14. januar 2013

Havi arbeitt við happiproblematikkinum leingi


Havi arbeitt við happiproblematikkinum í eitt langt áramál

 
Bara fyri, at eingin misskiljing skal verða. Mín áhugi fyri happitrupulleikanum, og at fáa gjørt nakað við hann, gongur langt aftur í tíðina. Og hevur, sum so, einki við ta grovu happing at gera, ið eg var úti fyri á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetur Døroya/Føroya Læraraskúla.

Øll tey ár, eg var lærari í pedagogikki har, royndi eg eftir førimuni at kunna um og varpa ljós á problematikkin fyri teimum lesandi, bæði pedagog og læraralesandi, og læra tey at basa honum. Rætt skal vera rætt, mest eftir 2001, tá ið eg bleiv varur við, hvussu illa stóð til í skúlaverki okkara viðvíkjandi happing.

At  Læraraskúlin sjálvur var eitt happibøli, gjørdi tað oftani lættari at koma við dømum. Eg havi hildið óteljandi skeið, fyrilestrar og upplegg um happing, bæði á stovnum og skúlum í nógv ár.

Sat eisini í teirri nevnd, ið í 2007 handaði Mentamálaráðnum eitt álit um støðuna viðvíkjandi happing í skúlum okkara, og hvat var til ráða at taka. Hetta álit varð grundað á eina neyva vísindaliga kanning av støðuni í Føroyum. At einki varð gjørt eftirfylgjandi, sjákvt um støðan var greið, eigur Mentamálráðið alla ábyrgdina av. 
 

At eg so sjálvur var fyri grovari happing á Føroya Læraraskúla, skoytti bara eina ekstra dimensión uppí problematikkin, nú fataði eg eisini trupulleikan innanífra, sum offur.

Hví eg ikki hava sagt frá ella sagt frá fyrr? Ja, tað kemur av, at eg, sum øll onnur, ið hava verið fyri grovum yvirgangi, leingi ivaðist í mínum egna virði, og um eg ikki sjálvur hevði ábyrgdina av tí, eg hevði verið úti fyri.

Tað hjálpir ikki stórvegis at vera “professionellur”, tá ið tú sjálvur gerst offur, tá reagerar tú, sum øll onnur, sjálvt um tú kanska professionelt veit betri. Tað tekur sína tíð, at endurvinna sjálvsálitið og lívsmótið aftur, aftaná eitt so ógvusligt upplivilsi,sum mær hevur verið fyri, ið hjá mær endaði við, at eg stóð á gøtuni, persónliga niðurgjørdur og uttan starv. Ikki fyrrenn nú, útvið 3½ ár aftaná, kenni eg meg føran fyri at seta orð á og vera opin um tað, ið mær hevur verið fyri.

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar