Ofta verður spurningurin
settur: “Hvør skal inkluderast?” Grundleggjandi er svarið, at øll børn – ið kunnu inkluderast
– skulu inkluderast.
Tað er ikki bara hann
ella hon við t.d. ADHD ella ið hevur aðrar diagnostiskar trupulleikar, ið eigur at
inkluderast. Tey, ið vísa eyðkendar
trupulleikar við at arta seg í sosialum samanhangum standa eisini fyri tørni.
Tað er eisini tann stilla gentan, ið dugir væl at spæla við seg sjálvan,
argipisan, ið alla tíðinina kemur í konflikt við hini børnini, tí hini børnini verða forsyndaði inn á hann, ið skal inkluderast.
Vit mugu hava eitt vakið
eyga við øllum børnum, ið verða ekskluderaði av eini ella aðrari orsøk, sjónligari
ella ósjónligari. Tað, sum hevur allar størstan týding er, at flyta fokus frá
tí einstaka barninum –
individperspektivinum – har mann sær tað
einstaka barnið, sum “problemberarin” til at fokusera uppá bólkin, sosiala
samanhangin, ið barnið er í. Tað hevur við sær, at tað ikki snýr seg um tað
einstaka barnið, men um mentanina í barnabólkinum.
Tað ber skjótt til at
staðfesta, at børn, av eini ella aðrari orsøk, oftani verða eksluderaði úr felagsskapinum.
Allar flestu børn og vaksin kenna væl á sær og vita, hvør er “úti” og hvør er
“inni”. Vit vita eisini oftast væl innast inni, hvat skal til, soleiðis at vit
fáa eina kensluliga tætta og góða relatión við hvønn annnan. Men tað er ikki
altíð vit velja eina framferð, ið hevur góðar relatiónir við sær. Tá ið talan
er um inklusión, so er týdningarmikið at hava eyga við luttøkumøguleikanum hjá
barninum – og luttøkutrupulleikar ella luttøkuforðingar. Hvat stuðlar , og hvat forðar møguleikunum
fyri at inklusión kann eydnast?
Alla børn royna, eftir
førimuni , at gera tað besta tey hava lært. Øll børn vilja fegin passa inn og
vera partur av felagsskapinum. Øll vilja tað góða. Ómedvitið so velja vit mátar
at røkka tí góða við. Av og á, so bera hesi mátar frugt og eru hóskiligir, og
vit fáa nøktað okkara tørv á viðurkenning og tryggleika, av og á hendir tað
øvugta.
Mátarnir vit velja at
handla uppá eru bundnir av teimum royndum og kensluligu relatíónum vit hava í
mun til okkara umhvørvi, tí konteksti vit eru blivin til í og handla í. Kenna
vit okkum forfjónaðan og at onnur ikki síggja okkum, so kunnu vit antin velja
at verja okkum sjálvi móti tí ótýdliga og tí mishugi, ið stendst av at vera
isoleraður – vera uttanfyri – við sjálvi at isolera okkum og taka okkum aftur
frá øllum tí, ið kortini ikki vil rúma okkum. Tað ber eisini til at
“krevja” at verða aksepteraði og inkluderaði við at gerast fysiskt agressiv og
harðlig. Í báðum førum er tað – oftast
ómedviti – sorg, frustratión og ótryggleiki, sum tað so vísir seg við
innatvendari atferð ella við
agressiviteti. Hesi mátar at vera uppá eru sjálvandi ikki hentir, og hava ikki
annað við sær enn enn meira ekslusitión.
Tað ber ikki til at
vænta, at onnur børn skulu duga at síggja afturum frustratiónirnar og skilja,
at tað ekskluederaða barnið roynir at fáa viðurkenning og aksept, at gerast ein
javnvirdur medspælari í felagsskapinum. Men tað ber til at vænta og krevja, at
tann professionelli vaksni tekur ábyrgd
av, at skapa karmar um eitt inkluderandi umhvørvi, har øll kenna seg sædd, hoyrd
og skilt; at tann professionelli –
pedagogur ella lærari – arbeiðir fram ímóti at skapa eitt umhvørvi, har øll
kunnu kenna seg trygg og sum ein javnmettur partur av felagsskapinum undir
øllum umstøðum.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar