Frá morgunstundini í gjármorgunin,
varð kunngjørt okkum, gjøgnum tað, ið er eftir av kringvarpinum, at strandingar
nú fóru at keypa teldlar til øll skúlabørnini í Stranda skúla. Ikki veit eg
hvat teldlar er fyri nakað, havi hugt í orðabókina, har stendur so einki um
teldlar.
Men tað ger so heldur einki, at ein
gamal knassi sum eg, ikki veit hvat teldil er, bara børnini á Strondum vita
tað. So eg fegnist við strandingum um hetta mikla framstig, sum eg skilji tað
er, sjálvt um eg ikki skilja hvat hesir góðu teldlar er fyri nakað.
Eg havi í allan dag verið inni í
einum óalmindiliga fittum 8. flokki, har sótu fleiri við iPadum, og sóu út til
at hugna sær óført, meðan tey eisini lærdu nakað.
Hoyrdi eisini um okkurt, ið æt snildlar
í restini av kringvarpinum, eg sló tað upp, einki úrslit. Men hatta ljóðar so
fúlt. Sum tey hampafólk strandingar eru, so rokni eg ikki við, at har eru snildlar
millum skúlabørnini, tað er nokk ein sak fyri barnaverndina, um so er.
Men í kvøld gjørdist eg ikki sørt
skakkur, í kringvarpinum á deyðastrá, varð sagt, at hesir góðu teldlar vóru ein
hóttan móti okkum, mál og mentan fóru av lagi.
Eg gjørdist forfardur, kanska hetta
var ein hættislig umfarssótt, eg kendi beinavegin á mær, at eg allarhelst hevði
fingið teldlu, so slakkur eg var, ætlaði at ringja til læknan, um eg stóð til
bata. Men eg var ikki heilt sikkur uppá, um tað kanska heldur var eitt danskt ella
enskt skrímsl, ið herjaði í oyggjunum. So eg læsti dyrnar, og koyrdi gardinurnar
væl fyri, so hesin teldlin ikki slapp inn.
So nú siti eg í myrkri og spekuleri
uppá, hvat teldlar og snildlar er fyri nakað. Eg skilti á illa farna
kringvarpinum, at føroyskir næmingar nú dugdu so illa føroyskt, at teir skiltu
betri danskt og enskt, ja, at teir royndu at brongla móðumálið til hesi mál, fyri
at skilja tað.
Men tað er nú kanska ikki so løgið,
tí eg, sum ikki eri nakar unglingi, skilji heldur ikki ”móðurmálið” longur. Eg
dugdi hampuliga væl føroyskt, tá ið eg var yngri, men kanska vit hava skift
móðurmál uttan eg havi varnast tað, eg eri jú eisini meira ella minni
hálvdementur. Hvat er ein teldil og ein snildil?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar