Í fleiri londum rundan um okkum, hevur verið kjakast
um, hvørt tað átti at verðið skipað eitt slag av almennari whistleblowerskipan.
Trupulleikin
er – sum nógv av okkum kenna tað aftur – at tað er so nógva staðni vit gjarna vildu
sagt frá. Tað er so nógv, ið fer fram, ið ikki eigur at fara fram, ið vit
síggja ígjøgnum fingrarnar við. Sjálvt um vit hava talufrælsi og alt hatta har.
Jú,
vit hava talufrælsi og – sigst –fólkaræði á pappírinum, men samstundis hava vit
eisini eina rúgvu av leiðarum - og tá hugsi eg ikki um politikarar – ið ikki kundu
droymt um at skipa eitt opið kjak um stovnin hjá teimum ella leiðsluháttin hjá
teimum, sjálvt um nógv kanska kundi verið øðrvísi var ein opin dialogur við
starvsfólkið. Hetta er bæði innan tað
almenna og tað privata.
Hóast
tað almenna hevur ein frálíkan starvsfólkapolitikk, so er tað næstan undantak,
at hann verður hildin, og tá ið tað so
oftani eru ráð og stovnar undir landinum sjálvum, ið bróta hann: hvat eru vit
so?
Tey flestu
av okkum velja at tiga, antin av miskiltum loyaliteti ella fyri frið skyld; men
eisini tí vit óttast tær avleiðingar, vit vita tað kann fáa fyri okkum
persónliga tala vit at ella siga frá .
Dømini
eru legio. Men er tað serliga fremjandi fyri fólkaræðið?
Tí í
teirru løtu vit ikki tala at, so eru vit medskyldug, og meira vit tiga og
góðtaka, verri verður at tala at, og sum frálíður eru vit partar av moralska
skriðulopinum og vit eru øll endaði í díkinum, syngjandi við Finnboga Ísakson, sála:
Góða mamma tað var ikki eg, dreingirnir teir fírdu meg…
Ja, kanska vit hava brúk fyri eini whistleblowerskipan fyri at
koma burturúr naggatódnini, og fáa eina nýggja byrjan.