28. november 2012

Sorrig og glæde - Harmur og gleði


Soleiðis yrkir Kingo í 1681, ikki veit eg, um hann er raktur av nøkrum teldli:

 

Sorrig og glæde de vandre til hobe,
lykke, ulykke de gange på rad,
medgang og modgang hinanden tilråbe,
solskin og skyer de følges og ad.
Jorderigs guld
er prægtig muld,
Himlen er ene af salighed fuld.

 

Kroner og scepter i demantspil lege,
leg er dog ikke den kongelig dragt.
Tusinde byrder i kronerne veje,
tusindfold omhu i scepterets magt.
Kongernes bo
er skøn uro,
Himlen alene gør salig og fro.

 

Okkara egna skald Christian Matras, hevur meistarliga týtt Kingo:

 

Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og ský ferðast saman í lag!
Jarðgull sum hold
er føgur mold,
himinin eina er sælunnar fold.

2. Krúnur og sceptur í demantspæl ljóma,
tó var til spæls ikki kongsskreyt á lagt!
Túsundfalt farg tyngir krúnanna sóma,
túsundfalt hygni ber sceptranna makt!
Kongshøll er við
fagurt uppstig!
Himinin eina ber sælu og frið!

Sum eg havi skilt tað, so dugdi Christian Matras hampilig væl føroyskt, hóast hann í týðingini brúkar c, sceptur og skrivar ský í skaldamáli, heldur enn skýggj. Men eg skilji nú, at professarin í føroyskum, eins og eg, heldur ikki dugdi føroyskt, onkur, ið dugir okkara nýggja móðurmál, hevur verið í skaldskapi Christians og rætta sceptur til  septur, og ský til skíggj. Ja, men so eru vit tveir, ið ikki duga føroyskt.

14. november 2012

Teldlar og snildlar


Frá morgunstundini í gjármorgunin, varð kunngjørt okkum, gjøgnum tað, ið er eftir av kringvarpinum, at strandingar nú fóru at keypa teldlar til øll skúlabørnini í Stranda skúla. Ikki veit eg hvat teldlar er fyri nakað, havi hugt í orðabókina, har stendur so einki um teldlar.

Men tað ger so heldur einki, at ein gamal knassi sum eg, ikki veit hvat teldil er, bara børnini á Strondum vita tað. So eg fegnist við strandingum um hetta mikla framstig, sum eg skilji tað er, sjálvt um eg ikki skilja hvat hesir góðu teldlar er fyri nakað.

Eg havi í allan dag verið inni í einum óalmindiliga fittum 8. flokki, har sótu fleiri við iPadum, og sóu út til at hugna sær óført, meðan tey eisini lærdu nakað.

Hoyrdi eisini um okkurt, ið æt snildlar í restini av kringvarpinum, eg sló tað upp, einki úrslit. Men hatta ljóðar so fúlt. Sum tey hampafólk strandingar eru, so rokni eg ikki við, at har eru snildlar millum skúlabørnini, tað er nokk ein sak fyri barnaverndina, um so er.

Men í kvøld gjørdist eg ikki sørt skakkur, í kringvarpinum á deyðastrá, varð sagt, at hesir góðu teldlar vóru ein hóttan móti okkum, mál og mentan fóru av lagi.

Eg gjørdist forfardur, kanska hetta var ein hættislig umfarssótt, eg kendi beinavegin á mær, at eg allarhelst hevði fingið teldlu, so slakkur eg var, ætlaði at ringja til læknan, um eg stóð til bata. Men eg var ikki heilt sikkur uppá, um tað kanska heldur var eitt danskt ella enskt skrímsl, ið herjaði í oyggjunum. So eg læsti dyrnar, og koyrdi gardinurnar væl fyri, so hesin teldlin ikki slapp inn.

So nú siti eg í myrkri og spekuleri uppá, hvat teldlar og snildlar er fyri nakað. Eg skilti á illa farna kringvarpinum, at føroyskir næmingar nú dugdu so illa føroyskt, at teir skiltu betri danskt og enskt, ja, at teir royndu at brongla móðumálið til hesi mál, fyri at skilja tað.

Men tað er nú kanska ikki so løgið, tí eg, sum ikki eri nakar unglingi, skilji heldur ikki ”móðurmálið” longur. Eg dugdi hampuliga væl føroyskt, tá ið eg var yngri, men kanska vit hava skift móðurmál uttan eg havi varnast tað, eg eri jú eisini meira ella minni hálvdementur. Hvat er ein teldil og ein snildil?

5. september 2012

Revsilsisrætturin í fólkaskúlanum





Í 1967 var revsilsirætturin í Fólkaskúlanum avtikin í Danmark. Føroyski fólkaskúlin er danskt málsøki fram til 1979, og eru tí – mær vitandi – somu kunngerðir galdandi í Føroyum.
Tað vil siga, at eftir 1967 er ikki loyvt at leggja hond á næmingarnar. Lúsingar o.a. hevur verið bannað síðani 1938.
Í “Bekendtgørelse 276 af 14.06.1967 paragraf 8” stendur: Legemlig straf må ikke anvendes. Í paragraf 10 stendur: Denne paragraf træder i kraft 01.08.1967, samtidig ophæves Bekendtgørelse 306 af 15.09.1938.
Í “Bekendtgørelse 306 frá 15.09.1938” stendur: 6) Legemlig revselse kan anvendes - som legemlig revselse må kun anvendes slag - ikke over 3 - med et tyndt spanskrør på sædet uden på tøjet.
Í “Cirkulære nr 97 frá 14.06.1967” stendur ad paragraf 8: Bestemmelsen om, at legemlig straf ikke må anvendes, gælder undtagelsesfrit.
Niðurstøðan av hesum er, at til 1967 var likamlig revsing loyvd men ikki lúsingar, royting o.a. men bara, sum sagt í kunngerðini frá 1938: “ 6) Legemlig revselse kan anvendes - som legemlig revselse må kun anvendes slag - ikke over 3 - med et tyndt spanskrør på sædet uden på tøjet.”
Aftaná 1967 er øll likamlig revsing bannað.




 

1. september 2012

Elita og eliterur


Nógv hevur verið frammi um elitu í seinastuni, serstakliga um elituflokkar í fólkaskúlanum, hetta kemur lutvíst av fótbóltsflokkinum í kommunuskúlanum, og lutvíst av, at summi halda, at tey, ið eru væl fyri fáa ov lítið burturúr í fólkaskúlanum, sum er.

Latið okkum nema eitt sindur við hugtakið elita. Tað er soleiðis, at lærarar (og sostatt skúlar og skúlahugsanir) og journalistar,  ber til hjá flest øllum at diskutera og hava eina meining um. Hetta kemst eyðvita av,  at øll hava sínar royndir á hesum økjum, tí eisini meiningar. Øll, bæði leik og lærd.

Tað ger tað øgiliga ringt at hava eina professionella fakligheit á hesum økjum, men hinvegin er tað ógvuliga avbjóðandi, tí at tú verður noyddur til at gera tínar hugsanir greiðar, og at kunna tosa við fólk av øllum slagi. Vansin er, at tað oftani er ringt at føra eitt fakligt kjak á høgum støði, tí tað verður blandað við persónligar holdningar, har tann einstaki tekur støði í egnum upplivilsum. Tað er tað ikki nakað galið í, men nettupp tí tað eru persónligar upplivingar, forðar tað oftani fyri einum meira prinssippiellum kjaki.  

Hinvegin so er tað so øgiliga nógv í okkara samfelag, har elitur í tí dulda taka avgerðir okkar vegna, avvgerðir, ið oftani eru púrasta ógjøgnumskygdar, tí tað ikki hevur verið opinleiki um fortreytirnar fyri avgerðunum, dømini eru legio.

Hetta er til stóran skaða  fyri okkara fólkaræði, tí hevur fólkaskúlin eisini til uppgávu at danna til demokratiskar samfelagsborgarar, soleiðis at øll fáa møguleika fyri luttøku í demokratinum og sostatt samfelagskjakinum og dannilsinum.

Finski skúlin, ið verður tikin fram, sum dømi um ein góðan skúla, er eyðkendur av, at duga væl at fremja javna, at lyfta øll upp við, eisini tey, ið hava onkran trupulleika, sosialt ella kognitivt at dragast við.

Tann ivi, ið er um hugtakið elitu í Norðurlondum, stavar nokk frá tí hugsjónarliga og politiski bardaga, ið var stóran part av farnu øld í Europa.

