28. november 2012

Sorrig og glæde - Harmur og gleði


Soleiðis yrkir Kingo í 1681, ikki veit eg, um hann er raktur av nøkrum teldli:

 

Sorrig og glæde de vandre til hobe,
lykke, ulykke de gange på rad,
medgang og modgang hinanden tilråbe,
solskin og skyer de følges og ad.
Jorderigs guld
er prægtig muld,
Himlen er ene af salighed fuld.

 

Kroner og scepter i demantspil lege,
leg er dog ikke den kongelig dragt.
Tusinde byrder i kronerne veje,
tusindfold omhu i scepterets magt.
Kongernes bo
er skøn uro,
Himlen alene gør salig og fro.

 

Okkara egna skald Christian Matras, hevur meistarliga týtt Kingo:

 

Harmur og gleði í felag tey reika,
eydna, óeydna tær ganga á rað.
Viðrák og mótrák tey skiftandi leika,
sólskin og ský ferðast saman í lag!
Jarðgull sum hold
er føgur mold,
himinin eina er sælunnar fold.

2. Krúnur og sceptur í demantspæl ljóma,
tó var til spæls ikki kongsskreyt á lagt!
Túsundfalt farg tyngir krúnanna sóma,
túsundfalt hygni ber sceptranna makt!
Kongshøll er við
fagurt uppstig!
Himinin eina ber sælu og frið!

Sum eg havi skilt tað, so dugdi Christian Matras hampilig væl føroyskt, hóast hann í týðingini brúkar c, sceptur og skrivar ský í skaldamáli, heldur enn skýggj. Men eg skilji nú, at professarin í føroyskum, eins og eg, heldur ikki dugdi føroyskt, onkur, ið dugir okkara nýggja móðurmál, hevur verið í skaldskapi Christians og rætta sceptur til  septur, og ský til skíggj. Ja, men so eru vit tveir, ið ikki duga føroyskt.

14. november 2012

Teldlar og snildlar


Frá morgunstundini í gjármorgunin, varð kunngjørt okkum, gjøgnum tað, ið er eftir av kringvarpinum, at strandingar nú fóru at keypa teldlar til øll skúlabørnini í Stranda skúla. Ikki veit eg hvat teldlar er fyri nakað, havi hugt í orðabókina, har stendur so einki um teldlar.

Men tað ger so heldur einki, at ein gamal knassi sum eg, ikki veit hvat teldil er, bara børnini á Strondum vita tað. So eg fegnist við strandingum um hetta mikla framstig, sum eg skilji tað er, sjálvt um eg ikki skilja hvat hesir góðu teldlar er fyri nakað.

Eg havi í allan dag verið inni í einum óalmindiliga fittum 8. flokki, har sótu fleiri við iPadum, og sóu út til at hugna sær óført, meðan tey eisini lærdu nakað.

Hoyrdi eisini um okkurt, ið æt snildlar í restini av kringvarpinum, eg sló tað upp, einki úrslit. Men hatta ljóðar so fúlt. Sum tey hampafólk strandingar eru, so rokni eg ikki við, at har eru snildlar millum skúlabørnini, tað er nokk ein sak fyri barnaverndina, um so er.

Men í kvøld gjørdist eg ikki sørt skakkur, í kringvarpinum á deyðastrá, varð sagt, at hesir góðu teldlar vóru ein hóttan móti okkum, mál og mentan fóru av lagi.

Eg gjørdist forfardur, kanska hetta var ein hættislig umfarssótt, eg kendi beinavegin á mær, at eg allarhelst hevði fingið teldlu, so slakkur eg var, ætlaði at ringja til læknan, um eg stóð til bata. Men eg var ikki heilt sikkur uppá, um tað kanska heldur var eitt danskt ella enskt skrímsl, ið herjaði í oyggjunum. So eg læsti dyrnar, og koyrdi gardinurnar væl fyri, so hesin teldlin ikki slapp inn.

So nú siti eg í myrkri og spekuleri uppá, hvat teldlar og snildlar er fyri nakað. Eg skilti á illa farna kringvarpinum, at føroyskir næmingar nú dugdu so illa føroyskt, at teir skiltu betri danskt og enskt, ja, at teir royndu at brongla móðumálið til hesi mál, fyri at skilja tað.

Men tað er nú kanska ikki so løgið, tí eg, sum ikki eri nakar unglingi, skilji heldur ikki ”móðurmálið” longur. Eg dugdi hampuliga væl føroyskt, tá ið eg var yngri, men kanska vit hava skift móðurmál uttan eg havi varnast tað, eg eri jú eisini meira ella minni hálvdementur. Hvat er ein teldil og ein snildil?