18. april 2013

Umsorganarsvikin seyður í Kollafirði




Eg gerist meira og meira stúrin um seyðin í Kollafirði. Tað er fyri mær, sum um hann ongan góðan eigur, ið gevur honum eina góða og mennandi seyðauppaling og avbjóðingar í gerandisdegnum, soleiðis at hann fær eitt gott seyðalív.

 


Tað byrjar oftani longu í rundkoyringini á Langasandi, har gongur seyðurin tíðum á biti í miðjuni í sjálvari rundkoyringini, ikki so, tað er sera dekorativt, og verður ofta fotograferað av ferðafólki, men sigið mær, hevur hasin seyðurin einki betri at taka sær til um dagarnar, enn at ganga og mala í eini rundkoyring, er einki líkinda tilboð til henda seyð?
 
 

Men verri gerst, longri út eftir fjørðinum tú kemur, komin á Kjalnes byrjar at verða heilt álvarsamt, har ganga stór fylgi og mala einsamøll fram við vegnum, og við hvørt á sjálvum vegnum; men allarverst stendur til við seyðinum  norðuri í Sundinum, hann sær út til at búgva fram við vegjaðaranum norður til Landsfjósið.
 
 
Tað tykist mær, at hasin seyðurin, er vánalig fyrimynd fyri tey smálomb, ið nú verða lembd, sigið mær eitt, taka ærnar í Kollafirði sær als ikki av lombum sínum? Um skamma stund fara vit at uppliva kát smálomb spælandi á vegunum har norðuri, uttan at upphavini gera tað minsta fyri at forða fyri tí ella læra lombini at uppføra seg, sum seyður skal í ferðsluni.
 
Men er tað løgið, at foreldini ikki duga, tá ið tey sjálvi ikki duga seyðaskikk og allarhelst eisini sjálvi eru uppalda av seyði, ið ikki hevur dugað at tikið sær av teimum, hatta er allarhelst sosialur arvur.
 
Eg veit ikki rættiliga hví støðan er sum hon er, men lítil ivi er um at fleiri av seyðunum har norðuri ikki hoyrir heima í einum “normalum” fylgi, tey krevja so nógva tíð, umsorgan og læring, at nógv teirra krevja serlig tiltøk, so kanska vit skulu skipa fyri onkrum slagi av serfylgi til henda ólátaða seyðin, ið so kann ganga á einum avmarkaðum øki, undir leiðslu av pedagogiskum óm og onkrum einstøkum veðri, so seyðurin ikki gerst kynsvillingar, sum øll vita, er tað ein  herviliga smittandi sjúka.

 

Men eg veit ikki, hatta loysir ikki hitt problemið við ólátaða seyðinum í Kollafirði, ið ikki heldur seg til tey øki, har hann eigur at vera, men gongur og melur allastaðni, við vanda fyri at skøva bilin hjá mær.
 
 
Mær er fortalt, at seyðaeigarar har eru sæddir fóðrandi seyðin út gjøgnum vindeyguni á bilum sínum, tað er kanska tí hasin seyðurin gongur allan dagin fram við vegjaðaranum og jarmar eftir hvørjum bili.


Hevur mann fyrr hoyrt um slíka ábyrgdaleysa seyðauppaling? Slíkur seyðu átti at verði settur heiman beinavegin. Kanska sendur til fosturs í Hósvík ella Hvalvík/Streymnesi, har seyðurin er fyrimyndarligur og skikkar sær væl.


Nú, eg eri framkomin, har eg skal, tykist mær so hjartaliga synd í seyðinum í Kollafirði, ið gongur fyri vág og vind, ikki minni nú eg síggi hvussu væl látaður seyðurin er aðrastaðni í landinum. Hatta er ein trupulleiki, ið má loysast í skundi, so eg skjóti upp, at landsstýrið í stundini setur eina skjóttarbeiðandi nevnd – eini tvey trý ár man tað fara at taka - av hægstu embætisfólkum landsins, at gera eitt álit um, hvussu ið vit best fáa loyst trupulleikan hjá seyðinum í Kollafirði, síðani skal pallborðsfundur skipast í Norðurlandahúsinum, har allir flokkar fáa høvi at siga sína meining um vandamálið.
 

Síðani kunnu vit fara til verka at hjálpa seyðinum í Kollafirði.

 
 


Mæh!