28. januar 2013

"Veikir næmingar"


Útvarpið hevur í kvøld sjabbað um, at serststakliga “veikir” næmingar fara at  fáa gagn av nýggja interaktiva undirvísingartilfarinum hjá Námi.

Nú veit eg ikki, hvør hevur smíðað hasi tíðindini; men tað, sum fall mær fyri bróstið, var hetta brúkið av niðrandi orðinum um summi børn: “veikir næmingar”.

Hvat er ein “veikur næmingur”? Summi teirra eru stór sum fjøll, meðan onnur eru meira klantraslig, akkurát sum øll onnur børn. Og tað eru hesir “veiku næmingarnir” eisini, teir eru heilt vanlig børn, ið kanska hava ein læritrupulleika, tað kann vera alment ella í onkrari serstakari lærugrein. Tey kunnu eisini vera góð til okkurt, men minni góð til okkurt annað. Men “veikir”? Hví henda stigmatiseringin?

Verða slík orð brúkt ofta nokk, ja, so hendir tað, at hesi børn fara at trúgva tí sjálvi, at tey eru veik – og hvat hendir, tey gerast veik. Orð skapa veruleika. Og hvat er tað annars at vera veikur? Veikur í hvørjum? Í sosialum førleikum? At hava trupulleikar við læringini? At hava truppulleikar av sínum atburði? Men hetta hevur ikki nakað við tað at vera veikur at gera, men eru spesifikkir trupulleikar, ið skúlin hevur skyldu til at loysa.

Hvat høvdu lærarnir sagt, um høvuðstíðindini í útvarpinum vóru, at Nám nú gevur út undirvísingartilfar at hjálpa  “veikum lærarunum” at skipa undirvísingina betri.

Ha! Tað kann mann ikki? Nei! Mann kann ikki. Men hví skulu børnini so stigmatiserast á henda hátt?

Eg var ikki nakað flogvit í rokning, tá ið eg gekk í fólkaskúla, var eg so “veikur”? Eg havi hóast alt tikið eina hægri útbúgving, sjálvt um eg kanska var “veikur” í onkrum, men undirvísingin, eg fekk, var nú heldur ikki nakað at reypa av.

Hesi børn, ið verða umtalaði sum veik, kunnu hava trupulleikar við læringini, men tað kann eisini verða, at læriumhvørvið ikki er nøktandi, men tað er hvør sítt. Og veik eru tey so slett ikki!