Eg gerist meira og meira
stúrin um seyðin í Kollafirði. Tað er fyri mær, sum um hann ongan góðan eigur, ið
gevur honum eina góða og mennandi seyðauppaling og avbjóðingar í
gerandisdegnum, soleiðis at hann fær eitt gott seyðalív.
Tað byrjar oftani longu í
rundkoyringini á Langasandi, har gongur seyðurin tíðum á biti í miðjuni í
sjálvari rundkoyringini, ikki so, tað er sera dekorativt, og verður ofta
fotograferað av ferðafólki, men sigið mær, hevur hasin seyðurin einki betri at
taka sær til um dagarnar, enn at ganga og mala í eini rundkoyring, er einki
líkinda tilboð til henda seyð?
Men verri gerst, longri út
eftir fjørðinum tú kemur, komin á Kjalnes byrjar at verða heilt álvarsamt, har
ganga stór fylgi og mala einsamøll fram við vegnum, og við hvørt á sjálvum
vegnum; men allarverst stendur til við seyðinum
norðuri í Sundinum, hann sær út til at búgva fram við vegjaðaranum
norður til Landsfjósið.
Tað tykist mær, at hasin seyðurin, er vánalig fyrimynd
fyri tey smálomb, ið nú verða lembd, sigið mær eitt, taka ærnar í Kollafirði sær
als ikki av lombum sínum? Um skamma stund fara vit at uppliva kát smálomb
spælandi á vegunum har norðuri, uttan at upphavini gera tað minsta fyri at forða
fyri tí ella læra lombini at uppføra seg, sum seyður skal í ferðsluni.
Men er
tað løgið, at foreldini ikki duga, tá ið tey sjálvi ikki duga seyðaskikk og
allarhelst eisini sjálvi eru uppalda av seyði, ið ikki hevur dugað at tikið sær
av teimum, hatta er allarhelst sosialur arvur.
Eg veit ikki rættiliga hví
støðan er sum hon er, men lítil ivi er um at fleiri av seyðunum har norðuri
ikki hoyrir heima í einum “normalum” fylgi, tey krevja so nógva tíð, umsorgan og
læring, at nógv teirra krevja serlig tiltøk, so kanska vit skulu skipa fyri
onkrum slagi av serfylgi til henda ólátaða seyðin, ið so kann ganga á einum
avmarkaðum øki, undir leiðslu av pedagogiskum óm og onkrum einstøkum veðri, so
seyðurin ikki gerst kynsvillingar, sum øll vita, er tað ein herviliga smittandi sjúka.
Men eg veit ikki, hatta loysir ikki hitt problemið við ólátaða seyðinum í Kollafirði, ið ikki heldur seg til tey øki, har hann eigur at vera, men gongur og melur allastaðni, við vanda fyri at skøva bilin hjá mær.
Mær er fortalt, at
seyðaeigarar har eru sæddir fóðrandi
seyðin út gjøgnum vindeyguni á bilum sínum, tað er kanska tí hasin seyðurin
gongur allan dagin fram við vegjaðaranum og jarmar eftir hvørjum bili.
Hevur mann fyrr hoyrt um slíka ábyrgdaleysa seyðauppaling? Slíkur seyðu átti at verði settur heiman beinavegin. Kanska sendur til fosturs í Hósvík ella Hvalvík/Streymnesi, har seyðurin er fyrimyndarligur og skikkar sær væl.
Nú, eg eri framkomin, har eg skal, tykist mær so hjartaliga synd í seyðinum í Kollafirði, ið gongur fyri vág og vind, ikki minni nú eg síggi hvussu væl látaður seyðurin er aðrastaðni í landinum. Hatta er ein trupulleiki, ið má loysast í skundi, so eg skjóti upp, at landsstýrið í stundini setur eina skjóttarbeiðandi nevnd – eini tvey trý ár man tað fara at taka - av hægstu embætisfólkum landsins, at gera eitt álit um, hvussu ið vit best fáa loyst trupulleikan hjá seyðinum í Kollafirði, síðani skal pallborðsfundur skipast í Norðurlandahúsinum, har allir flokkar fáa høvi at siga sína meining um vandamálið.
Síðani kunnu vit fara til verka
at hjálpa seyðinum í Kollafirði.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar