

11. februar 2013

Strongdin í gerandisdegunum og happing

Strongdin í gerandisdegunum og happing á skúlum og arbeiðsplássum



Hevur tú nógv at gera? Ella ert tú stressaður? Hugtakið strongd verður brúkt ógvuliga breitt í gerandislívinum. Og merkir alt, frá at hava nógv at gera til fysiskt og sálarligt samanbrot. Men nær er strongd skaðilig?
 

Strongd kann vera bæði gagnilig og skaðilig. Ofta verður strongd blandað saman við at hava nógv at gera ella sjúku. Men strongd er ikki nøkur sjúka. Men ert tú strongdur í longri tíð, kanst tú gerast sjúkur.

Strongd, tá ið okkurt pressar á, ið tú skalt gera yvir styttri tíð, er vanlig strongd, tað er reaktiónin hjá kroppinum uppá avbjóðingar, hetta er ikki skaðiligt.

Meðan strongd yvir longri tíð, har kroppur og sinni ikki kemur fyri seg, kann verða skaðiligt fyri heilsuna og kann føra til bæði somatiskar og psykiskar sjúkur.

Um næmingarnir í skúlunum eisini kunnu kenna seg strongdar?

Tá ið vit vita frá kanningum, at 16 % av øllum næmingum í føroyska fólkaskúlanum verða happaði, og vit sum heild einki skipað gera við tað. Og vit harumframt vita, at happing er tann “strongd”, ið fer eina ringast við menniskjanum, so ber sannførandi til at siga: Ja, øgiliga nógvir næmingar eru strongdir í fólkaskúlanum uttan at stórvegis verður gjørt við tað.

Seinastu kanningarnar í Danmark, frá 2012, av arbeiðsumhvørvinum og heilsuni vísa, at 12 % svara, at tey hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum seinasta arbeiðsárið. Tað eru 29 %, ið svara, at tey hava verið vitni til happing á arbeiðsplássinum seinasta arbeiðsárið (Arbejdsmiljø og helbred i Danmark, NFA 2012).

Tað er sannlíkt, at talið í Føroyum er væl hægri, tí vit einki gera við tað.

Kanningarnar í skúlum okkara vísa, at talið av børnum, ið verða happaði er væl hægri enn í hinum Norðurlondum, ið hava skipaði átøk ímóti happing. Umleið 2001 varð ein kanning gjørd av happing í Føroyum, hetta var ikki ein vísindaliga valid kanning, men hóast tað, rættiliga álítandi, tá lá happitíttleikin í skúlum okkara millum 25 og 30 % t.e. at hon er lækkað  til 16 % eftir sjey árum, hóast vit stórt sæð einki – skipað - hava gjørt við tað hetta tíðarbil, tað ið hevur verið orsøkin er, at vita hava sett orð á trupulleikan.

Við donsku tølunum sum grundarlagi, eigur talið fyri happing á arbeiðsplássunum í Føroyum at liggja millum 20 og 25 %, og tey, ið hava verið vitni til happing eiga at liggja onkustaðni um 45 %.

Tað er ræðandi, tá ið hugsað verður um,  at happing kann oyðileggja lívið hjá einum menniskja fullkomiliga.

Sínámillum virðing millum starvsfelagar á øllum  støði á arbeiðsplássinum, er eitt av týdningarmiklastu eyðkennunum fyri eina vælevirkandi organisatión. Tí kann happing á arbeiðsplássinum ikki góðtakast.”

        Europeiska rammuavtalan um happing og harðskap á arbeiðsplássinum  2007

8. februar 2013

Happing á arbeiðsplássinum


Eg havi verið á einum stórum almennum arbeiðsplássi og tosað við tey um psykososialt arbeiðsumhvørvi, trivnað, strongd og happing.
 
Eg eri mest vanur við at gera slíkt í undirvísingarumhvørvinum og millum pedagogar og lærarar. Eitt sindur av muni var, hóast tað er ringt at seta orð á tað, tað er okkurt við hugalagnum.

Nú aftaná fór eg at hugsa um, hví eg varð biðin? Um tað var tí at eg havi skil fyri tí ? (Tað havi eg faktiskt) Ella tí eg havi egnar royndir frá einum út av lagi vánaligum psykososialum arbeiðsumhvørvi á Føroya Læraraskúla (Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya).

Saman við eini ekstremt vánaligari leiðslu hevði hetta umhvørvið í kjalarvørrinum á sær umfatandi happing, við stórari undirtøku millum starvsfólkið, og við rektarunum báðum í fremstu røð.

Hetta var eitt klassiskt dømi um nýggjari fatanirnar av happing, at happing er úttrykk fyri sosialum ótta.

Verður einki gjørt við psykososiala umhvørvið, so heldur happingin bara áfram. Og tað tykist, sum um, tað er tað, ið er hent á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya.

Eg fari at siga við skúlachefinum í Aabenraa Kommunu, Bjarne Christensen:

 TRYGHED SKABES, NÅR DET USAGTE BLIVER SAGT OG HØRT.”

Ella hetta frálíka orðafellið á føroyskum:



 

GEV TRØLLINUM NAVN, OG TAÐ VERÐUR TIL STEIN.”