Skeltingin millum bygda í Føroyum er ikki millum tær
mest framkomnu í
heiminum. Tað gongur so dánt hjá okkum innføddu, tí vit
bæði í skúlanum og seinni í lívinum hava lært, hvar hesar ymisku bygdirnar og
støðini í landinum eru.
Tá ið tú býrt í verðsins nalva, so veits tú t.d. væl,
at bygdirnar í Norðuroyggjunum liggja eystanfyri. Men fyri tann neyðars
útlendingin, má tað vera eitt løgið upplivilsi at koma higar til landa, har tú
mást gita teg fram til, hvussu langt tú skalt koyra fyri at koma higar og hagar,
og ikki minst hvar endastøðin er, tí skeltingin er bara fyri staðkend og kanska
seyð, ið dugir at lesa.
Men hetta er
kanska eitt turistátak: Kom til Føroyar og koyr sjálvur, gita so aftaná hvar tú
hevur verið. Fyrsta virðisløn er eitt Føroyakort og ein mussur frá
Landsverkfrøðinginum.
Men av og á gerst skeltingin ikki sørt margháttlig og
ein gáta, eisini fyri okkum, ið búgva
her.
Á vegnum úr Norðskálatunnlinum, suður eftir, beint
áðrenn Magnstøðina og brúnna, stendur stórt gult skelti, ið sigur tí ferðandi
frá, at nú eru 38 km eftir til Havnar. Tú
fegnast, nú er sivilisatiónin og kaféirnar í nánd. Eina løtu seinni, tá ið tú
hevur koyrt framvið Streymnesi, ert komin um oyrina til vegin inn til Hvalvíkar,
so er aftur upplýsandi skelti, ið sigur okkum hvussu langt vit nú hava til
Listaskálan og Norðurlandahúsið, ið vit mentaðu frekventera, men gakk, nú
stendur á skeltinum at tað eru 41 km til Havnar. Enn longri er til Høvuðstaðin
og burtur frá bygdafrellunum.
Nú var eg ikki nakar roknimeistari, tá ið eg gekk í
skúla, men allur mín tillærdi kunnleiki sigur mær, at longri tú koyrir móti
einum máli, stytri er til tað. Men ikki her, her verður tað longri til málið
meira tú nærkast. Eg veit ikki um hetta er eitt sjáldsamt náttúrfyribrigdi, ið
ger seg galdandi her, á sama hátt, sum tað ikki er flóð og fjøra í Sundalagnum.
Ellar er tað bar landsverkfrøðingurin, ið er ein pussfiskur?
Ingen kommentarer:
Send en kommentar