12. april 2013

FYRST INNIHALD, SO FORMUR - heldur enn øvut




FORMUR UTTAN INNIHALD – ELLA FYRST INNIHALD, SO FORMUR


 
Tað hevur verið hildið, at hetta er ein diskussión, um vit skulu hava forskúlar ella ikki, so einfalt er tað ikki, spurningurin er meira, hvussu vit skipa árið millum 6 og 7 hjá børnunum. Tað má vera fáur, ið ivast í, at okkurt slag av tilboði - ið hvørki er dagstovnur ella skúli - skal verða til tey har, okkurt slag av brúgv.
 

 
 
Tað er  - í øllum førum ikki frá mínar síðu – ein spurningur um, at nakað skal gerast, men meira ein spurningur um, hvussu vit gera tað. Tað, ið býður mær ímóti er, at hetta nú bara verður gjøgnumført eftir einum ávísum leisti, sum summi allarhelst halda er góður, men tað hevur bara ongantíð verið diskuterað við partarnar, hvussu vit skipa hetta árið, og hví tað verður skipað, sum tað verður summastaðni beint nú. Einasta eg kenni til, er eitt álit frá Eysturkommununi, og alt gott at siga um Eysturkommunu, men tað kann ikki verða hon, ið einsamøll skal avgera, hvussu tilboðini til tey 6 til 7 ára gomlu skal skipast í øllum landinum. Og er nøkur faklig eftirmeting gjørd av teimum forskúlaroyndum, ið eru gjørdar? Eg havi so ikki sæð nakra, men sjálvandi kann verða at slík er til uttan at eg veit um tað, men so kanska onkur fortelur mær tað, so eg kann lesa eftirmetingina. Men tað ber ikki til at fara víðari í hesum máli, fyrr enn allir møguleikar eru diskuteraðir, og ein eftirmeting – fakliga væl grundað – er gjørd av teimum tilboðum, ið eru til tey 6 til 7 ára gomlu.


 
 
Hetta er ikki ein ósemja um form, men nógv meira ein prinsipiel diskussión um, hvat vit vilja við okkara børnum og hvussu vit gera tað. Tað ber ikki til at fara inn í hetta, sum eitt slag av konfliktloysn – nú mugu tit syrgja fyri at semjast pedagogar og lærarar -  men heldur, sum rætt er, at diskutera innihald.

Og tað er ikki ein spurningur um konflikt, men um at nøkur seta teirra dagsskrá um, hvussu forskúlar skulu skipast, fremst, uttan at hava diskuterað tað við onnur fakfólk. Tað, at tey finsku børnini ikki fara í forskúlar, men í eina skipan fyri tey 6 til 7 ára gomlu, eina skipan, ið er á dagstovnunum, er ein ógvuliga prinsipiellur munur, í mun til tað uppskotið Mentamálaráðið arbeiðir við.

 

 
Hetta líkist diskussiónini um, nær børnini skulu fara í skúla. Í 2011, sigur Fólkaskúlaráðið í tilmælinum um sernámsfrøði  á s. 11:

Vit mæla til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr enn nú.”

Tað kann gott vera, at so skal verða, men problemið, hjá Fólkaskúlaráðnum er, at har er eingin faglig argumentatión aftanfyri. Tað skal bara verða so.

Rætt er, at tað á s 21. í sama áliti hjá Fólkaskúlaráðnum stendur:

 Í Føroyum koma børn seint í skúla í mun til lond, vit annars samanbera okkum við. Vit vilja út frá einum sjónarmiði um fyribyrgjandi serundirvísing (sí s. 2.) mæla til, at øll børn sleppa í skúla í árinum, tá ið tey fylla 6 ár.


