9. august 2014

Børn, ið sigla vandakós











Ofta verður spurningurin settur: “Hvør skal inkluderast?” Grundleggjandi  er svarið, at øll børn – ið kunnu inkluderast – skulu inkluderast.

Tað er ikki bara hann ella hon við t.d. ADHD ella ið hevur aðrar diagnostiskar trupulleikar, ið eigur at inkluderast. Tey,  ið vísa eyðkendar trupulleikar við at arta seg í sosialum samanhangum standa eisini fyri tørni. Tað er eisini tann stilla gentan, ið dugir væl at spæla við seg sjálvan, argipisan, ið alla tíðinina kemur í konflikt við hini børnini, tí hini børnini verða forsyndaði inn á hann, ið skal inkluderast.

Vit mugu hava eitt vakið eyga við øllum  børnum, ið verða ekskluderaði av eini ella aðrari orsøk, sjónligari ella ósjónligari. Tað, sum hevur allar størstan týding er, at flyta fokus frá tí einstaka barninum  – individperspektivinum  – har mann sær tað einstaka barnið, sum “problemberarin”  til at fokusera uppá bólkin, sosiala samanhangin, ið barnið er í. Tað hevur við sær, at tað ikki snýr seg um tað einstaka barnið, men um mentanina í barnabólkinum.



Tað ber skjótt til at staðfesta, at børn, av eini ella aðrari orsøk, oftani verða eksluderaði úr felagsskapinum. Allar flestu børn og vaksin kenna væl á sær og vita, hvør er “úti” og hvør er “inni”. Vit vita eisini oftast væl innast inni, hvat skal til, soleiðis at vit fáa eina kensluliga tætta og góða relatión við hvønn annnan. Men tað er ikki altíð vit velja eina framferð, ið hevur góðar relatiónir við sær. Tá ið talan er um inklusión, so er týdningarmikið at hava eyga við luttøkumøguleikanum hjá barninum – og luttøkutrupulleikar ella luttøkuforðingar.  Hvat stuðlar , og hvat forðar møguleikunum fyri at inklusión kann eydnast?


Alla børn royna, eftir førimuni , at gera tað besta tey hava lært. Øll børn vilja fegin passa inn og vera partur av felagsskapinum. Øll vilja tað góða. Ómedvitið so velja vit mátar at røkka tí góða við. Av og á, so bera hesi mátar frugt og eru hóskiligir, og vit fáa nøktað okkara tørv á viðurkenning og tryggleika, av og á hendir tað øvugta.


Mátarnir vit velja at handla uppá eru bundnir av teimum royndum og kensluligu relatíónum vit hava í mun til okkara umhvørvi, tí konteksti vit eru blivin til í og handla í. Kenna vit okkum forfjónaðan og at onnur ikki síggja okkum, so kunnu vit antin velja at verja okkum sjálvi móti tí ótýdliga og tí mishugi, ið stendst av at vera isoleraður – vera uttanfyri – við sjálvi at isolera okkum og taka okkum aftur frá øllum tí, ið kortini ikki vil rúma okkum. Tað ber eisini til at “krevja” at verða aksepteraði og inkluderaði við at gerast fysiskt agressiv og harðlig. Í báðum førum er tað –   oftast ómedviti –  sorg, frustratión  og ótryggleiki, sum tað so vísir seg við innatvendari  atferð ella við agressiviteti. Hesi mátar at vera uppá eru sjálvandi ikki hentir, og hava ikki annað við sær enn enn meira ekslusitión.


Tað ber ikki til at vænta, at onnur børn skulu duga at síggja afturum frustratiónirnar og skilja, at tað ekskluederaða barnið roynir at fáa viðurkenning og aksept, at gerast ein javnvirdur medspælari í felagsskapinum. Men tað ber til at vænta og krevja, at tann professionelli vaksni  tekur ábyrgd av, at skapa karmar um eitt inkluderandi umhvørvi, har øll kenna seg sædd, hoyrd og  skilt; at tann professionelli – pedagogur ella lærari – arbeiðir fram ímóti at skapa eitt umhvørvi, har øll kunnu kenna seg trygg og sum ein javnmettur partur av felagsskapinum undir øllum umstøðum.