17. august 2013

ÁBYRGDARLOYSI SETT Í SYSTEM



Tann 16. august hevur landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunngerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunngerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í november 2010, fingið eina óvanliga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eigur at verða sett í gildi.

31. juli 2013

Tá ið løgmaður bæði sigur satt og ósatt viðvíkjandi útbúgvingunum á Fróðskaparsetri Føroya


 







Í løgmansrøðu síni 2013 segði løgmaður: 

”Hægri útbúgving er ein grundleggjandi fyritreyt fyri búskapar- og fólkavøkstri. Fróðskaparsetrið mennist støðugt. Fleiri útbúgvingar verða bodnar út, og talið av umsóknum er í ár metstórt. Heili 378 umsóknir vóru til komandi lestrarár. Av teimumum eru 274 upptikin.”

Her er ein tvørsøgn, dagin eftir løgmansrøðuna gjørdist greitt, at sjáldan fyrr hava umsøkjaratølini til pedagogútbúgvingarnar í Danmark verið hægri. Samstundis setur føroyska útbúgvingin met við lágum umsøkjaratali – tað lægsta, síðani hon varð sett á stovn í 1986.  

4. juli 2013

Talið av teimum, ið søkja inn á pedagogútbúgvingina í Føroyum bara lækkar



 
 
So hendi tað aftur. Sum tendensurin vísti seinasta ár, 2012, so gongur tað bara afturá við umsøkjaratalinum til pedagogútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, tølini eru hesi: 

2001 109 umsóknir
2002 109 umsóknir
2003 112 umsóknir
2004 eingi samlaði tøl
2005 136 umsóknir
2006 114 umsóknir
2007 91 umsóknir
2008: 86 umsóknir
2009: 71 umsóknir
2010: 63 umsóknir
2011: 69 umsóknir
2012: 58 umsóknir
2013: 50 umsóknir
 
Í 2005 vóru 136 umsóknir til pedagogútbúgvingina, tað er meira enn samlaða talið av umsóknum til bæði pedagog og læraraútbúgvingina í ár, samlaða talið er 133 umsóknir í 2013.
Har er jú hend ein øgilig afturgongd í umsóknum til pedagogar. Pedagogútbúgvin var fyrr ein tann mest populera, ið var, tað er eisini undrunarvert, tá ið hugsað verðu um, at stórur tørvur er á pedagogum. Síðani upptøkurnar í fjør havi eg fingið innlit í, hvussu hendan nýggja útbugvingin er blivin til, og í tí tilburði er nokk ein partur av frágreiðingini uppá afturgongdina. Eg skal skriva nærri um tað seinni, men tað er ikki hugaligur lesnaður, hvussu pedagogútbúgvingin er viðfarin av teimum, ið hava ábyrgd av henni.

28. juni 2013

Próvtøkuharræðið – ein syndarlig støða


 

Nú komi eg í mínum dagliga arbeiði nógv í samband við fleiri fólkaskúlar, og eg síggi, hvat tað er, ið fer fram. Um miðjan mai ella fyrr, fer øll framhaldsdeildin inn í eina fasu, har stórt sæð øll tíðin fer við at fyrireika næmingarnar til próvtøku t.e. at tey gjøgnumganga gamlar próvtøkuppgávur og pensum, tey læra einki uttan eittans í hálvan annan mánað, hvussu tú bert teg at við at fara til próvtøku. Nú eru so 7. flokkarnir nógva staðni eisini komnir við í hetta fyrireikingarresið til próvtøku, og summa staðni, nú eisini 6. flokkarnir, næsta ár verða tað 5. flokkarnir og so framvegis niðureftir  til teir forskúlar, ið Lærarafelagið so fegið vil hava skipaðar, sambært eini óbrúkligari kunngerð hjá Mentamálaráðnum um forskúlar.



Úrslitini til próvtøkuna avspegla so, hvussu væl lærararnir hava dugað at fyrireika næmingarnar til próvtøku, um tey duga nakað er líka mikið. Lærarin verður eisini bedømdur eftir, hvussu væl næmingarnir klára seg til próvtøkuna, sjálvt um próvtøkurnar – sum heild – næstan einki siga um, hvat næmingarnir duga, men heldur nakað um hvussu væl tey duga at fara til próvtøku.
 