 
Nú er tað bara so, at vísindaliga ella samfelagsliga eru tað ongar haldbarar grundgevingar fyri, at børnini verða betri fyri av at fara eitt ár fyrr í skúla, tíansheldur læra meira av tí. Tú skuldi væntað av Fólkaskúlaránum, at tað kom við væl grundaðum tilmælum. Gott nokk er argumentatión, at so minkar serundirvísingin, hvar tey hava hatta frá veit eg ikki. Men í okkara grannalondum, ið hava lækkað skúlaaldurin, er talið av teimum, ið fá serundirvísing ikki júst blivið minni.
 
Tað er enn, sum fyrr, hvat børnini møta í skúlanum, ið er avgerðandi fyri teirra trivnað og læring, heldur enn nær tey byrja í skúlanum.

 

 

 
 
Hvussu vandamikið slíkt er, sæst í hesum døgum, nú útvarpið – í sambandi við fyrispurningin hjá Gunvør Balle um forskúlar - upp í saman hevur endurtikið hesa niðurstøðuna hjá Fólkaskúlaráðnum, sum um eingin annar sannleiki er, so vandamikið er tað, at koma við meir ella minni ógrundaðum niðurstøðum.

Og í Finnlandi fara børnini enn sum fyrr í skúla sum 7 ára gomul, tilboðið, ið er til tey 6 til 7 ára gomlu, er  øðrvísi enn tann forskúli Bjørn Kalsø tosaði um í løgtinginum mikudagin.

SO TAÐ ER EIN SPURNINGUR UM AT DISKUTERA INNIHALD, TÍ AT TANN DISKUSSIÓNIN AVGERÐ FORMIN, OG TA FYRRU DISKUSSIÓNINA HAVA VIT IKKI HAVT, TAÐ ER HON, IÐ MANGLAR.

10. april 2013

Bjørn og finnarnir: Hvat er tað finnar duga?


 


Tingsalurin, tá ið fyrispurningurin hjá Gumvør Balle verður svaraður
 


Í einum svari til til Gunvør Balle í løgtinginum í dag (10. apríl), har hon m.a. spyr, um landstýrismaðurin ætlar, at vit skulu hava forskúlar í Føroyum, svarar Bjørn Kalsø m.a. soleiðis: ” Í viðmerkingunum til spurningin vísir spyrjarin á, at í Finnlandi fara børn í skúla 7-ára gomul. Hetta er ikki heilt í samsvar við upplýsingar, Mentamálaráðið hevur frá Finska undirvísingarmálaráðnum, har sagt verður, at umleið 98% av børnunum í Finnlandi ganga í forskúla, sjálvt um tað ikki er lógarkrav.

 
Tað er bara tað, at tað Bjørn Kalsø kallar “forskúlar” í Finnlandi, lítið hevur at gera við ta skipan, ið Mentamálaráðið ætlar at knæseta í Føroyum.

Hesir fýra: Stig Broström, professor mso ved Aarhus Universitet (DPU), cand.psych. John Andersen, cand.pæd.pæd. Søren Gundelach og redaktør Kjeld Rasmussen fra UdviklingsForum skriva í eini grein: Hvad er det, de Finner kan? frá 2012, um finsku skúlaskipanina, um tað, ið Bjørn kallar finsku ”forskúlarnar”:

 


  En meget stor forskel i forhold til Danmark er, at børnehaveklassen er funderet i børnehaven og ikke i skolen. Dette skal ses i sammenhæng med, at børnehave og skole har et meget tæt samarbejde – både lovgivningsmæssigt og lokalt, praktisk.

Den overordnede tilgang (mål, principper m.m.) med dagtilbuddene er meget lig de danske. Der bliver lagt vægt på både omsorg, trivsel og udvikling samt på læring og man bruger bevidst begrebet educare for at markere enheden af pædagogik (education) og omsorg (care).”

 


Hetta er also ein heilt onnur tilgongd, enn teir forskúlar, ið Bjørn tosar um, hvussu árið millum 6 og 7 hjá børnunum í Finnlandi er skipað. Tað er grundfest í dagstovnunum, harumfram er tað frívillugt hjá foreldrunum,um tey velja hetta tilboðið, gera tey ikki tað, so halda børnini bara fram í vanliga dagstovninum; men tað er púra rætt, at hetta er eitt populert tilboð, ið 98% av foreldrunum velja.

