Eitt happiumhvørvi – ið neyvan hvørvur av sær sjálvum
Eg havi sitið og hugt eftir programminum hjá Mygind, um happing og um at basa happing, nakað hann átekur sær, orsaka av einum sera traumatiskum upplivilsi hjá soni sínum av ráum yvirgangi.
Tað er altíð
sárt hjá foreldrum at síggja børn síni líða, ikki minst undir happing. Sær við
lið hevur hann serfrøðingin, Helle Rabøl Hansen, ið er ein teirra, ið hevur
staðið fremst í Danmark at endurskoða okkara fatan av hvat happing er, at tað
meira er talan um ónd sosial mynstur heldur enn ónd menniskju.
Sjálvandi slepst
ikki undan menniskjum, ið onkursvegna eru til eina ella aðra síðu, tað kann vera
orsaka av kærleiksleysum uppvøkstri ella øðrum, og kann tað hava happiatburð
við sær, sleppa tey framat; men í einum góðum sosialum umhvørvi sleppa tey ikki
framat, meðan tey sleppa framat í einum vánaligum sosialum umhvørvi, umframt at
tey einki læra í tí vánliga umhvørvinum um rættan sosialan verimáta saman við
øðrum, tí tað vánaliga umhvørvið allatíðina reproduserar tað vánaliga mynstrið,
so happingin gerst eitt sosialt mynstur.
Men sum
útgangsstøði er tað soleiðis, at tað “ónda” sosiala umhvørvið framleiðir bæði
happara/happarar og offur. Tað skal ikki dyljast, at tað nemur við nakrar
sterkar kenslur í mær og eina djúpa sorg, tá eg síggi slíkar sendingar, tí eg
komi at minnast til, hvat mær er viðfarist á Námsvísindadeildini á
Fróðskaparsetur Føroya (fyrr: Føroya Lærara- og Pedagogskúli).
Gott nok er
rektarin, ið tá var, farin úr starvi, hesin var ein av høvuðsviðlíkahaldarunum
av einum vánligum sosialum umhvørvi, ið loyvdi
happing. Vánalig leiðsla liggur oftast til grund fyri einum vánaligum
umhvørvi. Eisini er rektarin á sjálvum Setrinum farin; sjálvt um hesin væl
kendi til støðuna, so gjørdi hann einki við tað.
Tað, sum
veruliga kann bekymra meg, eisini tí at eg dagliga arbeiði við
happiproblematikkinum, er, um happiumhvørvið enn er til á Námsvísindadeildini á
Fróðskaparsetur Føroya. Tað er nevniliga soleiðis, at mynstrið kann saktans
varðveitast, sjálvt um onkrir av høvuðsaktørunum fara úr starvi.
Ónda mynstrið
verður ikki brotið, fyrr enn arbeitt verður við øllum sosiala mynstrium, ið er
upphavið til at happing verður loyvd. Mær vitandi er einki gjørt við hesi
viðurskifti á stovninum, og flestu av lærarunum, ið luttóku í happingini og
eltibløðrurnar hjá rektaranum eru í starvi har enn.
Tað er ikki ein
hugnaligur tanki, at staðið, ið skal útbúgva okkara komandi lærarar og
pedagogar, hesi, ið eru tey fyrstu, ið eiga at basa happing millum børn, kanska
sjálvi eru eyðkend av og útbúgvin í einum umhvørvi, ið loyvir happing.
Kanska tað ikki
er í útbroti beint nú, men latent er tað har, so leingi einki verður gjørt við
tað – og ikki minst at eingin torir at seta orð á tað, men flýggjað verður
undan veruleikanum.
Aftirundirgerðin
hvørvur ikki av sær sjálvari, men tekur seg allatíðina upp aftur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar