3. marts 2013

Um at vita og ikki gita


Nú er tað so, at øll framkomin lond, ið vit samanbera okkum við, hava framkomna  gransking av skúlaverki og dagstovnaøki teirra. Javnan verða gjørdar eftirmetingar og korrigeringar og nýggjar raðfestingar.

Einki av hesum hava vit, tí hava vit ikki nakað haldgott metingargrundarlag fyri nøkrum, hvørki dagstovnum, forskúlum ella skúlum.

Allar okkara metingar eru grundaðar á stórt sæð persónligan yvirbevísing, støðutakan og meting.

Tað er í fínasta lagið at siga, at mítt barn treivst á dagstovni, forskúla ella í skúla ella tað øvugta, tað eru privatar sannføringar og royndir. Men tað sigur einki um dygdina í nøkrum sum helst, tað verði seg dagstovni, forskúla ella skúla, tað hava vit ikki heimligar metingar at byggja okkara grundgevingar á.

Tí eru vit noydd til at hyggja eftir útlendskari gransking, tí vit hava onga. Tað er púra rætt, at Jógvan Philbrow mest brúkar angelsaksiska gransking, frá einum skúlaverki, ið ikki líkist okkara. Men hann vísir eisini á eina haldgóða finska keldu, og Finnland er jú fyrimyndin hjá øllum Norðurlondum. Samstundis vísir hann á ein estimeraðan danskan barnagranskara, Erik Sigsgaard.

Men annars stuðlar samasvarandi gransking í Norðurlondum væl uppundir teir granskarar, ið Jógvan vísir til.

Ynskiligt hevði verið, at kunnað bygt á heimliga gransking. Men hana hava vit ikki, tí kunnu fólk við serkunnleika innan økið, bara meta um, nær útlendsk gransking allarhelst eisini sigur nakað um okkara heimligu viðurskifti.

Har vita vit alt ov lítið enn, um okkara heimligu forskúlar, til at kunna siga nakað við vissu um teir. Teir hava verið til í so stutt tíðarbil, at lítið og einki kann sigast um teir enn, tíansheldur grunda yvirskipaðar avgerðir á akkurát hesar avmarkaðu royndir, ið heldur ikki eru vísindaliga eftirmettar.

1. marts 2013

Virðing fyri øðrum fakbólkum - takk



Eitt lítið sindur av virðing fyri øðrum fakbólkum - takk

 
Eg lesi á Vágportalinum eina viðmerking til tað kjak, ið er um forskúlar ella ikki. Eg fari at siga beinavegin, at beint nú havi eg lítlan og ongan hug at luttaka í hesum kjakinum. Eg havi eisini lisið innleggið hjá borgarstjóranum í Lorvík, og mær tykist at kjakið longu er farið av sporinum. Tað er blivið eitt kjak um persónar og um at krita banan av. Hatta er so lítið konstruktivt, at hatta tími eg bart út sagt ikki, sjálvt um eg havi eina meining um tað.

Men tað er eitt, ið fall mær fyri bróstið, tá ið eg las viðmerkingina hjá tí eina kjakaranum á Vágaportalinum, tað er tá ið hon refererar til dygdirna í finsku skúlaskipanini, og hví hon er so dygdargóð:

“Finnar høvdu upparbeitt eina skipan við føstum mannagongdum fyri at avlevera skúlating, teir høvdu lektiukaféir til næmingar, ið ikki megnaðu at gera tær sjálvir, og góvu afturmeldingar viðvíkjandi skúlatingunum.
  • útbúgvingin hjá lærarunum var á kandidatstøði
  • skúlin megnaði at inkludera næmingar við serligum tørvi
  • mann hevði útbúnar undirvísingarassistentar tvs. hjálparfólk at ganga læraranum til handa í tímunum – og her síggi eg avgjørt eina uppgávu hjá námsfrøðingum
  • lærarar, ið vóru farnir frá vegna aldur, undirvístu ókeypis
  • skúlin fekk stóran uppbakning frá foreldrum
  • tilfarið var gjøgnumhugsað og gott
  • tey foreldur, ið ikki sjálv megnaðu at hjálpa børnunum, fingu hjálp til tað
  • áhugin hjá næmingunum var stórur.

So har eru nógv ting, ið gera seg galdandi tí viðvíkjandi.”


Allarhelst er hatta ikki ósatt, men tað eru onnur grundleggjandi viðurskifti, ið liggja aftanfyri skúlaverkið í Finnlandi, ein holostisk mannafatan, og ikki ein slíkur fasitlisti, ið her verður presenteraður, sí: Pasi Sahlberg: “Finnish Lessons - What can the world learn from educational change in Finland?
Men tað, ið veruliga fall mær fyri bróstið er hesin setningurin:


mann hevði útbúnar undirvísingarassistentar tvs. hjálparfólk at ganga læraranum til handa í tímunum – og her síggi eg avgjørt eina uppgávu hjá námsfrøðingum

Hetta er ein ótrúlig undirmeting av fakligheitini hjá einum øðrum starvsbólki, ið her verður orðaður, at síggja tey, sum eitt slag av:” hjálparfólk at ganga læraranum til handa í tímunum”.

Eg havi beint nú fyri Pedagogfelagið gjørt ein pedagogiskan profil/vangamynd fyri alt pedagogfakliga økið í Føroyum, og tað má eg siga, at ikki havi eg lýst pedagogfakið, sum eitt hjálparfak til nakað sum helst.

Tað er nakað, ið eitur tvørfakligheit, tað er tá ið tveir ella fleiri fakbólkar fara inn í eitt samstarv við hvønn annan, grundað á virðingina fyri fakligheitini hjá hvørjum øðrum, hetta, sum skrivað verður omanfyri, er ein niðurgerð av einum øðrum fakbólki og ikki upplegg til samstarv.

Nú havi eg verið nógv uppií norrønum samstarvi um lærara og pedagogútbúgvingarnar, og mær vitandi hevur Finnland eina sjálvstøðuga pedagogútbúgving, hesi eru ikki hjálparfólk nakra staðni.

Í Finnlandi er tað soleiðis, at ein serstøk skipan er fyri tey 6 til 7 ára gomlu, áðrenn tey fara í skúla; men hetta er ein partur av dagstovnaøkinum, og eru tað pedagogar, ið taka sær av yvirgongdini millum stovn og skúla – hóast tað eisini kann koma fyri, at útbúnir lærarar arbeiða har. Annars er tað eisini eitt eyðkenni fyri Finnland, at eingi óútbúgvin starvsfólk eru á dagstovnunum, sjálvt um ikki øll hava eina hægri pedagogiska útbúgving, sum pedagogarnir í Finnlandi.

Tað er púra rætt at læraraassistentar eru í fleiri skúlaskipanum, sum oftast er hetta tí, at undirvísingin í flokkum við børnum við serligum tørvi oftani er eitt ógvuliga tungt hoyggj at draga. Men hesir assistentar eru antin útbúnir til tað , koma frá ymiskum hjálparfólkabólkum ella tey eru fólk, ið enn ikki eru liðugt útbúgvin innan økið. Í Finnlandi er tað eitt heilt nýtt starvsheiti.

28. februar 2013

Er landsverkfrøðingurin ein pussfiskur?


Skeltingin millum bygda í Føroyum er ikki millum tær mest framkomnu í
heiminum. Tað gongur so dánt hjá okkum innføddu, tí vit bæði í skúlanum og seinni í lívinum hava lært, hvar hesar ymisku bygdirnar og støðini í landinum eru.

Tá ið tú býrt í verðsins nalva, so veits tú t.d. væl, at bygdirnar í Norðuroyggjunum liggja eystanfyri. Men fyri tann neyðars útlendingin, má tað vera eitt løgið upplivilsi at koma higar til landa, har tú mást gita teg fram til, hvussu langt tú skalt koyra fyri at koma higar og hagar, og ikki minst hvar endastøðin er, tí skeltingin er bara fyri staðkend og kanska seyð, ið dugir at lesa.

Men hetta er kanska eitt turistátak: Kom til Føroyar og koyr sjálvur, gita so aftaná hvar tú hevur verið. Fyrsta virðisløn er eitt Føroyakort og ein mussur frá Landsverkfrøðinginum.

Men av og á gerst skeltingin ikki sørt margháttlig og ein gáta, eisini fyri  okkum, ið búgva her.

Á vegnum úr Norðskálatunnlinum, suður eftir, beint áðrenn Magnstøðina og brúnna, stendur stórt gult skelti, ið sigur tí ferðandi frá, at nú eru 38 km eftir  til Havnar. Tú fegnast, nú er sivilisatiónin og kaféirnar í nánd. Eina løtu seinni, tá ið tú hevur koyrt framvið Streymnesi, ert komin um oyrina til vegin inn til Hvalvíkar, so er aftur upplýsandi skelti, ið sigur okkum hvussu langt vit nú hava til Listaskálan og Norðurlandahúsið, ið vit mentaðu frekventera, men gakk, nú stendur á skeltinum at tað eru 41 km til Havnar. Enn longri er til Høvuðstaðin og burtur frá bygdafrellunum.

Nú var eg ikki nakar roknimeistari, tá ið eg gekk í skúla, men allur mín tillærdi kunnleiki sigur mær, at longri tú koyrir móti einum máli, stytri er til tað. Men ikki her, her verður tað longri til málið meira tú nærkast. Eg veit ikki um hetta er eitt sjáldsamt náttúrfyribrigdi, ið ger seg galdandi her, á sama hátt, sum tað ikki er flóð og fjøra í Sundalagnum. Ellar er tað bar landsverkfrøðingurin, ið er ein pussfiskur?

Til troyst og uppbyggingar ;-)

OECD:  PISA 2009 Results: What Makes a School Successful?

 

Skúlaverk sum eydnast væl - tey sum hava úrslit omanfyri miðal og har týdningurin av sosio-økonomiskari bakgrund er minni enn miðal - geva øllum næmingum, óansæð sosio-økonomiskari bakgrund, javngóðar møguleikar at læra.

 

·        Í londum, har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, eru úrslitini, sum heild, verri. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Í londum har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, hevur familjubakgrund størri ávirkan á førleikan máldur í PISA.

 

·        Í londum har næmingar verða býttir upp eftir førleika, fer samlaða úrslitið ikki upp, og yngri næmingarnir eru, tá uppbýtið fer fram, størri týdning fær familjubakgrund uppá PISA-úrslitið.

 

·        Í skúlaverkum har tað er vanligt at flyta veikar ella órógvandi næmingar úr skúlanum, er samlaða úrslitið verri, og javnstøðan minkar. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva skúlum sjálvar at avgera pensum og at velja um hvat og hvussu royndir skulu brúkast.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva IKKI kapping millum skúlarnar um næmingar, tvs. einki frítt skúlaval.

 

·        Tá hædd er tikin fyri sosio-økonomiskari bakgrund og demografiskari næmingasamanseting á skúlunum, standa næmingar á privatskúlum og í almennum skúlum (fólkaskúlanum) seg eins væl.

 

·        Skúlaverk sum eru søgd at vera vælvirkandi brúka nógvar pengar uppá útbúgving, og raðfesta læraraløn hægri enn at hava smáar skúlaflokkar.


Kelda:
http://www.oecd.org/document/35/0,3343, ... _1,00.html

 

 

18. februar 2013

Gævið tað ikki var satt!


 
Tað er tá ótrúligt. Nú hevur Mentamálaráðið aftur sett av resursir til at testa børnini í 4. flokki og 6. flokki. Ja,  tey hava sogar ráð til at royna eina digitala test. Samstundis við, at alt annað virksemi í skúlunum verður niðurlagað.
Tá ið vit so eisini vita, at trivnaður í skúlanum er ein fortreyt fyri læring, og vit vita frá álítandi kanningum – ið Mentamálaráðið sjálvt hevur bílag – at 16 % av øllum børnunum í fólkaskúlanum javnan verða happaði – tað er onkunstaðni millum 1000 og 1200 børn. So stendur tú spyrjandi. Hetta er eitt tal, ið liggur væl omanfyri tað hjá teimum londum, ið vit plaga at samanbera okkum við.
 
Mentamálaráðið setur als ongar resursir av til trivnaðin hjá børnunum ella miðvíst at steðga happingini. Talið av børnum, ið ikki trívast eru so nógv fleiri enn tey, ið nú skulu testast; tað hevur Mentamálaráðið ráð til, sjálvt um úrslitini av slíkum testum – milt sagt – er ivasamt.
Hetta er eitt løgið og óhugnaligt samfelag vit hava, har ovastu skúlamyndugleikarnir og Mentamálaráðið medvitið lata børnini mistrívast.