Nógv hevur verið frammi um
elitu í seinastuni, serstakliga um elituflokkar í fólkaskúlanum, hetta kemur
lutvíst av fótbóltsflokkinum í kommunuskúlanum, og lutvíst av, at summi halda,
at tey, ið eru væl fyri fáa ov lítið burturúr í fólkaskúlanum, sum er.
Latið okkum nema eitt
sindur við hugtakið elita. Tað er soleiðis, at lærarar (og sostatt skúlar og
skúlahugsanir) og journalistar, ber til
hjá flest øllum at diskutera og hava eina meining um. Hetta kemst eyðvita av, at øll hava sínar royndir á hesum økjum, tí eisini
meiningar. Øll, bæði leik og lærd.
Tað ger tað øgiliga ringt
at hava eina professionella fakligheit á hesum økjum, men hinvegin er tað
ógvuliga avbjóðandi, tí at tú verður noyddur til at gera tínar hugsanir
greiðar, og at kunna tosa við fólk av øllum slagi. Vansin er, at tað oftani er
ringt at føra eitt fakligt kjak á høgum støði, tí tað verður blandað við
persónligar holdningar, har tann einstaki tekur støði í egnum upplivilsum. Tað
er tað ikki nakað galið í, men nettupp tí tað eru persónligar upplivingar,
forðar tað oftani fyri einum meira prinssippiellum kjaki.
Hinvegin so er tað so
øgiliga nógv í okkara samfelag, har elitur í tí dulda taka avgerðir okkar
vegna, avvgerðir, ið oftani eru púrasta ógjøgnumskygdar, tí tað ikki hevur verið
opinleiki um fortreytirnar fyri avgerðunum, dømini eru legio.
Hetta er til stóran
skaða fyri okkara fólkaræði, tí hevur
fólkaskúlin eisini til uppgávu at danna til demokratiskar samfelagsborgarar,
soleiðis at øll fáa møguleika fyri luttøku í demokratinum og sostatt samfelagskjakinum
og dannilsinum.
Finski skúlin, ið verður
tikin fram, sum dømi um ein góðan skúla, er eyðkendur av, at duga væl at fremja
javna, at lyfta øll upp við, eisini tey, ið hava onkran trupulleika, sosialt
ella kognitivt at dragast við.
Tann ivi, ið er um hugtakið
elitu í Norðurlondum, stavar nokk frá tí hugsjónarliga og politiski bardaga, ið
var stóran part av farnu øld í Europa.
Tyski filosoffurin og
sosiologurin Adorno (1903-69) sigur, í ein kendum
fyrilestri frá 1946, at elitera týska skúlaskipanin var beinleiðis orsøkin til
ta vannlukku, ið Týsland kom sær í. Innan skúlaskap lærdi Týskland ikki nógv,
tann skúlaskipan tey hava enn, skilur heilt týðuliga fólkið sundur í ein yvirklassa
og ein undirklassa.
Við síðina av hesum, meira
ella minni eliteru rákum í Europa, vóru mótrák, serstakliga í tí
sosialdemokratiska Norðureuropa, her viðurkennur mann, at vit øll eru ólíka,
men at vit øll skulu hava líka møguleikar í verðini. Í skúlanum loysir man
dilemmaði við ikki at dyrka elituna, men við at royna at skapa eina
skúlaskipan, ið gevur líka møguleikar fyri øll.
Hetta er ein nógv truplari
leið at ganga, tí tað er so øgiliga lætt at býta fólk eftir evnum, men mann
gloymir bara, at evni ikki eru nakað givið, tað er nakað samfelagsskapt, tann
søgan vit eru samd um at fortelja um hvat er evni, er evni; tað narrativa. Harafturat
er tað ikki sørt sosialt bundið. Besta dømið mann vera hvussu tað hevur borið
til seinastu øldina, at givið flest øllum eina nøktandi skúlagongd.
Um vit aftur hyggja eitt
sindur eftir finska skúlanum, so er hann eyðkendur av, at har er ikki
sundurbýti eftir førleika, niveaudifferentiering kemur ikki fyri fyrenn eftir 10 flokk, harumframt verður ógvuliga
nógv gjørt fyri at stuðla næmingum við vánaligum fortreytum.
Sum franski sosiologurin Bourdieu
(1930 – 2002 ) so rætt vísir á, er tað sum
oftast sosiali og kulturelli kapitalurin
hjá tær, ið avgerð hvussu tú klárar teg í skúlanum og samfelagnum. Sjálvt í
einum “líkheitssamfelag” sum okkara, gera tey viðurskifti, ið Bordieu peikar á,
seg galdandi.
So tvey politisk og pedagogisk høvuðsrák, hava alla farnu øld, og nokk enn, barst um sannleikan og ta røttu frásøgnina.
Tað sosialdemokratiska
prosjektið hevur verið at bróta ójavnan, meðan tað borgarliga hevur verið at varðveitt
tann elidu fremjandi skúlan, við tí góðsi av elitarismu, tað hevur havt við
sær.
Konsensus hevur nokk verið
í øllum teimum Skandinavisku londunum leingi, um allar teir variantar av
eindarskúlanum vit hava. Hann er partur av vælferðarsamfelagi okkara, og
grundarlagið undir tí.
Tú kanst vera ósamdur ella samdur, tað er ein onnur søk. Taka
vit til dømis borgarligu donsku stjórnina seinastu 10 árini, so hevur hon roynt
alt, ið stóð í hennara valdi at niðurbóta eindarskúlan, hetta hevur verið eitt politiskt
prosjekt, krógvað við pedagogiskum argumentum.
Men konsensus um
eindarskúlan í Norðurlondum hevur verið so sterkur, at enn anir hann í ymiskum
formum í øllum Norðurlondum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar