3. marts 2013

Um at vita og ikki gita


Nú er tað so, at øll framkomin lond, ið vit samanbera okkum við, hava framkomna  gransking av skúlaverki og dagstovnaøki teirra. Javnan verða gjørdar eftirmetingar og korrigeringar og nýggjar raðfestingar.

Einki av hesum hava vit, tí hava vit ikki nakað haldgott metingargrundarlag fyri nøkrum, hvørki dagstovnum, forskúlum ella skúlum.

Allar okkara metingar eru grundaðar á stórt sæð persónligan yvirbevísing, støðutakan og meting.

Tað er í fínasta lagið at siga, at mítt barn treivst á dagstovni, forskúla ella í skúla ella tað øvugta, tað eru privatar sannføringar og royndir. Men tað sigur einki um dygdina í nøkrum sum helst, tað verði seg dagstovni, forskúla ella skúla, tað hava vit ikki heimligar metingar at byggja okkara grundgevingar á.

Tí eru vit noydd til at hyggja eftir útlendskari gransking, tí vit hava onga. Tað er púra rætt, at Jógvan Philbrow mest brúkar angelsaksiska gransking, frá einum skúlaverki, ið ikki líkist okkara. Men hann vísir eisini á eina haldgóða finska keldu, og Finnland er jú fyrimyndin hjá øllum Norðurlondum. Samstundis vísir hann á ein estimeraðan danskan barnagranskara, Erik Sigsgaard.

Men annars stuðlar samasvarandi gransking í Norðurlondum væl uppundir teir granskarar, ið Jógvan vísir til.

Ynskiligt hevði verið, at kunnað bygt á heimliga gransking. Men hana hava vit ikki, tí kunnu fólk við serkunnleika innan økið, bara meta um, nær útlendsk gransking allarhelst eisini sigur nakað um okkara heimligu viðurskifti.

Har vita vit alt ov lítið enn, um okkara heimligu forskúlar, til at kunna siga nakað við vissu um teir. Teir hava verið til í so stutt tíðarbil, at lítið og einki kann sigast um teir enn, tíansheldur grunda yvirskipaðar avgerðir á akkurát hesar avmarkaðu royndir, ið heldur ikki eru vísindaliga eftirmettar.