Lex Tvøroyri – mál av serstøkum samfelagsligum og vinnuligum týdningi, at leggja fyri løgtingið, tí at metast má, at tað er talan um undantaksstøðu
Hósdagin 14. mars 2013 samtykti rættarnevndin, við ógvuliga stuttum
skotbrái, at broyta byggisamtyktirnar. Meirilutin -
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, Reimund Langgaard, Mikkjal Sørensen og
Gerhard Lognberg – tóku undir við lógaruppskotinum hjá Kára P. Højgaard.
Argumentið
hjá meirilutanum var í stuttum, at her er talan um eina undantaksstøðu.
Serstøk
samfelagslig og vinnulig atlit eru uppá spæl.
Samanumtikið
hevur løgfrøðin, sum hevði verið í nevndini, verið rættiliga avgjørd ímóti
uppskotnu broytingunum.
Lógarbroytingin
skal eftir ætlan einans verða nýtt í heilt serstøkum førum, har
landsstýrismaðurin kemur at taka avgerð um, hvørji tey eru.
Kringvarpið
hevu nú avblást kríggið á Tvøroyri, og aftur
valdar sátt og semja um allan Tvøroyrarfjørð, og í menniskjum góður tokki, og øll eru (vónandi)
glað.
Grundgevingin
fyri at skunda lógina ígjøgnum var, at
týðandi landavirði stóðu uppá spæl, fekk eitt virki ikki loyvi til at
byggja út í skundi.
Løgtingið hevði
eina viðgerð, ið næstan má vera til at taka upp í Guinness,
so
skjótt var atborið, at fáa hesa lóg samtykta.
Men
lat lat lógina fara í hesum umfari, gott at øll eru nøgd - ikki minst suðringar
. Men nú løgtingið hevur víst síni evni til at gera skjótt av og skunda lógir
í gjøgnum, ið hava stóran og avgerandi týdning fyri landið. So eru her nøkur
mál, ið hava serstakan samfelagsligan og vinnuligan týdning, ið avvarandi
landsstýriðsfólk eiga at leggja fram til viðgerðar og avgerðar beinavegin.
Eg
vænti, at løgtingið kemur saman beint eftir páskir, og ikki fer heimaftur fyrr
enn hesi mál eru avgeidd og ein greið ætlan er fyri, hvat vit gera við tey:
- Síðani 2009 eru 300-400 fólk flutt av landinum árliga (netto). Meginparturin er fólk í arbeiðsførum aldri, flest ungfólk og kvinnur.
- 1.591 fólk fluttu av landinum, og 1.298 fluttu til Føroya í 2012. Hetta gav eina nettoflyting av landinum upp á 293 fólk.
- 2012 var fjórða árið á rað, har fólkatalið í Føroyum minkaði.
- Eingi tekin eru í løtuni um, at gongdin fer at venda, og vit fáa fólkavøkstur aftur. Hinvegin er heldur eingin ábending um, at landið verður avfólkað í bræði.
- Tað er tó mest líkt til, at vit eisini fækka næstu árini, soleiðis sum arbeiðsloysið sær út í løtuni, og sum fólkasamansetingin sær út til at hátta sær í framtiðini – færri og færri kvinnur í burðardyggum aldri.
- Talið av løntakarum er minkað úr umleið 26.000 við ársbyrjan 2008 til umleið 23.700 við ársbyrjan 2013 (minking á umleið 9%).
- Uppgjørda arbeiðsstyrkin er minkað úr umleið 28.400 til umleið 27.000 fólk frá 2008 til 2012.
- Arbeiðsloysið er vaksið úr umleið 400 til umleið 1.400 fólk síðani 2008.
- Heimarøktin manglar eini 1400 tímar um vikuna.
- Fólkaskúlin er skorin góðar 1300 tímar síðstu árini.
- Í kjalarvørrinum á Pisa-undankanningini vórðu nógvir tímar játtaðir afturat til fólkaskúlan fyri at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum, á sumri í 2009 vórðu 850 tímar skornir burtur í einum høggi.
- Í 2011 vórða aftur 200 tímar um vikuna tiknir og síðan aftur 300 tímar.
- Næmingtalið hevur seinastu 3-4 árini staðið mestsum í stað, men samstundis er tímatalið lækkað 1.350 tímar um vikuna.
- Ein leyslig meting er, at í dag eru 50 færri lærarastørv í skúlanum enn í 2010.
- Á sumri í 2012 var staðfest, at triði hvør lærari, sum tók prógv í 2012, ikki hevur fingið arbeiði sum lærari.
- Títtleikin av happing í skúlunum í Føroyum er væl hægri enn í hinum Norðurlondum, umleið (16 %) . Tað er onkunstaðir millum 1000 og 1500 børn, ið javnan – flestu hvønn dag – ið verða happaði í skúlum okkara.
- Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum børnum og ungum seg at hava verið fyri digitalum ágangi, á sosialum miðlunum og um sms.
- Vit hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í Føroyum eru tað 5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri Danmark er umleið 1%.
- Talið av børnum og ungum, ið fáa posttraumatiskt stess, er væl hægri enn í hinum Norðurlondunum.
- Í eini samanberandi kanning við Ísland, so vísir tað seg, at tølini fyri føroyska ungdómin eru væl hægri:
- tá ið talan er um, hvussu ofta tey hava verið full seinastu 30 dagarnar
- hvussu nógv tey roykja
- hvussu lítið tey eru saman við foreldrum sínum
- hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar vinir tey ungu hava
- Martin Kúrberg, leiðari av Herberginum, sigur í Dimmalætting 3. august 2012, at ein vaksandi trupulleiki, sum tey á Herberginum royna at hjálpa uppá, eru støku ungu mammurnar, sum ikki fáa pengarnar at røkka.Nakrar teirra pikka við hvørt á dyrnar og fáa ein pakka við mati við sær heim til sín og børnini. Hetta ger seg serliga galdandi aftan tann 20. í hvørjum mánaði, tá pengapungurin er tómur. Ungu mammurnar venda sær ikki til Herbergið, fyrr enn náttarmyrkið er komið, so eingin sær tær. Tær skammast yvir at verða komnar í eina slíka neyðstøðu, at tær noyðast at biðja um mat.
- 80.6% av støkum uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn 5 ár, eru í fátærkaváða.
- Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn av monnum undir fátækraváðamarkinum.
- Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnum.
- 53.7 % av støkum uppihaldarum, (flest allar kvinnur) við einum barni undir 5 ár, eru í fátækraváða.
- Prísirnir í Føroyum eru útvið 31 % hægri enn í Danmark
- Mentanarstuðulin er skorin umleið 20%
Her skuldi
verið ríkiligt at trivið í hjá tinginum, í øllum førum fram til
ólavsøkutingsetuna, tá ið tey allarhelst eru avgreidd, so skjótt løgtingið er
farið at arbeiða. Øll eiga at duga at síggja at hetta er undantakstøða vit eru
í, at her eru mál, ið hava serstakan samfelagsligan (og menniskjansligan)
og vinnuligan týdning.
.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar