Pisakanningin er
óbrúkilig-
tað hon kanska
kann brúkast til, verður føroyska kanningin ikki brúkt til
Í Sosialinum 16. desember 2013 er ein
samrøða við meg um føroysku Pisakanningina, og Pisakanningarnar alment. Nú eru
tað neyvan øll, ið altíð fáa við, hvat stendur í bløðunum hvønn dag, so kanska
hetta hevur almennan áhuga.
Rógvi Thomsen 20. januar 2014
Rógvi
Thomsen, pedagogiskur ráðgevi, fýlist á, at Mentamálaráðið ikki alment setur
navn á øll tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at takast viðvíkjandi Pisakanningini.
Kanningin lýkur heldur ikki alment galdandi hagfrøðisligar reglur, vísir hann
á.
Ingolf S. Olsen
- Vit hava
hoyrt landsstýrismannin og onnur tætt at Pisa-kanningini júka upp í saman um,
at Pisa-kanningarúrslitini skulu takast við fyrivarni, men ongin sigur nakað um,
at sjálvur mátin, kanningin er gjørd upp á, í allar hægsta grad eisini skulu
takast við størsta fyrivarni. Tey fakligu fyrivarnini, ið eiga at verða tikin, eru
so nógv, at kanningin í roynd og veru er fullkomiliga óbrúkilig.
So bersøgin er Rógvi Thomsen, cand.ped og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám.
So bersøgin er Rógvi Thomsen, cand.ped og námsfrøðiligur ráðgevi hjá Sernám.
Ongin frágreiðing
Hann hevur nærlisið almannakunngjørda tilfarið í seinastu Pisa-kanningini, Pisa 2012, og er skelkaður. Ikki av, at føroysku næmingarnir klára seg so illa í kanningini, men av, at hon er almannakunngjørd uttan nakað boð upp á veruligar frágreiðingar.
- Bara tað, at føroyska fráðgreiðingin ikki fyllir meira enn 20 síður, meðan tann danska fyllir 164 síður, sigur nóg mikið um fakligu viðferðina, føroyska kanningarúrslitið hevur fingið frá tí myndugleikanum, ið hevur biðið um kanningina, staðfestir Rógvi Thomsen.
Men hvat er tað ítøkiliga, sum fær hann at vera so avgjørdan í síni kolldøming av Pisakanningini?
- Fyri tað fyrsta, tá tú mátar okkurt, so mást tú vita, hvat tú mátar, og hvat tú mátar í mun til. Og tá tú so hevur eitt mátiúrslit, mást tú hava boð upp á, hví úrslitið bleiv, sum tað bleiv. Onki av hesum er uppfylt í hesi kanningini. Vit kenna einki til bakstøði, fortreytir og metodir í kanningini. Tað er eitt krav, skal kanningin hava vísindaligt gildi.
Óvísindalig kanning
Høvuðstrupulleikin í kanningini er sambært Rógva Thomsen – og fleiri serfrøðingum, ið hava fingið ljóð uttanlands – at sjálv premissan, fortreytin, fyri kanningin ikki heldur. Tí tað verður gingið út frá, at kanningin verður einsháttað í øllum londunum, tí tað sama verður mátað í øllum londunum, og at tað tískil ber til at samanbera úrslitini í teimum ymisku londunum.
Men so einfalt er heimurin ikki skrúvaður saman.
Rógvi Thomsen vísir serliga til ein av fremstu Pisa-kritikarunum í Danmark, hagfrøðingin Svend Kreiner, professara, ið beinleiðis heldur Pisa-kanningarnar vera vísundaliga ógrundaðar, tí hagfrøðisligu fortreytirnar ikki halda.
Kreiner hevur millum annað víst á, at torleikastigið í Pisa-uppgávunum er ymiskt frá einum landi til annað, og at munurin ofta er ógvuliga stórur. Og tann trupulleikin kann væl vera til staðar, sjálvt um uppgávurnar vóru neyvt tær somu í øllum londunum. Tí mentanirnar eru sera ymiskar, og somuleiðis skúlaskipanirnar. Tær leggja als ikki dent á tað sama í øllum heiminum.
Ymiskir førleikar
Eitt nú hevur Svend Kreiner verið við til at gera greiningar, ið vísa, at danskir næmingar duga betri enn kanadiskir næmingar at fáa upplýsingar burtur úr tekstum. Øvugt duga kanadiskir næmingar betri enn danskir at gera sær hugsanir, reflektera, um tað, ið lisið verður.
Sostatt verður tað ein spurningur um, hvussu uppgávurnar eru blandaðar. Eru fleiri spurningar um upplýsingar enn reflekterandi spurningar, klára danskir næmingar seg betri og øvugt.
- Júst hesar atfinningarnar verða tiknar stórum álvara uttanlands. Í Danmark hava atfinningarnar ávirkað teirra mentamálaráð so nógv, at tey ikki vilja plasera Danmark á Pisa-stigatalvuni. Í staðin siga tey, at Danmark er í einum bólki av londum, sum liggja á nøkunlunda sama stigi.
- Trupulleikin er, at tað,
man ger mátinginarnar í, langt frá er einsháttað. Tí fært tú nettupp úrslit, ið ikki kunnu samanberast. Mátingarnar verða gjørdar í 9. flokkum í ymiskum mentanum og skúlaskipanum.
Tað einasta,
tú kanst staðfesta við vissu út frá mátingunum er, at mentanirnar eru ymiskar,
sigur Rógvi Thomsen.
- Í teirri føroysku Pisafrágreiðingini frá 2012,
verða hesar samanberingar nærmast absurdar. Her verður gjørd ein neyv
stigatalva, ið vísir samanberingina millum tey seks Norðurlondini. Tá ið vit so
vita, at alt eftir hvussu Pisakanningin verður gjørd upp, so kunnu tey einstøku
londin flyta heilt nógv upp ella niður á stigatalvuni, so er føroyska
samanberingin óbrúkilig. Tað er m.a. tí danska Undirvísingarmálaráðið ikki
kunngerð, hvar Danmark er plaserað á stigatalvuni; men tað ger føroyska
Mentamálaráðið uttan nakað fyrivarni.
Skiparasøgurnar
Føroyska mentanin og føroyskur skúlaskapur er eisini ymiskur í mun til onnur lond, vísir hann á og nevnir nógvu søgurnar um føroyskar skúlanæmingar, sum vórðu skýrdir ar vera sibbar ella vónleysir forherðingar, men sum kortini endaðu sum skiparar og skipsførarar.
- Eg haldi, at tað er nógv, sum bendir á, at hatta
er so og ikki bara ein mýta. Nógvir føroyskir dreingir hava ikki tímað at
gingið í skúla - skúlin hevur einki havt at bjóða teimum - og av tí sama hava teir onki dugað. Øll siga
søgur um slíkar dreingir frá síni skúlatíð. Men tá teir so knappliga fáa brúk
fyri sínum evnum, so eru tey har, og teir kunnu fara upp á skúla og fáa góð
pappírir. Tað, sum vit eiga at spyrja okkum sjálvi er, hvussu tað ber til, at
skúlin í 9 – 10 ár ikki hevur klárað at møtt
hesum dreingjum? Hvat tað er skúlin ger skeivt? Nýggj donsk kanning av sama
bólki av teimum 15 – 20 %, ið hava vánaligastu lesiskoringina í 9. flokki í
Pisakanningunum vísir, at aftaná 5 ár hava 60% av teimum tikið eina
ungdómsútbúgvin, ja, ein fjórðingur hevur tikið studentsprógv, fleiri eru í
gongd við eina meira enn fimm ára langa útbúgving. Bara hetta eigur at siga
okkum, hvussu óálítanndi Pisakanningarnar eru, og so als ikki sum amboð til at
bøta um fólkaskúlan við.
Hann
leggur stóran dent á, at tað eigur at viga tungt í øllum førleikamátingum,
hvussu tað sosiala og økonomiska familjuumhvørvið - tað sosioøkonomiska
grundarlagið - hjá hvørjum einstakum næmingi sær út.
Sosialur arvur
Sosialur arvur
– Hædd er als ikki tikin fyri tí sosiøkonomiska grundarlagnum í føroysku Pisa-kanningini, hóast vit væl vita, at sosialur arvur hevur ómetaliga nógv at siga fyri lesi- og læriáhugan hjá børnum og ungum. Vit vita, at tað er útbúgvingarstøðið hjá foreldrunum og kulturelli og sosiali kapitalurin í heiminum, ið hevur mest at siga fyri úrslitini í Pisakanningunum. Tann veruleikin kann lættliga ávirka eitt Pisa-úrslit, men tað ger ikki føroyskar næmingar hvørki býttari ella klókari enn næmingar aðra staðir, sigur Rógvi Thomsen. Tað er ikki annað enn merkisvert, at hesi viðurskift ikki eru við, tí hetta er sjálvt grundarlagið fyri øllum broytingum og framhugsnum átøkum í fólkaskúlanum. Og kanska tað einasta vit kunnu brúka Pisaúrslitini til.
-Tann parturin, ið vísir okkum, hvar teir ymisku
bólkarnir eru í sosiøkonomiskum samahangi- bakstøðið hjá ymisku bólkunum -
verður gjørt upp í Pisakanningunum. Men tað tykist Mentamálaráðið ikki at halda
hevur áhuga hjá okkum, tíansheldur gera upp.
- Tað undrar meg stórliga, at hetta ikki verður viðgjørt í sambandi við føroysku Pisa-kanningina, tí í londunum rundan um okkum verður dúgliga kjakast um júst hetta, leggur hann afturat.
Eitt er, at hann finst at sjálvari Pisa-kanningini, og at hon her heima ikki er viðgjørd á annan hátt, enn at ráðu tølini eru samanborin við tey í grannalondunum. Eitt annað er, hvat kanningin verður brúkt til fram eftir.
Framsøkin eftirmeting
- Tað, eg óttist mest, er, at mann fer at gera okkurt óumhugsað, tí tað hevur mann gjørt higartil, bara fyri at verða betri í Pisa fram eftir. Tí hetta mest av øllum er ein heimsmeistarakapping millum lond og politikarar, at liggja hægst á eini stigatalvu, ið í veruleikanum lítið og einki kann brúkast til. Tí verður kanningin oftast bara brúkt negativt innanhýsis til at niðurgera skúlar og lærarar, og banka teir uppá pláss við trongum, stýrandi námsætlanum. Hesi gongd fari eg at ávara ímóti. Hesar kanningarnar nytta lítið og onki, og tær kunnu ongantíð brúkast sum grundarlag fyri broytingum í okkara skúlaskipan og undirvísing. Tí skulu lærararnir halda seg til sítt egna vit og skil, tað eru teir, ið eru fakfólkini og kenna næmingarnar, og ikki lata seg ávirka av hesi Pisa-øsingini, sigur Rógvi Thomsen.
Við hesum meinar hann tó ikki, at lærararnir og skúlarnir skulu gevast at eftirmeta, men teir skulu gera tað framsøkið, progressivt . t.e. allatíðina. Pengarnir til hesar pisakanningarnar høvdu betrið verið brúktir til okkara egna eftirmetingarstovn á haldgóðum vísindaligum grundarlagi,
- Teir skulu eftirmeta kontinuerligt/støðugt og ikki sum nú bara í 9. flokki, eftirmetingin eigur at vera ein eftirmeting av tí einstaka næminginum í mun til sín sjálvs og ikki samanbering millum skúlar og lond. Eftirmetingar er eitt pedagogiskt hjálpiamboð og ikki ein kappingarmiðil. Eftirmetingin eigur at vera ein samskipaður partur av verandi skúlaskipan og eigur at leggja seg eftir at bróta negativ sosial mynstur. Tað er tað, sum skapar fyritreytirnar fyri at kunna læra nakað. Pisa leggur dent á fakligar testir, men als ikki á tað, sum skapar fyritreytirnar fyri at læra, staðfestir Rógvi Thomsen.