Tyski filosoffurin og sosiologurin Adorno (1903-69) sigur, í ein kendum fyrilestri frá 1946, at elitera týska skúlaskipanin var beinleiðis orsøkin til ta vannlukku, ið Týsland kom sær í. Innan skúlaskap lærdi Týskland ikki nógv, tann skúlaskipan tey hava enn, skilur heilt týðuliga fólkið sundur í ein yvirklassa og ein undirklassa.

Við síðina av hesum, meira ella minni eliteru rákum í Europa, vóru mótrák, serstakliga í tí sosialdemokratiska Norðureuropa, her viðurkennur mann, at vit øll eru ólíka, men at vit øll skulu hava líka møguleikar í verðini. Í skúlanum loysir man dilemmaði við ikki at dyrka elituna, men við at royna at skapa eina skúlaskipan, ið gevur líka møguleikar fyri øll.

Hetta er ein nógv truplari leið at ganga, tí tað er so øgiliga lætt at býta fólk eftir evnum, men mann gloymir bara, at evni ikki eru nakað givið, tað er nakað samfelagsskapt, tann søgan vit eru samd um at fortelja um hvat er evni, er evni; tað narrativa. Harafturat er tað ikki sørt sosialt bundið. Besta dømið mann vera hvussu tað hevur borið til seinastu øldina, at givið flest øllum eina nøktandi skúlagongd.

Um vit aftur hyggja eitt sindur eftir finska skúlanum, so er hann eyðkendur av, at har er ikki sundurbýti eftir førleika, niveaudifferentiering kemur ikki fyri fyrenn  eftir 10 flokk, harumframt verður ógvuliga nógv gjørt fyri at stuðla næmingum við vánaligum fortreytum.

Sum franski sosiologurin Bourdieu (1930 – 2002 ) so rætt vísir á, er tað sum oftast  sosiali og kulturelli kapitalurin hjá tær, ið avgerð hvussu tú klárar teg í skúlanum og samfelagnum. Sjálvt í einum “líkheitssamfelag” sum okkara, gera tey viðurskifti, ið Bordieu peikar á, seg galdandi.

So tvey  politisk og pedagogisk høvuðsrák,  hava alla farnu øld, og nokk enn,  barst um sannleikan og ta røttu frásøgnina. 

Tað sosialdemokratiska prosjektið hevur verið at bróta ójavnan, meðan tað borgarliga hevur verið at varðveitt tann elidu fremjandi skúlan, við tí góðsi av elitarismu, tað hevur havt við sær.

Konsensus hevur nokk verið í øllum teimum Skandinavisku londunum leingi, um allar teir variantar av eindarskúlanum vit hava. Hann er partur av vælferðarsamfelagi okkara, og grundarlagið undir tí.  

Tú kanst vera  ósamdur ella samdur, tað er ein onnur søk. Taka vit til dømis borgarligu donsku stjórnina seinastu 10 árini, so hevur hon roynt alt, ið stóð í hennara valdi at niðurbóta eindarskúlan, hetta hevur verið eitt politiskt prosjekt, krógvað við pedagogiskum argumentum.

Men konsensus um eindarskúlan í Norðurlondum hevur verið so sterkur, at enn anir hann í ymiskum formum í øllum Norðurlondum.

18. august 2011

Happing millum vaksin á arbeiðsplássinum

Nú hevur eitt mál verið fram um rasismu innan ítróttarøkið, hetta vóru vaksnar gentur, ið vóru á ferð. Tað er eitt, sum undra meg, sum ikki verður tikið upp, hvørki í samfelagnum ella í valkampinum, kanska eitt tað mest tabuiseraða evnið hjá okkum: Tað er happing millum vaksin á arbeiðsplássinum. Í grannalondum okkara verður tað tikið í størsta álvara, og arbeiðseftirlitini har taka regluliga happimál upp. Hjá okkum er tað nevnt í eini tíðindagrein hjá arbeiðseftirlitinum frá 2005, og har verður erliga sagt, at tey vita at tey eiga at taka sær av trupulleikanum, men tey hava hvørki fólk, vitan ella yvirskot til tað. Og nú er arbeiðseftirlitið nærum niðurlag av Johan Dahl. Man happingin arbeiðsplássinum ikki vera líka álvarsom í FR, sum aðrastaðni? Tað er hon í hvussu so er í skúlunum!