11. februar 2013

Strongdin í gerandisdegunum og happing

Strongdin í gerandisdegunum og happing á skúlum og arbeiðsplássum



Hevur tú nógv at gera? Ella ert tú stressaður? Hugtakið strongd verður brúkt ógvuliga breitt í gerandislívinum. Og merkir alt, frá at hava nógv at gera til fysiskt og sálarligt samanbrot. Men nær er strongd skaðilig?
 

Strongd kann vera bæði gagnilig og skaðilig. Ofta verður strongd blandað saman við at hava nógv at gera ella sjúku. Men strongd er ikki nøkur sjúka. Men ert tú strongdur í longri tíð, kanst tú gerast sjúkur.

Strongd, tá ið okkurt pressar á, ið tú skalt gera yvir styttri tíð, er vanlig strongd, tað er reaktiónin hjá kroppinum uppá avbjóðingar, hetta er ikki skaðiligt.

Meðan strongd yvir longri tíð, har kroppur og sinni ikki kemur fyri seg, kann verða skaðiligt fyri heilsuna og kann føra til bæði somatiskar og psykiskar sjúkur.

Um næmingarnir í skúlunum eisini kunnu kenna seg strongdar?

Tá ið vit vita frá kanningum, at 16 % av øllum næmingum í føroyska fólkaskúlanum verða happaði, og vit sum heild einki skipað gera við tað. Og vit harumframt vita, at happing er tann “strongd”, ið fer eina ringast við menniskjanum, so ber sannførandi til at siga: Ja, øgiliga nógvir næmingar eru strongdir í fólkaskúlanum uttan at stórvegis verður gjørt við tað.

Seinastu kanningarnar í Danmark, frá 2012, av arbeiðsumhvørvinum og heilsuni vísa, at 12 % svara, at tey hava verið fyri happing á arbeiðsplássinum seinasta arbeiðsárið. Tað eru 29 %, ið svara, at tey hava verið vitni til happing á arbeiðsplássinum seinasta arbeiðsárið (Arbejdsmiljø og helbred i Danmark, NFA 2012).

Tað er sannlíkt, at talið í Føroyum er væl hægri, tí vit einki gera við tað.

Kanningarnar í skúlum okkara vísa, at talið av børnum, ið verða happaði er væl hægri enn í hinum Norðurlondum, ið hava skipaði átøk ímóti happing. Umleið 2001 varð ein kanning gjørd av happing í Føroyum, hetta var ikki ein vísindaliga valid kanning, men hóast tað, rættiliga álítandi, tá lá happitíttleikin í skúlum okkara millum 25 og 30 % t.e. at hon er lækkað  til 16 % eftir sjey árum, hóast vit stórt sæð einki – skipað - hava gjørt við tað hetta tíðarbil, tað ið hevur verið orsøkin er, at vita hava sett orð á trupulleikan.

Við donsku tølunum sum grundarlagi, eigur talið fyri happing á arbeiðsplássunum í Føroyum at liggja millum 20 og 25 %, og tey, ið hava verið vitni til happing eiga at liggja onkustaðni um 45 %.

Tað er ræðandi, tá ið hugsað verður um,  at happing kann oyðileggja lívið hjá einum menniskja fullkomiliga.

Sínámillum virðing millum starvsfelagar á øllum  støði á arbeiðsplássinum, er eitt av týdningarmiklastu eyðkennunum fyri eina vælevirkandi organisatión. Tí kann happing á arbeiðsplássinum ikki góðtakast.”

        Europeiska rammuavtalan um happing og harðskap á arbeiðsplássinum  2007

Ingen kommentarer:

Send en kommentar