Eg fari ikki at finnast at fólkaskúlalærarunum fyri,  at at teir gera hetta – tvørturímóti -  eg hevði gjørt tað sama, um eg var í teirra støðu. Men næmingarnir læra einki uttan at fara til próvtøku.  Og lat meg líka skoyta uppí, at eftirmetingin av prosjektarbeiðinum, sum próvtøkuformur oftast er fyrimyndarligur í skúlunum.

Eg havi ein illgruna um, at støðan ikki er nógv øðrvís í miðnámsskúlunum.

 
At gigla sær, at próvtøkur hava annað endamál enn ein formellur endi uppá eina skúlagongd, er at kasta torvmold í eyguni á fólki, tí tað eru so øgiliga nógvir aðrir, kvalitativt betri mátar til, at eftirmeta hvat tú hevur lært enn formellar próvtøkur, sum umframt hvussu lítið tær í veruleikanum siga, mest siga nakað um sociala og kulturella kapitalin hjá tí, ið fer til próvtøkur.

 
Tí sjálvandi skulu vit eftirmeta læringina, men tann formur vit brúka, ger meira skaða enn gagn, bæði fyri børn og lærarar.

 
Lat meg bara enn einaferð staðfesta, at verandi próvtøkur eru bara ein rigidur formur at eftirmeta við hjá skúlum og skúlamyndugleikum, ið ikki tora at hugsa fram um nøsina. At lærarar og onnur finna seg í hesi skipanini er bara orsaka av einum illa umhugsaðum og illa gjøgnuførdum skúlapolitikki hjá avvarðandi myndugleika. At noyða lærarnar inn í eina slíka skipan, er at gera okkum øllum eina bjarnatænastu, tí á hendan hátt fáa teir ongantíð tíð og umstøður til at skipa eina undirvísing, sum veruliga lærir næmingarnar nakað, teir skulu allatíðina hugsa um próvtøkur og formellar royndir.

 
Og tað er blivið so nógv verri eftir Pisakanningarnar, har løgtingið fór í sjálvsving, og innførdi tiltøk, ið ikki ger nakran klókari, men bara fleiri formellar royndir – tað var signalpolitikkur við lít, ið ikki gagnaði nøkrum, allarminst fólkaskúlanum , næmingunum og lærarunum. Vit kundu havt ein fólkaskúla, har næmingarnirr lærdu so nógv meira enn eftir verandi skipan av skúlanum. Har lærarnir fingu tíð og umstøður at skipa eina veruliga gagniliga undirvísing, sum eg eri vísur í teir duga, men oftast ikki sleppa, orsaka av formellum forðingum.  Har næmingarnir lærdu nakað, ið tey kundu brúka til veruliga lívið, og ikki lærdu bara fyri at fara til próvtøku.
 
Vert er at býta merki í, hvat ið stóri, klassiski, amerikanski pedagogurin og skilafólkið, Dewey, longu í 1938 skrivar um nyttuna av próvtøkum og hvussu tað ber til, at vit ikki kunnu brúka próvtøkur til nakað sum helst í tí veruliga lívninum:
 
 
 
”Næstan øll hava av og á litið aftur á skúlatíð sína og spurt seg sjálvi, hvat varð av allari vitanini, tey hildu seg hava fingið í skúlagongd síni, og hví allir teir førleikar, vit lærdu tá, skuldu lærast umaftur og á ein øðrvísi hátt, so at teir veruliga kundu brúkast.

Tað ber ikki til at kveistra slíkar spurningar burtur við at siga, at lærugreinirnar í veruleikanum ikki blivu lærdar, tí tað blivu tær, ið hvussu so er so væl, at tú stóð próvtøku í teimum.
 
 


Men tað er soleiðis, at tað, tú lærdi, varð lært avbyrgt (isolerað). Tað varð goymt í einum kurpali við vatntøttum lúkum fyri.

Verður so spurt, hvat er blivið at tí lærda, so er svarið, at tað enn er í rúminum við lúkum fyri, har tað einaferð varð skotrað burtur. Um akkurát somu umstøður vórðu endurskaptar, sum tá ið tað varð lært, so hevði tað eisini komið undan kavi aftur og verið tøkt. Men tað var avbyrgt, tá ið tað varð lært, og tí hevur tað mest sum einki samband við aðrar royndir hjá tær, soleiðis at tað ikki er fyri hond í lívisins veruligu umstøðum.

Tað er í andsøgn til lógirnar fyri royndum, at vitan av slíkum slag, hvussu dyggiliga tað so einaferð hevur verið lært, er fyrireiking til veruliga lívið.”

Dewey. John: Experience and education. Collier, 13. upplag. 1971. S. 47-48.
 

25. maj 2013

Eg fái kaldasveitta - New Public Management


 
 

Onkursvegna fái eg kaldasveitta av at lesa hesa greinina: Managementbølgen i det offentlige fører ikke til bedre resultater. Vit eru í okkara óvitsku við at endurtaka allar hesar ónollurnar, ið eru við at jarðleggja øll vælferðarsamfeløguni í Norðurlondum. Her á klettunum eru vit eisini við at missa fótafestið av hesi New Public Management bylgjuni, ið er yvir okkum.
 



-        Vit hava fingið eina rúgvu av nýggjum leiðarum, men hvat vantar okkum: kvalificeraða leiðslu, og hava vit fingið hana? Nei?

 

-        Vit hava fingið eina rúgvu al nýggjum samaløgdum stovnum, og nógvar nýggjar leiðarar. Men eru fleiri hurðar? Nei.

 

-        À skúlaøkinum fingu vit pedagogisk ráð, so nú hava lærarnir mist ta ávirkan, ið tryggjaði ein góðan, fólksligan, skúla og hava vit fingið ein betri skúla av eini toppstýrdari leiðslu? Nei?

 

-        Setrið er stjórnað av eini ”óheftari” nevnd. Er tað blivið betri? ?.

 

-        Vit hava fingið eina rúgvu av privatum partafeløgum, ið kappast við tey privatu. Er tað blivið betri: Veit ikki, stjórarnir hava fingið betri løn, tað veit eg.

 

-        Okkara aðalráð hava samstundis fingið tann óvanan at seta stjórar og leiðandi starvsfólk, ið koma frá teirra egnu stovnum, í starv á ymiskum øðrum almennum stovnum. Eri hesi so loyal yvir fyri uppgávunum í teirra nýggju størvum og í tænastuni fyri fólkinum? Nei tey eru loyal yvir fyri tí ráði tey komu frá og fíggjarlógini.
 


Er tað fólkið, ið ræður? Kanska? Vit hava valt politikarnar, men ikki ráðini. 

Er alt hetta góð leiðsla? Ella hava vit bara fingið fleiri leiðarar? 

Øll, ið hava bara eitt sindur millum oyrini, vita at besta arbeiðið verður gjørt av medarbeiðarum, ið trívast, hava medávirkan á teirra arbeiði, verða hoyrd í teirra arbeiði og gerandisdegi. Verða vird. Hví ger okkara almenna so tað øvugta?

Henda toppstýring, ið vit eru á veg inn í, við eini rúgvu av millumleiðarum, ið gera tað enn verri at røkka endamálinum: Eitt liviligt samfelag fyri alt fólkið. Hvør er tað í setir tað í verk? Er tað av ósketni ella er tað medvitið?

 


Í øllum føri sigur øll fornuft og vitan okkum, at hetta leiðir bara til enn meira toppstýring, ineffektivitet og  ólønsemi. Ì síðsta enda førir tað til ónøgd og eina verri tilveru fyri okkum øll.

 


Eru vit blivin lukkuligar hesi seinastu árini, vit eru blivin ríkari og ríkari, og samstundis hava mist meira og meira ávirkan á okkara politiska og gerandsliga lív, ið er blivið bureaukratiserað út yvir alt mark? Eg eri ikki, eg veit ikki hvat tit eru blivin.




 

 
Ella eru vit, fólkið, offurlambið, sum í Ezekiel, ið verður borið fram sum brennioffur?

Hini dagligu ofrini

Hvønn dag skal hann bera fram veturgamalt lýtaleyst lamb sum brennioffur til Harrans; á hvørjum morgni skal hann bera tað fram. Somuleiðis skal hann hvønn morgun sum grónoffur aftur við tí bera fram ein sætting av efu og av olju ein triðing av hin til at væta mjølið við; sum grónoffur Harranum til handar skal hetta vera ævinlig skipan. Soleiðis skulu teir bera fram lambið, grónofrið og oljuna hvønn morgun sum dagligt brennioffur.

Ezekiel 46, 13 - 15
 

Vit skulu ikki hava fleiri leiðarar, men gjarna góða leiðslu, vit skulu hava: New Public Leadership