21. marts 2013

Vilkorini hjá børnum og ungum


 
Tað er eingin ivi um, at punk  6. í fokusøkjunum hjá granskingarráðnum: Hvussu búgva vit fólkið til framtíðar avbjóðingar? Har eru eisni vilkorini hjá børnum og ungum við. 

Hvussu vit fáa dagstovnar og skúlar, ið eru mentir til framtíðar avbjóðingar og samstundis eru barnavinaligir. 

At vilkorini hjá børnum og familjum teirra ikki eru av teimum bestu, hava vit allar ábendingar um: 

Vit hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í Føroyum eru tað 5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri Danmark er umleið 1%. 

Títtleikin av happing er væl hægri enn í hinum Norðurlondum 16 %,  meðan hann t.d. í Danmark, sambært seinastu kanningunum, er 6 %. 

Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum børnum og ungum seg, at hava verið fyri digitalum ágangi á sosialum miðlunum og um sms. 

Sjálvandi er talið av børnum og ungum, ið fáa posttraumatiskt stess, eisini hægri í Føroyum, enn í hinum Norðurlondunum, sambært granskingarúrslitum hjá Tóru Petersen.

Í eini samanberandi kanning við Ísland, so eru tølini fyri føroyska ungdómin, eisini væl hægri, tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu nógv tey roykja, hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava,  og so framvegis t.d. samborið við Ísland.
Eitt ungamannafelag, hjá flokki í samgongu, mælir til at avtaka útbúgvingarstuðulin, og leggja hann um til lán. Almenn vitan er, at hetta bara gongur út yvir tey, ið ikki eru skúlavon, og tey, ið ikki hava múgvandi foreldur.
Tølini siga, at 80.6% av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn 5 ár, eru í fátærkaváða.
Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífald so stórt, sum hjá monnum.
53,7 % av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) við einum barni undir 5 ár eru í allið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum fátækraváða.
Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum. 

Tá ið vit so samstundis vita, at bústarviðurskiftini í landinum eru av slíkum slagi, at tað neyvan hevur sín líka í øðrum Norðurlondum, samstundis við at príslegan liggur um 30% omanfyri hana í t.d. Danmark, og at lønarlagið er lægri í Føroyum og sosialu veitingarnar verri, ja so er nokk at tríva í fyri at tryggja vilkorini hjá framtíðar børnum og ungum.