Nú komi eg í mínum dagliga arbeiði
nógv í samband við fleiri fólkaskúlar, og eg síggi, hvat tað er, ið fer fram.
Um miðjan mai ella fyrr, fer øll framhaldsdeildin inn í eina fasu, har stórt
sæð øll tíðin fer við at fyrireika næmingarnar til próvtøku t.e. at tey
gjøgnumganga gamlar próvtøkuppgávur og pensum, tey læra einki uttan eittans í
hálvan annan mánað, hvussu tú bert teg at við at fara til próvtøku. Nú eru so
7. flokkarnir nógva staðni eisini komnir við í hetta fyrireikingarresið til
próvtøku, og summa staðni, nú eisini 6. flokkarnir, næsta ár verða tað 5. flokkarnir
og so framvegis niðureftir til teir
forskúlar, ið Lærarafelagið so fegið vil hava skipaðar, sambært eini óbrúkligari
kunngerð hjá Mentamálaráðnum um forskúlar.
Úrslitini til próvtøkuna avspegla so,
hvussu væl lærararnir hava dugað at fyrireika næmingarnar til próvtøku, um tey
duga nakað er líka mikið. Lærarin verður eisini bedømdur eftir, hvussu væl
næmingarnir klára seg til próvtøkuna, sjálvt um próvtøkurnar – sum heild –
næstan einki siga um, hvat næmingarnir duga, men heldur nakað um hvussu væl tey
duga at fara til próvtøku.
Eg fari ikki at finnast at
fólkaskúlalærarunum fyri, at at teir
gera hetta – tvørturímóti - eg hevði
gjørt tað sama, um eg var í teirra støðu. Men næmingarnir læra einki uttan at
fara til próvtøku. Og lat meg líka skoyta
uppí, at eftirmetingin av prosjektarbeiðinum, sum próvtøkuformur oftast er
fyrimyndarligur í skúlunum.
Eg havi ein illgruna um, at støðan
ikki er nógv øðrvís í miðnámsskúlunum.
At gigla sær, at próvtøkur hava annað
endamál enn ein formellur endi uppá eina skúlagongd, er at kasta torvmold í
eyguni á fólki, tí tað eru so øgiliga nógvir aðrir, kvalitativt betri mátar
til, at eftirmeta hvat tú hevur lært enn formellar próvtøkur, sum umframt
hvussu lítið tær í veruleikanum siga, mest siga nakað um sociala og kulturella
kapitalin hjá tí, ið fer til próvtøkur.
Tí sjálvandi skulu vit eftirmeta
læringina, men tann formur vit brúka, ger meira skaða enn gagn, bæði fyri børn
og lærarar.
Lat meg bara enn einaferð staðfesta,
at verandi próvtøkur eru bara ein rigidur formur at eftirmeta við hjá skúlum og
skúlamyndugleikum, ið ikki tora at hugsa fram um nøsina. At lærarar og onnur
finna seg í hesi skipanini er bara orsaka av einum illa umhugsaðum og illa gjøgnuførdum
skúlapolitikki hjá avvarðandi myndugleika. At noyða lærarnar inn í eina slíka
skipan, er at gera okkum øllum eina bjarnatænastu, tí á hendan hátt fáa teir
ongantíð tíð og umstøður til at skipa eina undirvísing, sum veruliga lærir
næmingarnar nakað, teir skulu allatíðina hugsa um próvtøkur og formellar
royndir.
Og tað er blivið so nógv verri eftir
Pisakanningarnar, har løgtingið fór í sjálvsving, og innførdi tiltøk, ið ikki
ger nakran klókari, men bara fleiri formellar royndir – tað var
signalpolitikkur við lít, ið ikki gagnaði nøkrum, allarminst fólkaskúlanum ,
næmingunum og lærarunum. Vit kundu havt ein fólkaskúla, har næmingarnirr lærdu
so nógv meira enn eftir verandi skipan av skúlanum. Har lærarnir fingu tíð og
umstøður at skipa eina veruliga gagniliga undirvísing, sum eg eri vísur í teir
duga, men oftast ikki sleppa, orsaka av formellum forðingum. Har næmingarnir lærdu nakað, ið tey kundu
brúka til veruliga lívið, og ikki lærdu bara fyri at fara til próvtøku.
Vert er at býta merki í,
hvat ið stóri, klassiski, amerikanski pedagogurin og skilafólkið, Dewey, longu
í 1938 skrivar um nyttuna av próvtøkum og hvussu tað ber til, at vit ikki kunnu
brúka próvtøkur til nakað sum helst í tí veruliga lívninum: