Tað er eingin ivi um, at punk 6. í fokusøkjunum hjá granskingarráðnum: Hvussu búgva vit
fólkið til framtíðar avbjóðingar? Har eru eisni vilkorini hjá børnum og ungum
við.
Hvussu vit fáa dagstovnar og skúlar, ið eru mentir til framtíðar
avbjóðingar og samstundis eru barnavinaligir.
At vilkorini hjá børnum
og familjum teirra ikki eru av teimum bestu, hava vit allar ábendingar um:
Vit
hava met í Norðurlondum, tá ið ræður um kynsliga misnýtslu. Í Føroyum eru tað
5,2 % av øllum børnum, ið hava verið fyri misnýtslu, meðan t.d. talið fyri
Danmark er umleið 1%.
Títtleikin av happing er væl hægri enn í hinum
Norðurlondum 16 %, meðan hann t.d. í
Danmark, sambært seinastu kanningunum, er 6 %.
Sambært dátueftirlitinum, so kenna 30% av føroyskum
børnum og ungum seg, at hava verið fyri digitalum ágangi á sosialum miðlunum og
um sms.
Sjálvandi er talið av børnum og ungum, ið fáa
posttraumatiskt stess, eisini hægri í Føroyum, enn í hinum Norðurlondunum,
sambært granskingarúrslitum hjá Tóru Petersen.
Í eini samanberandi kanning við Ísland, so eru tølini
fyri føroyska ungdómin, eisini væl hægri, tá ið talan er um, hvussu ofta
tey hava verið full seinastu 30 dagarnar, hvussu nógv tey roykja, hvussu lítið
tey eru saman við foreldrum sínum, hvussu nógv foreldrini vita um, hvørjar
vinir tey ungu hava, og so framvegis t.d.
samborið við Ísland.
Eitt ungamannafelag,
hjá flokki í samgongu, mælir til at avtaka útbúgvingarstuðulin, og leggja hann
um til lán. Almenn vitan er, at hetta bara gongur út yvir tey, ið ikki eru
skúlavon, og tey, ið ikki hava múgvandi foreldur.
Tølini siga, at 80.6% av støkum
uppihaldarum (flest allar kvinnur) yngri enn 24 ár, og sum hava barn yngri enn
5 ár, eru í fátærkaváða.
Í aldrinum 18 til 24 ár er lutfallið av kvinnum undir fátækraváðamarkinum nærum tvífald so stórt, sum hjá monnum.
53,7 % av støkum uppihaldarum
(flest allar kvinnur) við einum barni undir 5 ár eru í allið av kvinnum undir
fátækraváðamarkinum nærum tvífalt so stórt sum hjá monnumfátækraváða.
Í flestu aldursbólkum er størri partur av kvinnum enn
av monnum undir fátækraváðamarkinum.
Tá ið vit so
samstundis vita, at bústarviðurskiftini í landinum eru av slíkum slagi, at tað
neyvan hevur sín líka í øðrum Norðurlondum, samstundis við at príslegan liggur
um 30% omanfyri hana í t.d. Danmark, og at lønarlagið er lægri í Føroyum og
sosialu veitingarnar verri, ja so er nokk at tríva í fyri at tryggja vilkorini hjá
framtíðar børnum og ungum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar