21. september 2013

Hava vit mist moralska og etiska fótafestið?





 

Tað er eitt, sum ger meg bilsnan her á klettunum. Nei, satt at siga, so er tað so mangt eg undrist um. Men eg eri noyddur til at spyrja meg sjálvan: Hava vit mist burtur allar moralskar og etiskar proportiónir í hesum landi?


Her búgva 1350 børn, ið eru í fátækraváða. Øll hesi børn, ið eru hótt, fara fram við borðinum í kjakinum í almenna rúminum og á løgtingi uttan at tað stóra uppmerksemi verður givin teimum. Rætt skal verða rætt, so royna onkrar tingkvinnur, ja, tingkvinnur, at seta fram uppskot um at bøta um lívsvilkorini – menninir eru kúrrir, tykjast ikki at hava áhuga fyri nøkrum so lítisverdum sum lívsvilkorunum hjá børnum okkara.


Men kemur eitt hol gjøgnum eitt fjall ella undir sjónum fyri hundraðtals milliónir ella fleiri milliardir, upp í almenna rúminum, so fer alt upp at flagsa og gorra, sum var hetta altavgerandi fyri okkara lívsgóðsku. Bæði á løgtingi, í portalum, bløðum og sosialum miðlum er alt á gosi. Øll hava eina meining - bæði leik og lærd. Upp á meg virkar hetta púra avlagað.


Samstundis við, at vit siga okkum ikki hava ráð til at fara virðiliga um okkara børn og eldri.
Hava vit púrasta mist perspektivið burtur, hví vit búgva her og hvørjum vit skulu tæna? At tað er menniskjum og ikki deyðum lutum? Teir deyðu lutirnir koma í aðru røð, sum ein av fortreytinum fyri tí góða lívinum fyri øll.


Hvat við at byrja eitt kjak um persónliga og almenna moralin hjá okkum og etisku virði okkara. Hvat hevur týdning í lívinum?
 
 

 

2. september 2013

AT SNAKKA DEMOKRATI



Fólkaræði er ikki ein máti at snakka, men ein máti at liva. Vit hava so ómetaliga nógv her á landi, ið snakka fólkaræði, men handla einaræðisligt. Ikki minst millum almennar leiðarar, ábyrgdarpersónar og eygnatænarar teirra er hetta stóri trupulleikin. Eitt eru politikarnir, teir kunnu veljast til og frá, verri er við teimum, ið sita alla staðni í umsiting og á stovnum okkara, ið snakka demokrati, men handla akkurát øvugt.
Tann svartaspillan gjøgnumsúrgar alt okkara samfelag: umsiting, stovnar og skúla. Fyrrenn vit eisini standa á Vaglinum og siga: “ at tað vilja vit ikki meira!” So koma vit ikki víðari. Demokrati er ikki ein abstraktión, men handling í gerandisdegnum – hjá okkum øllum. Demokrati er at vera.

26. august 2013

SJÁLDAN KEMUR DÚVUUNGI ÚR RAVNSEGGI





Tað eru summir dagar í vikuni, ið gerast øðrvísi, ein slíkan havi eg havt í dag. Og fari eg at siga: “Mangt skal ein hoyra, áðrenn av dettur oyrað.”  Hví eg taki so til? Jú, knassarnir báðir Jóan Pauli Joensen, professari, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya og formaður í stýriskipanarnevndini og Hans Trygvi Teirin, løgfrøðingur, ið javnan førir seg fram í miðlunum, sum rættvísisapostul, eru farnir at tosa um fólkaræði.

 


 
Jóan Pauli Joensen sigur á Vágaportalinum:”Hvussu skulu vit líta á eina Rættarnevnd, sum ivast í, hvar rættur er?... Hvar er ábyrgdin og hvar er álitið?” Meðan Hans Trygvi Teirin sigur á einum fundi í Eldramálið í Miðvági í gjárkvøldið: “ Øll hava rætt at siga sína hugsan, men tað skal sjálvandi vera undir ábyrgd... Vit hava eina mentan, har vit ikki tora at siga okkara meining á røttum staði.” Eg meini so við! Sjálvur havi eg upplivað eitt sindur sermerktu tolkingina  av fólkaræðinum hjá hesum báðum stavnunum, og tá sigi eg tað pent. So tað einasta eg havi hug at siga er:”Nógv fyri at hoyra lús hosta og loppu goyggja.”

19. august 2013

Í ÓÐUM VERKI


 

 
 
Tá ið eg upprunaliga skrivaði hesa grein, var kunngerðin um forskúlar ikki sett í gildi, men sama dag, sum seinni partur av greinini varð prentaður í Sosialinum, fríggjadagin 16. august, varð kunngerðin lýst á Kunngerðarportalinum. Tað var mín vón, tá ið eg skrivaði greinina – akkurát, sum so nógv onnur frammanundan mær hava roynt – at fáa Mentamálaráðið at hugsa seg um, og fara í dialog við øll fakfólk á økinum um tilboðið til tey 6 til 7 ára gomlu. Tað er so ikki eydnast. Mentamálaráðið hevur ikki lurtað, og hevur av sínum eintingum bara sett hesa forskúlakunngerð í verk - við so gott sum ongum grundarlagi og við ongari fakligari grundgeving. 
Tað ger so ikki greinina minni aktuella – heldur tvørturímóti – tí at fakligu argumentini bara eru ein eyka undirstriking av, hvat er farið fram, og hvussu vónleyst tað kann vera at argumentera fakligt við hægstu myndugleikar okkara. Men slíkt afturstig sum hetta skal kortini ikki halda okkum aftur í at brúka orðsins makt. 
Tí, sum kvøðið verður: 
Og de dansed dem på slottet ind
- slottet det er vundet;
med dragne sværd under skarlagensskind.
For Erik konge hin unge;
med dem så vare de,
for hannem så dansed de.
 


 

 

Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal

Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd

Sjódregil fyri landi stendur,
man til bøndur tala:
"Tungligt er, tá undangongan
endar aftur á hala."
Grái táttur ella bóndatátturin, 1938 

 

Seinastu 20 – 30 árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av tvingslig og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.

17. august 2013

ÁBYRGDARLOYSI SETT Í SYSTEM



Tann 16. august hevur landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunngerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunngerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í november 2010, fingið eina óvanliga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eigur at verða sett í gildi.