9. januar 2013

Happiumhvørvi – fyrrverandi Føroya Læraraskúli

Eitt happiumhvørvi – ið neyvan hvørvur av sær sjálvum



Eg havi sitið og hugt eftir programminum hjá Mygind, um happing og um at basa happing, nakað hann átekur sær, orsaka av einum sera traumatiskum upplivilsi hjá soni sínum av ráum yvirgangi.

Tað er altíð sárt hjá foreldrum at síggja børn síni líða, ikki minst undir happing. Sær við lið hevur hann serfrøðingin, Helle Rabøl Hansen, ið er ein teirra, ið hevur staðið fremst í Danmark at endurskoða okkara fatan av hvat happing er, at tað meira er talan um ónd sosial mynstur heldur enn ónd menniskju.

Sjálvandi slepst ikki undan menniskjum, ið onkursvegna eru til eina ella aðra síðu, tað kann vera orsaka av kærleiksleysum uppvøkstri ella øðrum, og kann tað hava happiatburð við sær, sleppa tey framat; men í einum góðum sosialum umhvørvi sleppa tey ikki framat, meðan tey sleppa framat í einum vánaligum sosialum umhvørvi, umframt at tey einki læra í tí vánliga umhvørvinum um rættan sosialan verimáta saman við øðrum, tí tað vánaliga umhvørvið allatíðina reproduserar tað vánaliga mynstrið, so happingin gerst eitt sosialt mynstur.

Men sum útgangsstøði er tað soleiðis, at tað “ónda” sosiala umhvørvið framleiðir bæði happara/happarar og offur. Tað skal ikki dyljast, at tað nemur við nakrar sterkar kenslur í mær og eina djúpa sorg, tá eg síggi slíkar sendingar, tí eg komi at minnast til, hvat mær er viðfarist á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya (fyrr: Føroya Lærara- og Pedagogskúli).

Gott nok er rektarin, ið tá var, farin úr starvi, hesin var ein av høvuðsviðlíkahaldarunum av einum vánligum sosialum umhvørvi, ið loyvdi  happing. Vánalig leiðsla liggur oftast til grund fyri einum vánaligum umhvørvi. Eisini er rektarin á sjálvum Setrinum farin; sjálvt um hesin væl kendi til støðuna, so gjørdi hann einki við tað.

Tað, sum veruliga kann bekymra meg, eisini tí at eg dagliga arbeiði við happiproblematikkinum, er, um happiumhvørvið enn er til á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Føroya. Tað er nevniliga soleiðis, at mynstrið kann saktans varðveitast, sjálvt um onkrir av høvuðsaktørunum fara úr starvi.

Ónda mynstrið verður ikki brotið, fyrr enn arbeitt verður við øllum sosiala mynstrium, ið er upphavið til at happing verður loyvd. Mær vitandi er einki gjørt við hesi viðurskifti á stovninum, og flestu av lærarunum, ið luttóku í happingini og eltibløðrurnar hjá rektaranum eru í starvi har enn.

Tað er ikki ein hugnaligur tanki, at staðið, ið skal útbúgva okkara komandi lærarar og pedagogar, hesi, ið eru tey fyrstu, ið eiga at basa happing millum børn, kanska sjálvi eru eyðkend av og útbúgvin í einum umhvørvi, ið loyvir happing.

Kanska tað ikki er í útbroti beint nú, men latent er tað har, so leingi einki verður gjørt við tað – og ikki minst at eingin torir at seta orð á tað, men flýggjað verður undan veruleikanum.

Aftirundirgerðin hvørvur ikki av sær sjálvari, men tekur seg allatíðina upp aftur.