 


Har eru nógvir aðrir munir, í mun til forskúlatilboðið hjá Mentamálaráðnum, men tað verður ov drúgt at koma inn á her beint nú.  Men hetta er also ikki tað slagið av forskúla, ið Bjørn og Mentamálaráðið arbeiðir við, tí er tað ikki satt, tað ið hann sigur. Gunvør Balle hevur rætt í tí hon sigur: Børnini í Finnlandi fara í skúla sum 7 ára gomul.

 


Annars fari eg at viðmæla øllum at lesa framúr greinina hjá:  Johannu Lindenskov Joensen, námsfrøðiligum ráðgeva og Marjuni Nielsen, sálarfrøðingi: Nær skal barnið í skúla?

Her fæst ein  vala lýsing av øllum problematikkinum.

 

30. marts 2013

O, móðurmál, stórt er títt fall



 
Herfyri las eg onkunstaðni, hesi orð, fyrra partin, um at seta orð á sínar kenslur, eri eg sum so samsintur í, men so kemur tað: “Tá ið eg gekk í skúla, kendi eg nóg illa til orðaflokkin, miðalvarpingar. Nú er hesin næstan størsti orðaflokkur. Syrgilig er støðan.”

 
:,: tú mátti liva í sorg og sút -
so hevur lív títt gingið. :,:  

Vit siga, at móðurmálið er eitt kenslumál. Tað merkir, at vit lýsa okkara kenslur á móðurmálinum. Vit eiga ikki at duga at lýsa okkara kenslur á donskum ella á enskum. Samskifta børn og ung ikki við síni foreldur um sínar kenslur, men við eitt telduspæl ella eitt sjónvarp, ið ikki er á móðurmálinum, so duga tey ikki at lýsa, hvussu tey hava tað. Við hesum hava vit ein dupultan trupulleika. Annar er, at børn og ung ikki duga móðurmálið, og hin er, at børn og ung ikki duga at seta orð á sínar egnu kenslur. Tað er onki minni enn ein sorgarleikur. Tá ið eg gekk í skúla, kendi eg nóg illa til orðaflokkin, miðalvarpingar. Nú er hesin næstan størsti orðaflokkur. Syrgilig er støðan. 

Sum eg eri móður av hesum sjabbinum um, at børn og ung ikki duga móðurmálið. Ja, tað kann gott  verða, at tey ikki altíð eru so køn í tí, ið summi siga, er móðurmálið, men hvør dugir tað, uttan tey, ið hava uppfunnið tað.

Men enn tú gleðir hvønn tann mann,
ið føroyingur vil vera,



Tey ungu og børnini duga frágera væl at samskifta og siga frá sínum kenslum, á einum máli, ið er teirra móðurmál. Eitt føroyskt gerandismál, ið livir sítt lætta  lív. Tað broytist, har legst afturat, gamlir týdningar fáa nýggjan týdning, sumt dettur burtur, málið hjá teimum ungu er, sum øll livandi mál, tað veksur og broytist.
Í mínum dagliga arbeiði tosi eg nógv við børn og ung. Tey eru sjáldsama viðeirilig, gløgg og duga væl at seta orð á sínar kenslur. So nógv betri enn, tá ið eg var barn og ungur. At tosað verður ov lítið vi børnini og tey ungu, eigur ikki at lastast teimum, men heldur einum samfelag, ið misrøkir sínar skyldur yvirfyri  børnum og ungum.  
 
og hann teg aldri gloyma kann,
men teg í minni bera.  


Halda vit áfram við hesum mjørkatosinum, um at tey ikki duga móðurmálið, og  bara sita framman fyri telduni – ið er teirra amboð, og ikki okkara – so leggja vit lunnar undir, at jakstra enn fleiri av landinum; hvør tímir at vera í einum landi, har tú dag um dag hevur  fyri oyrað, at tú ikki dugir tað málið, ið tú samskiftir  við dagliga, og sum tínir javnaldrar væl skilja.  
 
Vær drekkum glaðir tína skál,
og so vár ynski ljóða : 
 

 
 
Tíma vit ikki børnini og tey ungu, lurta eftir hvat tey hava uppá hjartað, og taka tey í álvara, so stendur ikki til bót. Tosa vit heldur um málsligar sorgarleikir, ið ikki eru til, og geva teimum kensluna av, at tey eru upphavið til henda sorgarleikin, so svíkja vit okkara uppgávu, sum vaksin. 

 
Nei, eg kendi heldur ikki miðalvarpingar, tá ið eg gekk í skúla, og hvat so? Eg skilti einki av tí, ið føroysklærarin – ið var av fittastu fólkum – royndi at læra meg, tí heldur ikki tá var hetta móðurmálið hjá børnum og ungum. Málsligi veruleikin tá var knýttur at gamla bóndasamfelagnum. Sluppirnar vóru akkurát komnar til landið, í tí skúlatilviti eg fekk sum barlast, og satt at siga, havi eg ikki kunnað brúkt tað tíl nakað í nútíðini. Og so gamal eri eg heldur ikki. 
 
:,: Várt kæra, gamla móðurmál,
 hav langa framtíð og góða ! :,:  
 

So hvat við at læra eitt móðurmál, ið hevur røtur í veruleikanum og samtíðini?


Men enn tú gleðir hvønn tann mann,
ið føroyingur vil vera,
og hann teg aldri gloyma kann,
men teg í minni bera.
Vær drekkum glaðir tína skál,
og so vár ynski ljóða :

:,: Várt kæra, gamla móðurmál,
 hav langa framtíð og góða ! :,:  
 
 Fríðrik Petersen (1853 – 1917)

29. marts 2013

LEX TVØROYRI


 

Lex Tvøroyri – mál av serstøkum samfelagsligum og vinnuligum týdningi, at leggja fyri løgtingið, tí at metast má, at tað er talan um undantaksstøðu

 
Hósdagin 14. mars 2013 samtykti rættarnevndin, við ógvuliga stuttum skotbrái, at broyta byggisamtyktirnar.  Meirilutin - Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Mikkjal Sørensen og Gerhard Lognberg – tóku undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard. 

Argumentið hjá meirilutanum var í stuttum, at her er talan um eina undantaksstøðu.  

Serstøk samfelagslig og vinnulig atlit eru uppá spæl. 

Samanumtikið hevur løgfrøðin, sum hevði verið í nevndini, verið rættiliga avgjørd ímóti uppskotnu broytingunum. 

Lógarbroytingin skal eftir ætlan einans verða nýtt í heilt serstøkum førum, har landsstýrismaðurin kemur at taka avgerð um, hvørji tey eru.  

Kringvarpið hevu nú  avblást kríggið á Tvøroyri, og aftur valdar sátt og semja um allan Tvøroyrarfjørð, og  í menniskjum góður tokki, og øll eru (vónandi)  glað.  

Grundgevingin fyri at skunda lógina ígjøgnum var, at  týðandi landavirði stóðu uppá spæl, fekk eitt virki ikki loyvi til at byggja út í skundi.  

Løgtingið hevði eina viðgerð, ið næstan má vera til at taka upp í Guinness,
so skjótt var atborið, at fáa hesa lóg samtykta. 

Men lat lat lógina fara í hesum umfari, gott at øll eru nøgd - ikki minst suðringar . Men nú løgtingið hevur víst síni evni til at gera skjótt av og skunda lógir í gjøgnum, ið hava stóran og avgerandi týdning fyri landið. So eru her nøkur mál, ið hava serstakan samfelagsligan og vinnuligan týdning, ið avvarandi landsstýriðsfólk eiga at leggja fram til viðgerðar og avgerðar beinavegin. 

