Eitt orðafelli er
til á føroyskum, ið sigur soleiðis: ” Eingin
er fullspottaður, fyrr enn hann spottar seg sjálvan.”
Fólkavald
Alment tiltak verður leygardagin 16.11. kl. 14:00
Byrjað verður í Løgtinginum.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, tekur ímóti, vísir runt og greiðir frá.
Kl. 15:00 hevur Jóannes Hansen, cand. mag. og valserfrøðingur, framløgu um val, valskipanir og vald í Losjuni á Tinghúsvegnum.
Síðani verður bólkakjak og samanumtøka.
Tiltakið er av kl. 18:00
Tiltakið er ókeypis.
Fakfeløg, áhugafeløg og ungmannafeløg
Alment tiltak verður leygardagin 16.11. kl. 14:00
Byrjað verður í Løgtinginum.
Súsanna Danielsen, løgtingsstjóri, tekur ímóti, vísir runt og greiðir frá.
Kl. 15:00 hevur Jóannes Hansen, cand. mag. og valserfrøðingur, framløgu um val, valskipanir og vald í Losjuni á Tinghúsvegnum.
Síðani verður bólkakjak og samanumtøka.
Tiltakið er av kl. 18:00
Tiltakið er ókeypis.
Fakfeløg, áhugafeløg og ungmannafeløg
Tað er ikki hissini umboð - hesin seinni luttakarin - fakfeløgini velja sær
til framsøgumann. Eg sat sjálvur sum nevndarlimur í fakfelag, tá ið hesin var
leiðari fyri stórum almennum útbúgvingarstovni.
Bæði meðan eg sat sum nevndarlimur, og áðrenn, vóru tað ikki fáa mótmæli,
fakfelagið eg umboðaði, skrivaði um tey brot á okkara sáttmála, ið fóru fram
undir hansara leiðslu. Og ikki minni tað stríð, paraplyfelagsskapurin, ið vit
vóru partur av, høvdu við hendan
luttakaran fyri sáttmálabrot, fyri fyrilitarleyst at skúgva til viks ásetingar
í sáttmála okkara og ikki at halda starvsfólkapolitikkin hjá tí almenna.
Hesi mótmæli vóru ikki bara skrivaði til hansara persónliga, men eisini til
lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, Mentamálaráðið og til táverandi rektaran
fyri Fróðskaparsetur Føroya, umframt fundir við partarnar, ið varðaðu av.
Ikki minni mælti fakfelag mítt frá at søkja størv á stovninum, hann var
leiðari á, so leingi sáttmálin ikki varð hildin og starvsfólkapolitikkurin hjá
landinum ikki fylgdur.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar