“Sorrig og glæde de vandre til hobe”
Thomas Kingo 1681.
Er tað nakar longur, ið ikki
skilur, hví fólkatalið minkar og tey ungu ikki vilja koma heim aftur. Í morgun
fara avvarðandi at eldri á bústovnunum at ganga mótmælisgongu at handa
landsstýriskvinnuni mótmælisskriv um ábyrgdarleysu skerjingarnar á eldraøkinum –
og starvsfólkini, ið eiga at vera tey fremstu at verja tey eldru, hava fingið
munnkurv .
Gerst tú sálarliga sjúkur, er lítil og eingin hjálp at heinta, psykiatriska økið er um at
hokna, og er vanvirðisligt fyri tey, ið sjúk eru , og skulu vera har, hóast
alt starvsfólkið ger teirra skyldu hvønn tann einasta dag, og nú seinast, so feldi samgongan eitt uppskot
um eitt alneyðugt Fountain House.
Fólkaskúlaøkið er nú so ógvusliga niðurskorið, at nú merkist tað væl hjá teimum, ið eru
ringast fyri – hóast lærararnir hvønn dag royna at gera teirra besta. Niðurskurður í fólkaskúlanum
gongur altíð fyrst útyvir tey, ið hava tørv á mestu hjálpini frammanundan og hava
størstu trupulleikarnar. Happingin er umfatandi í skúlunum og í hesi støðu ætla
myndugleikarnir, at enn fleiri børn skulu ganga har í forskúla.
Eitt gleðiligt er, at
Norðurlandahúsið, ið fyri pengar úr hinum Norðurlondum, hevur ríkað okkum
gerandisdagin og gjørt hann til sunnudag í tretivu ár, í dag fyllur. Almennu umboðini
fyri landsstýrið fara allarhelst at flyta fram røðu um stóra týdningin av
mentan, samstundis við at tey skerja føroysku mentanina niður at pínumarkinum.
Men allir føroyingar skulu hava
eitt stórt tillukku við Norðurlandahúsinum, ið lýsir upp í sjálvgjørda
myrkrinum hjá okkum, og ikki minst ein heilsan til allar føroyingarnar í
útlegd, ið ikki kunnu vera saman við okkum í dag og fegnast saman við okkum–
vit sakna tykkum hvønn dag.