14. marts 2014

Eru lærarar útbúnir til at taka sær av foreldrasamstarvinum?





Eg havi lurtað heila tvær ferðir eftir sendingini Radaranum í dag, har formaðurin í Lærarafelagnum, forkvinnan í felagnum Skúli & Heim, og leiðarin í Badmintonhøllini viðgjørdu hasa vælsignaðu klummuna hjá Rudi Heinesen um ábyrgdarbýtið millum skúla og heim.

 

Eitt eg beit merki í var, at formaðurin í Lærarafelagnum legði dent á, at skuldi meira skipað samstarv verða millum skúla og heim, so var neyðugt, at læraranir vóru útbúnir til tað. Nú havi eg havt ábyrgd av, at útbúgva lærararnar í teimum pedagogisku fakunum í nógv ár á Føroya Læraraskúla. Eg fór at ivast í, um eg hevði forsømt mítt arbeiði og ikki tikið tann problematikkin upp: samstarvið millum heim og skúla í útbúgvingini. Eg fór í at hyggja míni pappír ígjøgnum. Tað er ikki eitt ári eg ikki saman við mínum psykologkollegum  taki evnið upp. Nú kann tað sjálvandi verða, at orsøkin til, at tað kanska ikki hevur rinið við er, at eg eri ein vánaligur undirvísari, ta forkláringina skal eg als ikki útihýsa. Men hin forkláringi er, hvussu lærugreinarnar og evnini vórðu fataði á Læraraskúlanum. Har var tað soleiðis, at linjugreinarnar vórðu hildnar at vera tað, ið hevði allarmesta týdningin, og so vóru pedagogisku-psykologisku lærugreinar nakað, mann bara var noyddur til at hava, við meira ella minni hugi. Eg skal ikki lasta tey lesandi fyri handan hugburðin, tí hann var minst líka so nóg ráðandi millum fak-fak lærararnar á  Læraraskúlanum. Men at tað er blivið undirvíst í skúla heim samstarvi er í øllum førum vitnifast.

Hvussu støðan er nú í útbúgvingina av lærarum og pedagogum, kann eg av góðum grundum ikki úttala meg um, tí eg eri persona non grata á Námsvísindadeildini. Men sum eg havi skilt, so verða nógv av teimum meira serstøku evnunum: sum t.d. foreldrasamstarv, serøkið o.s.fr. ofta avgreitt við nøkrum fáum felags fyrilestrum. Sum sagt er hetta bara nakað eg hoyri, eg veit tað ikki við vissu, men um so er, so eru hvørki komandi lærarar ella pedagogar fult brynjaðir til tann ovurtýdningamikla partin av arbeiði teirra, ið er professionella samstarvið við foreldrini.