Tað
eru summir dagar í vikuni, ið gerast øðrvísi, ein slíkan havi eg havt í dag. Og
fari eg at siga: “Mangt skal ein hoyra,
áðrenn av dettur oyrað.” Hví eg taki
so til? Jú, knassarnir báðir Jóan Pauli Joensen, professari, fyrrverandi
rektari á Fróðskaparsetri Føroya og formaður í stýriskipanarnevndini og Hans
Trygvi Teirin, løgfrøðingur, ið javnan førir seg fram í miðlunum, sum rættvísisapostul,
eru farnir at tosa um fólkaræði.
Jóan
Pauli Joensen sigur á Vágaportalinum:”Hvussu
skulu vit líta á eina Rættarnevnd, sum ivast í, hvar rættur er?... Hvar er
ábyrgdin og hvar er álitið?” Meðan Hans Trygvi Teirin sigur á einum fundi
í Eldramálið í Miðvági í gjárkvøldið: “ Øll
hava rætt at siga sína hugsan, men tað skal sjálvandi vera undir ábyrgd... Vit
hava eina mentan, har vit ikki tora at siga okkara meining á røttum staði.”
Eg meini so við! Sjálvur havi eg upplivað eitt sindur sermerktu tolkingina av fólkaræðinum hjá hesum báðum stavnunum, og
tá sigi eg tað pent. So tað einasta eg havi hug at siga er:”Nógv fyri at hoyra lús hosta og loppu goyggja.”