28. februar 2013

Er landsverkfrøðingurin ein pussfiskur?


Skeltingin millum bygda í Føroyum er ikki millum tær mest framkomnu í
heiminum. Tað gongur so dánt hjá okkum innføddu, tí vit bæði í skúlanum og seinni í lívinum hava lært, hvar hesar ymisku bygdirnar og støðini í landinum eru.

Tá ið tú býrt í verðsins nalva, so veits tú t.d. væl, at bygdirnar í Norðuroyggjunum liggja eystanfyri. Men fyri tann neyðars útlendingin, má tað vera eitt løgið upplivilsi at koma higar til landa, har tú mást gita teg fram til, hvussu langt tú skalt koyra fyri at koma higar og hagar, og ikki minst hvar endastøðin er, tí skeltingin er bara fyri staðkend og kanska seyð, ið dugir at lesa.

Men hetta er kanska eitt turistátak: Kom til Føroyar og koyr sjálvur, gita so aftaná hvar tú hevur verið. Fyrsta virðisløn er eitt Føroyakort og ein mussur frá Landsverkfrøðinginum.

Men av og á gerst skeltingin ikki sørt margháttlig og ein gáta, eisini fyri  okkum, ið búgva her.

Á vegnum úr Norðskálatunnlinum, suður eftir, beint áðrenn Magnstøðina og brúnna, stendur stórt gult skelti, ið sigur tí ferðandi frá, at nú eru 38 km eftir  til Havnar. Tú fegnast, nú er sivilisatiónin og kaféirnar í nánd. Eina løtu seinni, tá ið tú hevur koyrt framvið Streymnesi, ert komin um oyrina til vegin inn til Hvalvíkar, so er aftur upplýsandi skelti, ið sigur okkum hvussu langt vit nú hava til Listaskálan og Norðurlandahúsið, ið vit mentaðu frekventera, men gakk, nú stendur á skeltinum at tað eru 41 km til Havnar. Enn longri er til Høvuðstaðin og burtur frá bygdafrellunum.

Nú var eg ikki nakar roknimeistari, tá ið eg gekk í skúla, men allur mín tillærdi kunnleiki sigur mær, at longri tú koyrir móti einum máli, stytri er til tað. Men ikki her, her verður tað longri til málið meira tú nærkast. Eg veit ikki um hetta er eitt sjáldsamt náttúrfyribrigdi, ið ger seg galdandi her, á sama hátt, sum tað ikki er flóð og fjøra í Sundalagnum. Ellar er tað bar landsverkfrøðingurin, ið er ein pussfiskur?

Til troyst og uppbyggingar ;-)

OECD:  PISA 2009 Results: What Makes a School Successful?

 

Skúlaverk sum eydnast væl - tey sum hava úrslit omanfyri miðal og har týdningurin av sosio-økonomiskari bakgrund er minni enn miðal - geva øllum næmingum, óansæð sosio-økonomiskari bakgrund, javngóðar møguleikar at læra.

 

·        Í londum, har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, eru úrslitini, sum heild, verri. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Í londum har næmingar kunnu dumpa og skula taka ein flokk umaftur, hevur familjubakgrund størri ávirkan á førleikan máldur í PISA.

 

·        Í londum har næmingar verða býttir upp eftir førleika, fer samlaða úrslitið ikki upp, og yngri næmingarnir eru, tá uppbýtið fer fram, størri týdning fær familjubakgrund uppá PISA-úrslitið.

 

·        Í skúlaverkum har tað er vanligt at flyta veikar ella órógvandi næmingar úr skúlanum, er samlaða úrslitið verri, og javnstøðan minkar. Sama er galdandi, um man samanber skúlar innanfyri lond.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva skúlum sjálvar at avgera pensum og at velja um hvat og hvussu royndir skulu brúkast.

 

·        Flestu vælvirkandi skúlaverk loyva IKKI kapping millum skúlarnar um næmingar, tvs. einki frítt skúlaval.

 

·        Tá hædd er tikin fyri sosio-økonomiskari bakgrund og demografiskari næmingasamanseting á skúlunum, standa næmingar á privatskúlum og í almennum skúlum (fólkaskúlanum) seg eins væl.

 

·        Skúlaverk sum eru søgd at vera vælvirkandi brúka nógvar pengar uppá útbúgving, og raðfesta læraraløn hægri enn at hava smáar skúlaflokkar.


Kelda:
http://www.oecd.org/document/35/0,3343, ... _1,00.html