 
 
Eg vænti, at løgtingið kemur saman beint eftir páskir, og ikki fer heimaftur fyrr enn hesi mál eru avgeidd og ein greið ætlan er fyri, hvat vit gera við tey:
 

  • Síðani 2009 eru 300-400 fólk flutt av landinum árliga (netto). Meginparturin er fólk í arbeiðsførum aldri, flest ungfólk og kvinnur. 

  • 1.591 fólk fluttu av landinum, og 1.298 fluttu til Føroya í 2012. Hetta gav eina nettoflyting av landinum upp á 293 fólk. 

  • 2012 var fjórða árið á rað, har fólkatalið í Føroyum minkaði. 

  • Eingi tekin eru í løtuni um, at gongdin fer at venda, og vit fáa fólkavøkstur aftur. Hinvegin er heldur eingin ábending um, at landið verður avfólkað í bræði. 

  • Tað er tó mest líkt til, at vit eisini fækka næstu árini, soleiðis sum arbeiðsloysið sær út í løtuni, og sum fólkasamansetingin sær út til at hátta sær í framtiðini – færri og færri kvinnur í burðardyggum aldri. 

  • Talið av løntakarum er minkað úr umleið 26.000 við ársbyrjan 2008 til umleið 23.700 við ársbyrjan 2013 (minking á umleið 9%). 

  • Uppgjørda arbeiðsstyrkin er minkað úr umleið 28.400 til umleið 27.000 fólk frá 2008 til 2012.

  • Arbeiðsloysið er vaksið úr umleið 400 til umleið 1.400 fólk síðani 2008. 

  • Heimarøktin manglar eini 1400 tímar um vikuna. 

  • Fólkaskúlin er skorin góðar 1300 tímar síðstu árini. 

    • Í kjalarvørrinum á Pisa-undankanningini vórðu nógvir tímar játtaðir afturat til fólkaskúlan fyri at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum, á sumri í 2009 vórðu 850 tímar skornir burtur í einum høggi. 

    • Í 2011 vórða aftur 200 tímar um vikuna tiknir og síðan aftur 300 tímar. 

    • Næmingtalið hevur seinastu 3-4 árini staðið mestsum í stað, men samstundis er tímatalið lækkað 1.350 tímar um vikuna. 

    • Ein leyslig meting er, at í dag eru 50 færri lærarastørv í skúlanum enn í 2010. 

    • Á sumri í 2012 var staðfest, at triði hvør lærari, sum tók prógv í 2012, ikki hevur fingið arbeiði sum lærari. 

 
  • Títtleikin av happing í skúlunum í Føroyum er væl hægri enn í hinum Norðurlondum,  umleið (16 %) . Tað er onkunstaðir millum 1000 og 1500 børn, ið javnan – flestu hvønn dag – ið verða happaði í skúlum okkara. 

  • Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum børnum og ungum seg at hava verið fyri digitalum ágangi, á sosialum miðlunum og um sms. 

  • Vit hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í  Føroyum eru tað 5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri Danmark er umleið 1%.  

  • Talið av børnum og ungum, ið fáa posttraumatiskt stess, er væl hægri enn í hinum Norðurlondunum. 

  • Í eini samanberandi kanning við Ísland, so vísir tað seg, at tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri: 

 
    • tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar 

    • hvussu nógv tey roykja 

    • hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum 

    • hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava .


  • Martin Kúrberg, leiðari av Herberginum, sigur í Dimmalætting 3. august 2012, at ein vaksandi trupulleiki, sum tey á Herberginum royna at hjálpa uppá, eru støku ungu mammurnar, sum ikki fáa pengarnar at røkka.Nakrar teirra pikka við hvørt á dyrnar og fáa ein pakka við mati við sær heim til sín og børnini. Hetta ger seg serliga galdandi aftan tann 20. í hvørjum mánaði, tá pengapungurin er tómur. Ungu mammurnar venda sær ikki til Herbergið, fyrr enn náttarmyrkið er komið, so eingin sær tær. Tær skammast yvir at verða komnar í eina slíka neyðstøðu, at tær noyðast at biðja um mat.
  • 80.6% av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn 5 ár, eru í fátærkaváða. 

  • Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum. 

  • Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum. 

  • 53.7 % av støkum uppihaldarum, (flest allar kvinnur)  við einum barni undir 5 ár, eru í fátækraváða.innum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum.  Tallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum

  • Prísirnir í Føroyum eru útvið 31 % hægri enn í Danmark
  • Mentanarstuðulin er skorin umleið 20%





 
Her skuldi verið ríkiligt at trivið í hjá tinginum, í øllum førum fram til ólavsøkutingsetuna, tá ið tey allarhelst eru avgreidd, so skjótt løgtingið er farið at arbeiða. Øll eiga at duga at síggja at hetta er undantakstøða vit eru í, at her eru mál, ið hava serstakan samfelagsligan (og menniskjansligan) og vinnuligan týdning.

 
 
.

24. marts 2013

At útihýsa børnum hjá samkyndum

 

Døm meg ikki! Lat meg vita, hví tú stríðist við meg! Job 10 

Í sær sjálvum er hetta ikki so løgið, at børn hjá samkyndum fáa somu umsorgan sum onnur børn, tí umsorgan er ikki kynsbundin ella bundin at, hvussu tú livir saman ella saman við hvørjum , men er ein menniskjansligur eginleiki og førleiki; at børnini heldur ikki verða argaði meira enn onnur børn, kann heldur ikki undra.
 

Í londum har samkynd paraløg eru viðurkend, og samkynd hava vanlig borgararættindi, har er ikki nøkur orsøk til at arga og happa børn teirra. Verri er í londum,  har tey samkyndu verða forfylgd ella noktaði  teirra sjálvsøgdu borgararættindi, sum t.d. í Føroyum, har vit hava ein heilan flokk, ið, grundað á sína egnu fortolking av kristindóminum, er við til at stigmatisera samkynd og børn teirra, heimagjørd ella adopteraði.
Tá ið børn verða argaði, forfylgd ella happaði, kemst hetta oftast av, at tey eru í einum umhvørvi, ið loyvir hesum, og leggur upp til at tey eru “skeiv”.
Í Føroyum hava vit tíanverri upp í leypin av politikkarum, sum halda at hetta er í lagi, saman við einum flokki, ið gongur undir heitinum kristiligur flokkur og ber hetta í sínum skjaldramerki.
Ja, beint nú er  tað eitt heilt politiskt  ungmannafelag hjá sama flokki, ið hevur eina skipaða kampagnum, so hesi børn skulu kenna seg uttanfyri og ikki “natúrlig”.

 
Forskning: Homoseksuelles adoptivbørn har en god barndomrskning. Ny forskning giver gode nyheder til homoseksuelle adoptivforældre som Bill (til venstre) og Shaun. - Foto: OLW (arkiv)
Omsorgen er den samme, og drilleriet er ikke større hos homoseksuelles adoptivbørn.
Politiken
24. mar. KL. 10.25 AF  Morten Garly Andersen
Frygten for, at børn, der adopteres af homoseksuelle par - såvel bøsser som lesbiske - ikke har en god barndom, er komplet ubegrundet.

Det viser en undersøgelse, foretaget af professor Susan Golombok ved Cambridge University og kolleger. De har sammenlignet 130 homoseksuelle og heteroseksuelle britiske familier med adoptivbørn op til otte år.

Undersøgelsen konkluderer, at disse børn trives mindst lige så godt som adoptivbørn i heteroseksuelle familier.

De klarer sig lige så godt i barndommen, får samme omsorg hjemme og drilles ikke mere end andre børn