- Tað er harðliga tiltrongt, at hugt verður eftir praksispartinum av verandi læraraútbúgving – og pedagogútbúgvingini. Tí har hongur einki saman, tann teoretiski parturin fyllur so nógv í mun til tann praktiska, at tað at læra at gerast lærari ella pedagogur er ein viðfáningur, har vit skuldu hildið at hetta var høvuðsendamálið. At fara at kanna, hvussu hetta nú kann endurskipast og lata seg gera at samskipa teori og praksis er eisini í fínasta lagi.
Tað, sum er so paradoksalt er, at meðan Jóannes Hansen var rektari á lærarsskúlanum, royndi hann alt hvat hann kundi, at sleppa av við teir undirvísarar á Læraraskúlanum, ið seriøst royndu at skapa betri samband millum teori og praksispartin av útbúgvingunum. Hetta eydnaðist honum eisini sera væl. Og varð hann væl og í øllum stuðlaður av táverandi rektara fyri alt samanlagda Fróðskaparsetrið: Jóan Paula Joensen, professara.
Árini 2007 til 2009 ger ein arbeiðsbólkur undir Mentamálaráðnum uppskot til nýggjar lærara og pedagogútbúgvingar. Tey, sum manna henda bólkin eru:
Formaður Martin Næs, deildarstjóri á MMR, fyrrverandi landsbókavørður
Jóannes Hansen, táverandi rektari á Føroya Læraraskúla og annars studentaskúlalærari í Eysturoynni
Skrivari: Jørgen Meitelberg, fulltrúi á Mentamálaráðnum, hesin hevur onkra akademiska útbúging, men mær vitandi ikki eina útbúgving, ið hevur nakað við hvørki lærara ella pedagogútbúgving at gera.
Longu í skrivi, dagfest 4. Juni 2008, boðar Jóan Pauli Joensen, professari og komandi rektari fyri samanlagdu stovnarnar frá at hann stuðlar arbeiðsbólkinum í øllum.
Hetta er áðrenn arbeiði við at skipa nýggju útbúgvingarnar er farið í gongd.
Eyðkent fyri allar hesarn fýra er, at teir onga vitan hava um útbúgvingarnar og ongar royndir við teimum. Jóannes Hansen hevur eina læraraútbúving frá fyrst í áttatiárunum, men annar eina ógvuliga avmarkaða vitan um lærarútbúgvingar og als ongar royndir. Um pedagogútbúvingarnar hevur eingin teirra ta minstu hóming ella innlit. Alt hetta sæst eisini aftur í arbeiðinum hjá bólkinum, ið fer fram millum 18. apríl 2007 og 11. november 2009.
Øll søgan um, hvussu nýggju lærara og pedagogútbúgvingarnar vórðu til, er lítið tespilig og verður ov drúgført at koma inn á tað her.
22. september 2014
Ein lítið uppbyggilig søga um lærara og pedagogútbúgvíngarnar
Abonner på:
Opslag (Atom)