Herfyri las eg onkunstaðni, hesi orð, fyrra partin, um at seta
orð á sínar kenslur, eri eg sum so samsintur í, men so kemur tað: “Tá ið eg
gekk í skúla, kendi eg nóg illa til orðaflokkin, miðalvarpingar. Nú er hesin
næstan størsti orðaflokkur. Syrgilig er støðan.”
:,: tú mátti liva
í sorg og sút -
so hevur lív títt
gingið. :,:
Vit siga, at
móðurmálið er eitt kenslumál. Tað merkir, at vit lýsa okkara kenslur á
móðurmálinum. Vit eiga ikki at duga at lýsa okkara kenslur á donskum ella á
enskum. Samskifta børn og ung ikki við síni foreldur um sínar kenslur, men við
eitt telduspæl ella eitt sjónvarp, ið ikki er á móðurmálinum, so duga tey ikki
at lýsa, hvussu tey hava tað. Við hesum hava vit ein dupultan trupulleika.
Annar er, at børn og ung ikki duga móðurmálið, og hin er, at børn og ung ikki
duga at seta orð á sínar egnu kenslur. Tað er onki minni enn ein sorgarleikur.
Tá ið eg gekk í skúla, kendi eg nóg illa til orðaflokkin, miðalvarpingar. Nú er
hesin næstan størsti orðaflokkur. Syrgilig er støðan.
Sum eg eri móður av hesum sjabbinum
um, at børn og ung ikki duga móðurmálið. Ja, tað kann gott verða, at tey ikki altíð eru so køn í tí, ið
summi siga, er móðurmálið, men hvør dugir tað, uttan tey, ið hava uppfunnið
tað.
Men enn tú gleðir
hvønn tann mann,
ið føroyingur vil
vera,
Tey ungu og børnini duga frágera væl
at samskifta og siga frá sínum kenslum, á einum máli, ið er teirra móðurmál. Eitt
føroyskt gerandismál, ið livir sítt lætta lív. Tað broytist, har legst afturat, gamlir
týdningar fáa nýggjan týdning, sumt dettur burtur, málið hjá teimum ungu er,
sum øll livandi mál, tað veksur og broytist.
Í mínum dagliga arbeiði tosi eg nógv
við børn og ung. Tey eru sjáldsama viðeirilig, gløgg og duga væl at seta orð á
sínar kenslur. So nógv betri enn, tá ið eg var barn og ungur. At tosað verður
ov lítið vi børnini og tey ungu, eigur ikki at lastast teimum, men heldur einum
samfelag, ið misrøkir sínar skyldur yvirfyri børnum og ungum.
og hann teg aldri
gloyma kann,
men teg í minni
bera.
Halda vit áfram við hesum
mjørkatosinum, um at tey ikki duga móðurmálið, og bara sita framman fyri telduni – ið er teirra
amboð, og ikki okkara – so leggja vit lunnar undir, at jakstra enn fleiri av
landinum; hvør tímir at vera í einum landi, har tú dag um dag hevur fyri oyrað, at tú ikki dugir tað málið, ið tú
samskiftir við dagliga, og sum tínir
javnaldrar væl skilja.
Vær drekkum glaðir
tína skál,
og so vár ynski
ljóða :
Tíma vit ikki børnini og tey ungu, lurta eftir hvat tey hava
uppá hjartað, og taka tey í álvara, so stendur ikki til bót. Tosa vit heldur um málsligar sorgarleikir, ið ikki eru
til, og geva teimum kensluna av, at tey eru upphavið til henda sorgarleikin, so
svíkja vit okkara uppgávu, sum vaksin.
Nei, eg kendi heldur ikki miðalvarpingar,
tá ið eg gekk í skúla, og hvat so? Eg skilti einki av tí, ið føroysklærarin – ið
var av fittastu fólkum – royndi at læra meg, tí heldur ikki tá var hetta
móðurmálið hjá børnum og ungum. Málsligi veruleikin tá var knýttur at gamla
bóndasamfelagnum. Sluppirnar vóru akkurát komnar til landið, í tí skúlatilviti
eg fekk sum barlast, og satt at siga, havi eg ikki kunnað brúkt tað tíl nakað í
nútíðini. Og so gamal eri eg heldur ikki.
:,:
Várt kæra, gamla móðurmál,
hav langa framtíð og góða ! :,:
So hvat við at læra eitt móðurmál,
ið hevur røtur í veruleikanum og samtíðini?
Men
enn tú gleðir hvønn tann mann,
ið
føroyingur vil vera,
og
hann teg aldri gloyma kann,
men
teg í minni bera.
Vær
drekkum glaðir tína skál,
og
so vár ynski ljóða :
:,: Várt kæra, gamla móðurmál,
hav langa framtíð og góða ! :,: