19. august 2013

Í ÓÐUM VERKI


 

 
 
Tá ið eg upprunaliga skrivaði hesa grein, var kunngerðin um forskúlar ikki sett í gildi, men sama dag, sum seinni partur av greinini varð prentaður í Sosialinum, fríggjadagin 16. august, varð kunngerðin lýst á Kunngerðarportalinum. Tað var mín vón, tá ið eg skrivaði greinina – akkurát, sum so nógv onnur frammanundan mær hava roynt – at fáa Mentamálaráðið at hugsa seg um, og fara í dialog við øll fakfólk á økinum um tilboðið til tey 6 til 7 ára gomlu. Tað er so ikki eydnast. Mentamálaráðið hevur ikki lurtað, og hevur av sínum eintingum bara sett hesa forskúlakunngerð í verk - við so gott sum ongum grundarlagi og við ongari fakligari grundgeving. 
Tað ger so ikki greinina minni aktuella – heldur tvørturímóti – tí at fakligu argumentini bara eru ein eyka undirstriking av, hvat er farið fram, og hvussu vónleyst tað kann vera at argumentera fakligt við hægstu myndugleikar okkara. Men slíkt afturstig sum hetta skal kortini ikki halda okkum aftur í at brúka orðsins makt. 
Tí, sum kvøðið verður: 
Og de dansed dem på slottet ind
- slottet det er vundet;
med dragne sværd under skarlagensskind.
For Erik konge hin unge;
med dem så vare de,
for hannem så dansed de.
 


 

 

Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal

Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd

Sjódregil fyri landi stendur,
man til bøndur tala:
"Tungligt er, tá undangongan
endar aftur á hala."
Grái táttur ella bóndatátturin, 1938 

 

Seinastu 20 – 30 árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av tvingslig og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.

17. august 2013

ÁBYRGDARLOYSI SETT Í SYSTEM



Tann 16. august hevur landstýrismaðurin í Mentamálum, Bjørn Kalsø, sett í gildi: “Kunngerð um skipan og læring í forskúla.” Henda kunngerð hevur, síðani hon fyrstu ferð kom í ljósmála í november 2010, fingið eina óvanliga kaldiga móttøku, og hevur verið skrivað upp í fleiri leypar um, hví hon ikki eigur at verða sett í gildi.

31. juli 2013

Tá ið løgmaður bæði sigur satt og ósatt viðvíkjandi útbúgvingunum á Fróðskaparsetri Føroya


 







Í løgmansrøðu síni 2013 segði løgmaður: 

”Hægri útbúgving er ein grundleggjandi fyritreyt fyri búskapar- og fólkavøkstri. Fróðskaparsetrið mennist støðugt. Fleiri útbúgvingar verða bodnar út, og talið av umsóknum er í ár metstórt. Heili 378 umsóknir vóru til komandi lestrarár. Av teimumum eru 274 upptikin.”

Her er ein tvørsøgn, dagin eftir løgmansrøðuna gjørdist greitt, at sjáldan fyrr hava umsøkjaratølini til pedagogútbúgvingarnar í Danmark verið hægri. Samstundis setur føroyska útbúgvingin met við lágum umsøkjaratali – tað lægsta, síðani hon varð sett á stovn í 1986.  

4. juli 2013

Talið av teimum, ið søkja inn á pedagogútbúgvingina í Føroyum bara lækkar



 
 
So hendi tað aftur. Sum tendensurin vísti seinasta ár, 2012, so gongur tað bara afturá við umsøkjaratalinum til pedagogútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya, tølini eru hesi: 

2001 109 umsóknir
2002 109 umsóknir
2003 112 umsóknir
2004 eingi samlaði tøl
2005 136 umsóknir
2006 114 umsóknir
2007 91 umsóknir
2008: 86 umsóknir
2009: 71 umsóknir
2010: 63 umsóknir
2011: 69 umsóknir
2012: 58 umsóknir
2013: 50 umsóknir
 
Í 2005 vóru 136 umsóknir til pedagogútbúgvingina, tað er meira enn samlaða talið av umsóknum til bæði pedagog og læraraútbúgvingina í ár, samlaða talið er 133 umsóknir í 2013.
Har er jú hend ein øgilig afturgongd í umsóknum til pedagogar. Pedagogútbúgvin var fyrr ein tann mest populera, ið var, tað er eisini undrunarvert, tá ið hugsað verðu um, at stórur tørvur er á pedagogum. Síðani upptøkurnar í fjør havi eg fingið innlit í, hvussu hendan nýggja útbugvingin er blivin til, og í tí tilburði er nokk ein partur av frágreiðingini uppá afturgongdina. Eg skal skriva nærri um tað seinni, men tað er ikki hugaligur lesnaður, hvussu pedagogútbúgvingin er viðfarin av teimum, ið hava ábyrgd av henni.

28. juni 2013

Próvtøkuharræðið – ein syndarlig støða


 

Nú komi eg í mínum dagliga arbeiði nógv í samband við fleiri fólkaskúlar, og eg síggi, hvat tað er, ið fer fram. Um miðjan mai ella fyrr, fer øll framhaldsdeildin inn í eina fasu, har stórt sæð øll tíðin fer við at fyrireika næmingarnar til próvtøku t.e. at tey gjøgnumganga gamlar próvtøkuppgávur og pensum, tey læra einki uttan eittans í hálvan annan mánað, hvussu tú bert teg at við at fara til próvtøku. Nú eru so 7. flokkarnir nógva staðni eisini komnir við í hetta fyrireikingarresið til próvtøku, og summa staðni, nú eisini 6. flokkarnir, næsta ár verða tað 5. flokkarnir og so framvegis niðureftir  til teir forskúlar, ið Lærarafelagið so fegið vil hava skipaðar, sambært eini óbrúkligari kunngerð hjá Mentamálaráðnum um forskúlar.



