18. februar 2013

Gævið tað ikki var satt!


 
Tað er tá ótrúligt. Nú hevur Mentamálaráðið aftur sett av resursir til at testa børnini í 4. flokki og 6. flokki. Ja,  tey hava sogar ráð til at royna eina digitala test. Samstundis við, at alt annað virksemi í skúlunum verður niðurlagað.
Tá ið vit so eisini vita, at trivnaður í skúlanum er ein fortreyt fyri læring, og vit vita frá álítandi kanningum – ið Mentamálaráðið sjálvt hevur bílag – at 16 % av øllum børnunum í fólkaskúlanum javnan verða happaði – tað er onkunstaðni millum 1000 og 1200 børn. So stendur tú spyrjandi. Hetta er eitt tal, ið liggur væl omanfyri tað hjá teimum londum, ið vit plaga at samanbera okkum við.
 
Mentamálaráðið setur als ongar resursir av til trivnaðin hjá børnunum ella miðvíst at steðga happingini. Talið av børnum, ið ikki trívast eru so nógv fleiri enn tey, ið nú skulu testast; tað hevur Mentamálaráðið ráð til, sjálvt um úrslitini av slíkum testum – milt sagt – er ivasamt.
Hetta er eitt løgið og óhugnaligt samfelag vit hava, har ovastu skúlamyndugleikarnir og Mentamálaráðið medvitið lata børnini mistrívast.