Í einum svari til til Gunvør Balle í løgtinginum í dag (10. apríl), har hon m.a. spyr, um landstýrismaðurin ætlar, at vit skulu hava forskúlar í Føroyum, svarar Bjørn Kalsø m.a. soleiðis: ” Í viðmerkingunum til spurningin vísir spyrjarin á, at í Finnlandi fara børn í skúla 7-ára gomul. Hetta er ikki heilt í samsvar við upplýsingar, Mentamálaráðið hevur frá Finska undirvísingarmálaráðnum, har sagt verður, at umleið 98% av børnunum í Finnlandi ganga í forskúla, sjálvt um tað ikki er lógarkrav.”
Tað
er bara tað, at tað Bjørn Kalsø kallar “forskúlar” í Finnlandi, lítið hevur at
gera við ta skipan, ið Mentamálaráðið ætlar at knæseta í Føroyum.
Hesir fýra: Stig Broström, professor mso
ved Aarhus Universitet (DPU), cand.psych. John Andersen, cand.pæd.pæd. Søren
Gundelach og redaktør Kjeld Rasmussen fra UdviklingsForum skriva í eini
grein: Hvad er det, de Finner kan? frá 2012, um finsku
skúlaskipanina, um tað, ið Bjørn kallar finsku ”forskúlarnar”:
” En meget stor forskel i forhold til Danmark er, at børnehaveklassen er funderet i børnehaven og ikke i skolen. Dette skal ses i sammenhæng med, at børnehave og skole har et meget tæt samarbejde – både lovgivningsmæssigt og lokalt, praktisk.
Den overordnede tilgang (mål, principper m.m.) med dagtilbuddene er meget lig de danske. Der bliver lagt vægt på både omsorg, trivsel og udvikling samt på læring og man bruger bevidst begrebet educare for at markere enheden af pædagogik (education) og omsorg (care).”
Hetta er also ein
heilt onnur tilgongd, enn teir forskúlar, ið Bjørn tosar um, hvussu árið millum 6 og 7 hjá børnunum í Finnlandi er
skipað. Tað er grundfest í dagstovnunum, harumfram er tað frívillugt hjá
foreldrunum,um tey velja hetta tilboðið, gera tey ikki tað, so halda børnini
bara fram í vanliga dagstovninum; men tað er púra rætt, at hetta er eitt
populert tilboð, ið 98% av foreldrunum velja.
Har eru nógvir
aðrir munir, í mun til forskúlatilboðið hjá Mentamálaráðnum, men tað verður ov
drúgt at koma inn á her beint nú. Men
hetta er also ikki tað slagið av forskúla, ið Bjørn og Mentamálaráðið arbeiðir
við, tí er tað ikki satt, tað ið hann sigur. Gunvør Balle hevur rætt í tí hon sigur: Børnini í Finnlandi fara í skúla sum 7 ára gomul.
Annars fari eg at
viðmæla øllum at lesa framúr greinina hjá: Johannu Lindenskov Joensen, námsfrøðiligum ráðgeva og Marjuni Nielsen,
sálarfrøðingi: Nær skal barnið í skúla?
Her fæst ein vala lýsing av øllum
problematikkinum.