Ein nýggjur skúli
![](https://blogger.googleusercontent.com/img/b/R29vZ2xl/AVvXsEhZIq7kC7r3DjVIb_efaTX1IXHe4IumWsKTfJvicHjwkQTmKAoUE3XYPfxOyZTcqHiAkWOsD4v03Ld2RbYzffpEoRGnUOqeBNgHE2upcJRhXd73V2ZCgzOnb5B-nTDcv_7ZPa186d5MGiPZ/s1600/Sigsgaard.jpeg)
Ein nýggj fólkaskúlalóg
Endamál: at styrkja spæl, uppliving og læring í einum
frælsum og fólkaræðisligum umhvørvi
Grundarlagið undir hesum skúla er:
-
Tímatalið má ikki víðkast til meira enn tað
longu er frammanundan
-
Spælið skal virðast og má ikki skotrast
burtur av spæl og læring
-
Skúlating verða avtikin
-
Aldurssundirbýttir flokkar verða
umbýttir við aldursintegreraðum bólkum
-
Í minsta lagið 25% av undirvísingini skal
vera uttandura
-
Lærarin má ikki tosa í meira enn sjey
minuttir út í eitt
-
Granskingarhátturin skal vera ráðandi
hátturin
-
Skelding og annar yvirgangur móti børnunum
skal basast
-
Børini skulu hava rætt til at skifta flokk
-
Í fríkorterinum eru børn og vaksin saman á
grønu økjunum hjá skúlanum, um spæl, leik, spøl og samtalu
-
Upplatingartíðin á frítíðarskúlunum má ikki
avmarkast
-
Í frítíðarskúlanum skal rætturin hjá
børnunum til at avgera hvat tey vilja gera virðast og eisini saman við hvørjum
-
Tey vaksnu á frítíðarskúlanum skulu allatíðina
vera í gongd við okkurt
-
Børnini kunnu vera við, hyggja at ella
melda seg burturúr
-
Forskúli skal vera frívilligur og
høvuðsinnihaldið skal vera spæl
-
Um foreldrini vilja, so kunnu tey útseta
skúlabyrjanina í upp til tvey ár
Í tí mesta kann eg
samtykkja, kanska vit skulu leggja hana fyri løgtingið?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar