19. august 2013

Í ÓÐUM VERKI


 

 
 
Tá ið eg upprunaliga skrivaði hesa grein, var kunngerðin um forskúlar ikki sett í gildi, men sama dag, sum seinni partur av greinini varð prentaður í Sosialinum, fríggjadagin 16. august, varð kunngerðin lýst á Kunngerðarportalinum. Tað var mín vón, tá ið eg skrivaði greinina – akkurát, sum so nógv onnur frammanundan mær hava roynt – at fáa Mentamálaráðið at hugsa seg um, og fara í dialog við øll fakfólk á økinum um tilboðið til tey 6 til 7 ára gomlu. Tað er so ikki eydnast. Mentamálaráðið hevur ikki lurtað, og hevur av sínum eintingum bara sett hesa forskúlakunngerð í verk - við so gott sum ongum grundarlagi og við ongari fakligari grundgeving. 
Tað ger so ikki greinina minni aktuella – heldur tvørturímóti – tí at fakligu argumentini bara eru ein eyka undirstriking av, hvat er farið fram, og hvussu vónleyst tað kann vera at argumentera fakligt við hægstu myndugleikar okkara. Men slíkt afturstig sum hetta skal kortini ikki halda okkum aftur í at brúka orðsins makt. 
Tí, sum kvøðið verður: 
Og de dansed dem på slottet ind
- slottet det er vundet;
med dragne sværd under skarlagensskind.
For Erik konge hin unge;
med dem så vare de,
for hannem så dansed de.
 


 

 

Leið meg út á villar víddir, har lívið leika skal

Ein forskúlakunngerð og ein forskúlaroynd

Sjódregil fyri landi stendur,
man til bøndur tala:
"Tungligt er, tá undangongan
endar aftur á hala."
Grái táttur ella bóndatátturin, 1938 

 

Seinastu 20 – 30 árini er stovnsliggeranin av barndóminum í Føroyum vaksin við risafetum. Hetta hevur eisini havt við sær, at børnini í mestan mun sita inni og læra. Tað eyðkennir menningina og læringina hjá teimum. Ístaðin fyri at læra av lívinum, læra tey um lívið. Men tað at læra um gerst ofta øgiliga skjótt minni hugaligt og stuttligt hjá børnunum, soleiðis, at læringin verður merkt av tvingslig og er ónattúrlig, samanborið við at læra av.