Onkursvegna fái eg kaldasveitta av at lesa hesa greinina:
”Managementbølgen i det offentlige fører ikke til bedre resultater. Vit eru í okkara óvitsku við at endurtaka allar
hesar ónollurnar, ið eru við at jarðleggja øll vælferðarsamfeløguni í
Norðurlondum. Her á klettunum eru vit eisini við at missa fótafestið av hesi New Public Management bylgjuni, ið er yvir okkum.
-
Vit
hava fingið eina rúgvu av nýggjum leiðarum, men hvat vantar okkum:
kvalificeraða leiðslu, og hava vit fingið hana? Nei?
-
Vit
hava fingið eina rúgvu al nýggjum samaløgdum stovnum, og nógvar nýggjar
leiðarar. Men eru fleiri hurðar? Nei.
-
À
skúlaøkinum fingu vit pedagogisk ráð, so nú hava lærarnir mist ta ávirkan, ið
tryggjaði ein góðan, fólksligan, skúla og hava vit fingið ein betri skúla av
eini toppstýrdari leiðslu? Nei?
-
Setrið
er stjórnað av eini ”óheftari” nevnd. Er tað blivið betri? ?.
-
Vit
hava fingið eina rúgvu av privatum partafeløgum, ið kappast við tey privatu. Er
tað blivið betri: Veit ikki, stjórarnir hava fingið betri løn, tað veit eg.
-
Okkara
aðalráð hava samstundis fingið tann óvanan at seta stjórar og leiðandi
starvsfólk, ið koma frá teirra egnu stovnum, í starv á ymiskum øðrum almennum
stovnum. Eri hesi so loyal yvir fyri uppgávunum í teirra nýggju størvum og í
tænastuni fyri fólkinum? Nei tey eru loyal yvir fyri tí ráði tey komu frá og
fíggjarlógini.
Er tað fólkið, ið ræður? Kanska? Vit hava valt
politikarnar, men ikki ráðini.
Er alt hetta góð leiðsla? Ella hava vit bara fingið
fleiri leiðarar?
Øll, ið hava bara eitt sindur millum oyrini, vita at
besta arbeiðið verður gjørt av medarbeiðarum, ið trívast, hava medávirkan á
teirra arbeiði, verða hoyrd í teirra arbeiði og gerandisdegi. Verða vird. Hví
ger okkara almenna so tað øvugta?
Henda toppstýring, ið vit eru á veg inn í, við eini rúgvu
av millumleiðarum, ið gera tað enn verri at røkka endamálinum: Eitt liviligt
samfelag fyri alt fólkið. Hvør er tað í setir tað í verk? Er tað av ósketni
ella er tað medvitið?
Í øllum føri sigur øll fornuft og vitan okkum, at hetta
leiðir bara til enn meira toppstýring, ineffektivitet og ólønsemi. Ì síðsta enda førir tað til ónøgd og
eina verri tilveru fyri okkum øll.
Eru vit blivin lukkuligar hesi seinastu árini, vit eru
blivin ríkari og ríkari, og samstundis hava mist meira og meira ávirkan á
okkara politiska og gerandsliga lív, ið er blivið bureaukratiserað út yvir alt
mark? Eg eri ikki, eg veit ikki hvat tit eru blivin.
Hini dagligu ofrini
Hvønn dag
skal hann bera fram veturgamalt lýtaleyst lamb sum brennioffur til Harrans; á
hvørjum morgni skal hann bera tað fram. Somuleiðis skal hann hvønn morgun
sum grónoffur aftur við tí bera fram ein sætting av efu og av olju ein triðing
av hin til at væta mjølið við; sum grónoffur Harranum til handar skal hetta
vera ævinlig skipan. Soleiðis skulu teir bera fram lambið, grónofrið og
oljuna hvønn morgun sum dagligt brennioffur.
Ezekiel 46, 13 - 15
Vit skulu ikki hava fleiri leiðarar, men gjarna góða leiðslu, vit skulu hava: New Public Leadership