Happing í fólkaskúlanum er ikki orsaka av einkultum
persónum, men er orsaka av ótta í flokkinum.
Hetta er
staðfest av granskarum frá Danmarks Pædagogiske Universitet, ið leingi hava
havt happing, sum serstakt granskingarøki, hetta er gjørt við, at tey hava
fylgt nógvum flokkum og havt samrøður við børn og lærarar. (EXBUS DPU 2011)
Fokus hevur verið á einstaklingin, ein feilur í
persónligheitini, hjá ávikavist tí happaða ella happaranum. Í staðin fyri at
leggja happingina til einstaklingin, verður nú sagt, at happing er eitt tekin uppá stóran sosialan
ótta í bólkinum – eina sjúku í flokkinum/systeminum.
Tað eru vit vaksnu, ið hava ábyrgdina av einum umhvørvi,
ið antin loyvir happing ella forðar fyri henni.
Happing er úttrykk fyri sosialum ótta. Óttin fyri at
verða útihýstur. Nakað tað harðasta eitt menniskja kann vera úti fyri er
útihýsan úr felagsskapinum. Menniskjan verður til í felagsskapi við onnur.Tí
gera menniskju hvat tey kunnu fyri at verða í felagsskapinum. Øll kunnu gerast
happarar ella verða happað.
Tað er ikki persónurin, ið er problemið, men
problemið, ið er eitt problem.
Øll gransking vísir, at happing snýr seg um
ónd mynstur millum børnini og ikki ónd børn.
Børnini kunnu koma inn í nakrar óhóskandi
rollur.
Barnið verður ikki føtt sum antin happari ella offur,
tað liggur ikki í genunum. Tað er í samskiftinum við okkum vaksnu, tað lærir at
verða til, tí er tað ábyrgdin hjá tí vaksna at siga frá í orði og gerningi.