Úrslitini til próvtøkuna avspegla so, hvussu væl lærararnir hava dugað at fyrireika næmingarnar til próvtøku, um tey duga nakað er líka mikið. Lærarin verður eisini bedømdur eftir, hvussu væl næmingarnir klára seg til próvtøkuna, sjálvt um próvtøkurnar – sum heild – næstan einki siga um, hvat næmingarnir duga, men heldur nakað um hvussu væl tey duga at fara til próvtøku.
 

Eg fari ikki at finnast at fólkaskúlalærarunum fyri,  at at teir gera hetta – tvørturímóti -  eg hevði gjørt tað sama, um eg var í teirra støðu. Men næmingarnir læra einki uttan at fara til próvtøku.  Og lat meg líka skoyta uppí, at eftirmetingin av prosjektarbeiðinum, sum próvtøkuformur oftast er fyrimyndarligur í skúlunum.

Eg havi ein illgruna um, at støðan ikki er nógv øðrvís í miðnámsskúlunum.

 
At gigla sær, at próvtøkur hava annað endamál enn ein formellur endi uppá eina skúlagongd, er at kasta torvmold í eyguni á fólki, tí tað eru so øgiliga nógvir aðrir, kvalitativt betri mátar til, at eftirmeta hvat tú hevur lært enn formellar próvtøkur, sum umframt hvussu lítið tær í veruleikanum siga, mest siga nakað um sociala og kulturella kapitalin hjá tí, ið fer til próvtøkur.

 
Tí sjálvandi skulu vit eftirmeta læringina, men tann formur vit brúka, ger meira skaða enn gagn, bæði fyri børn og lærarar.

 
Lat meg bara enn einaferð staðfesta, at verandi próvtøkur eru bara ein rigidur formur at eftirmeta við hjá skúlum og skúlamyndugleikum, ið ikki tora at hugsa fram um nøsina. At lærarar og onnur finna seg í hesi skipanini er bara orsaka av einum illa umhugsaðum og illa gjøgnuførdum skúlapolitikki hjá avvarðandi myndugleika. At noyða lærarnar inn í eina slíka skipan, er at gera okkum øllum eina bjarnatænastu, tí á hendan hátt fáa teir ongantíð tíð og umstøður til at skipa eina undirvísing, sum veruliga lærir næmingarnar nakað, teir skulu allatíðina hugsa um próvtøkur og formellar royndir.

 
Og tað er blivið so nógv verri eftir Pisakanningarnar, har løgtingið fór í sjálvsving, og innførdi tiltøk, ið ikki ger nakran klókari, men bara fleiri formellar royndir – tað var signalpolitikkur við lít, ið ikki gagnaði nøkrum, allarminst fólkaskúlanum , næmingunum og lærarunum. Vit kundu havt ein fólkaskúla, har næmingarnirr lærdu so nógv meira enn eftir verandi skipan av skúlanum. Har lærarnir fingu tíð og umstøður at skipa eina veruliga gagniliga undirvísing, sum eg eri vísur í teir duga, men oftast ikki sleppa, orsaka av formellum forðingum.  Har næmingarnir lærdu nakað, ið tey kundu brúka til veruliga lívið, og ikki lærdu bara fyri at fara til próvtøku.
 
Vert er at býta merki í, hvat ið stóri, klassiski, amerikanski pedagogurin og skilafólkið, Dewey, longu í 1938 skrivar um nyttuna av próvtøkum og hvussu tað ber til, at vit ikki kunnu brúka próvtøkur til nakað sum helst í tí veruliga lívninum:
 
 
 
”Næstan øll hava av og á litið aftur á skúlatíð sína og spurt seg sjálvi, hvat varð av allari vitanini, tey hildu seg hava fingið í skúlagongd síni, og hví allir teir førleikar, vit lærdu tá, skuldu lærast umaftur og á ein øðrvísi hátt, so at teir veruliga kundu brúkast.

Tað ber ikki til at kveistra slíkar spurningar burtur við at siga, at lærugreinirnar í veruleikanum ikki blivu lærdar, tí tað blivu tær, ið hvussu so er so væl, at tú stóð próvtøku í teimum.
 
 


Men tað er soleiðis, at tað, tú lærdi, varð lært avbyrgt (isolerað). Tað varð goymt í einum kurpali við vatntøttum lúkum fyri.

Verður so spurt, hvat er blivið at tí lærda, so er svarið, at tað enn er í rúminum við lúkum fyri, har tað einaferð varð skotrað burtur. Um akkurát somu umstøður vórðu endurskaptar, sum tá ið tað varð lært, so hevði tað eisini komið undan kavi aftur og verið tøkt. Men tað var avbyrgt, tá ið tað varð lært, og tí hevur tað mest sum einki samband við aðrar royndir hjá tær, soleiðis at tað ikki er fyri hond í lívisins veruligu umstøðum.

Tað er í andsøgn til lógirnar fyri royndum, at vitan av slíkum slag, hvussu dyggiliga tað so einaferð hevur verið lært, er fyrireiking til veruliga lívið.”

Dewey. John: Experience and education. Collier, 13. upplag. 1971. S. 47-48.