22. januar 2014

Um at hava líka lítið skil fyri tí mann ger, sum hundur upp á himmiríkið


Eg havi sitið og lurtað eftir endursendingini av radaranum í útvarpinum, har kjak var millum Sólju í Ólavstovu, Marjun Hanusardóttir og Eyðun Christiansen, um rættartrygdina og  um møguleikarnar hjá umsiting okkara at taka tryggar, professionellar avgerðir í einum lítlum samfelag, merkt av nepotismu og oftani krotusmiðuavgerðum. Eg beit merki í, at Marjun Hanusardóttir vísti á, at umsitingin var tann, ið var garanturin fyri at fakliga støðið var hildið, og røttu avgerðirnar tiknar. Sum rætt er, so vísti hon á, at hetta kann fáa vanlukku fylgjur fyri alt samfelagið, um ikki rætt er atborðið, tí okkara fakliga umhvørvi og ikki minst okkara almenni ofta er veikt, vit eru so fá, tí fáa tey, ið taka avgerðirnar ikki altíð tað neyðuga mótspælið.



Men hvat gera vit so, tá ið tað er umsitingin sjálv, ið svíkir. Eitt tað grefligast dømið eg kenni er, tá ið uppskot til nýggja læraraútbúgving og pedagogútbúgving varð gjørt. Ein trímannanevnd sat og snikkaði hettar til: Ein deildarstjóri í Mentamálaráðnum – fyrrverandi landsbókavørður – var formaður í nevndini. Hinir báðir limirnir vóru táverandi rektarin á Føroya Læraraskúla og ein skrivari, eitt embætisfólk í Mentamálaráðnum. Tann einasti, ið hevði eitt lítið sindur av innliti í læraraútbúgvingina var læraraskúlarektarin, hann hevði eina gamla læraraútbúgving, og hevði eitt stutt tíðarbil verið lærari á einum kristnum frískúla í Keypmannahavn. Pedagogútbúgvingunum hevði hann einki skil á. Hinir báðir høvdu ongantíð havt nakað við lærara- og pedagogútbúgvingar at gera. Kortini hildu teir seg til, hesir stavnarnir. So skuldi mann trú, at hesir søktu sær serkøna hjálp, nei, tað gjørdu teir ikki, einastu, ið vórðu spurd, vóru fólk, ið vóru eins óvitandi um økið, sum teir sjálvir. Alt varð konfirmerað av táverandi rektaranum á Fróðskaparsetri Føroya, ein professari í fólkaminnisfrøði.




Um hesar avgerðir teirra fara at fáa ávirkan á framtíð okkara? Man tað ikki verða?