13. januar 2013

At koma fyri seg – eftir kreft og happing


Tá ið tað er lættari at koma fyri seg eftir eina lívshættisliga sjúku enn happing


Tá ið eg fekk kreft, so valdi eg beinavegin at vera púra opin um støðuna, eg var eisini greiður yvir, at tað kundi ganga báðar vegir, og kom ógvuliga skjótt til sættis við tann møguleikan.

Eg dugi næstan ikki at greiða frá, hvussu nógv tað hevur hjálpt at at vera opin, bæði meðan eg var sjúkur, og nú eg eri frískur aftur. Eingin hevur skýggjað meg, øll eg møti tora at tosa við meg um sjúkuna. Tað hevur gjørt alt so ómetaliga nógv lættari, og kann eg bara viðmæla øllum, ið koma út fyri nøkrum líknandi, at gera tað sama, set orð á beinavegin og tosa um tað.

Tað, sum so er undrunarvert er, at eg havi havt nógv verri við at seta orð á ógvusligu happingina av mær á Fróðskaparsetrinum/Føroya Læraraskúla/Námsvísindadeildini.

Tað er ikki fyrr enn nú – útvið 3½ ár aftaná – at eg, líkasum, tori at seta orð á tað og vera opin um tað. Tað er nakað undrunarsamt í, at tað skal vera lættari at tosa um eina lívshættisliga sjúku, enn happing av tær sjálvum, serliga tá ið hugsað verður um, at eg havi til arbeiðis at hjálpa øðrum, eisini við happing.

 
Einasta frágreiðingin eg dugi at síggja uppá, hví tað er soleiðis er, at eina sjúku er tú noyddur til at koma til sættis við, tú fært ikki gjørt tað stóra, uttan at royna at halda teg við gott mót. Sjúka kann raka øll, og tað er eingin ið hevur ábyrgd av henni, hvørki tú persónliga ella onnur. So tú kanst ikki annað – ert tú hampuliga skilagóður – enn góðtaka støðuna og royna at koma sum frægast burtúr henni.

Happing er persónligur yvirgangur, ið onnur fremja ímóti tær. Tú verður álopin á títt virði sum menniskja, allur tín identitetur og integritetur verður hóttur. Tú verður groft niðraður.

Tað eru nøkur, ið týðuliga siga við teg: “Tú ert ikki góður nokk, okkum dámar teg ikki”. Og sum øll, ið eru fyri meiningsleysum persónligum yvirgangi frá øðrum, fert tú at ivast í tær sjálvum, tí tín integritetur rýkur sum nakað tað fyrsta,  tá ið tú ert úti fyri happing, og tú fert at ivast í, um tú ikki sjálvur hevur verið úti um tað, sjálvur hevur ábyrgdina og tú skammast yvir, at tú ert eitt so vánaligt menniskja.

Tað er bara tað, og tað plagi eg at leggja dent á, tá ið eg sjálvur professionelt arbeiði við happing, at hvussu umstøðurnar so eru, so gevur tað ongum rætt til at happa, tí tað er persónligur yvirgangur á onnur.

Kanska tað hevði hjálpt at tora at sett orð á tað fyrr.  Men, tað at tað er soleiðis, at tað næstan er verri at koma fyri seg omaná happing, enn eina lívshættisliga sjúku, sigur nakað um hvussu álvarsom happing er, og hvussu tydningarmikið tað er, at vit stríðast ímóti henni, bæði millum børn og vaksin.

Vit kunnu øll basa trøllinum við at seta orð á tað.


Ingen kommentarer:

Send en kommentar