16. november 2013

"Eingin er fullspottaður..."


 






Eitt orðafelli er til á føroyskum, ið sigur soleiðis: ” Eingin er fullspottaður,  fyrr enn hann spottar seg sjálvan.

 Hetta orðafellið kom mær í hug, tá ið eg sá hesa fráboðan:
 
Fólkavald

Alment tiltak verður leygardagin 16.11. kl. 14:00

Byrjað verður í Løgtinginum.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, tekur ímóti, vísir runt og greiðir frá.

Kl. 15:00 hevur Jóannes Hansen, cand. mag. og valserfrøðingur, framløgu um val, valskipanir og vald í Losjuni á Tinghúsvegnum.
Síðani verður bólkakjak og samanumtøka.
Tiltakið er av kl. 18:00

Tiltakið er ókeypis.

Fakfeløg, áhugafeløg og ungmannafeløg

 

Tað er ikki hissini umboð - hesin seinni luttakarin - fakfeløgini velja sær til framsøgumann. Eg sat sjálvur sum nevndarlimur í fakfelag, tá ið hesin var leiðari fyri stórum almennum útbúgvingarstovni.

Bæði meðan eg sat sum nevndarlimur, og áðrenn, vóru tað ikki fáa mótmæli, fakfelagið eg umboðaði, skrivaði um tey brot á okkara sáttmála, ið fóru fram undir hansara leiðslu. Og ikki minni tað stríð, paraplyfelagsskapurin, ið vit vóru partur av,  høvdu við hendan luttakaran fyri sáttmálabrot, fyri fyrilitarleyst at skúgva til viks ásetingar í sáttmála okkara og ikki at halda starvsfólkapolitikkin hjá tí almenna.

 


Hesi mótmæli vóru ikki bara skrivaði til hansara persónliga, men eisini til lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðið og til táverandi rektaran fyri Fróðskaparsetur Føroya, umframt fundir við partarnar, ið varðaðu av.
Ikki minni mælti fakfelag mítt frá at søkja størv á stovninum, hann var leiðari á, so leingi sáttmálin ikki varð hildin og starvsfólkapolitikkurin hjá landinum ikki fylgdur.