11. marts 2013

Ein tvørsøgn - ella eitt paradoks?


 
Hetta var av sonnum ein tvørsøgn, at Jóhan Dahl nú ætlar at skipa serligan stuðul til kreativar vinnugreinar. Nú er sjálvt orðið tvørsøgn eitt lítið kreativt paradoks. Orðið hevur sín uppruna í griskum: para = móti, við síðuna av + doksa= meining. Hvussu tað er blivið til eina tvøra meining, skulu gudarnir vita, men í øllum førum, so koma nógv viðurskifti uppá tvørs av fagra paradoksinum hjá Jóhan Dahl.

Tað tykist, sum hann, og landstýrið við, halda, at kreativitetur er sum manna, ið fellur til jarðar av himmiríki, ikki tykjast teir at halda, at neyðugt er at stiðja uppundir kreativar og listarligar tilgongdir fyri at stuðla kreativitetinum í at mennast. Sum dømi um fatan landsstýrisins á hesum øki, so kann vísast á skerda mentanarstuðulin, og at ítróttarfólk nú fara at fáa sersømdir fyri frívillugt arbeiði, meðan somu sersømdir ikki verða givnar fyri frívillugt mentanarligt arbeiði.

Men verri er forsømilsið av dagstovnaøki og skúlaskipan okkara. Man tað vera komið Jóhan Dahl og hansara samgongu til hugs, hví Norðurlond eru so frammaliga á kreativa økinum. Soleiðis, at Norðurlond í løtuni eru eitt trend í øllum heiminum? Kundi tað hugsast, at tað hevur nakað við dagstovnaøkið og skúlaskipanina at gera? Skipanir, ið leggja dent á at uppala sjálvstøðugt hugsandi, kreativ menniskju. Hvat  hendir so hjá okkum samstundis?

Tja, ein enskur professari, Anne Bamford, hevur skrivað eina frágreiðing um list í uppvøkstri og skúlagongd í Føroyum.  Har er ikki steinur omaná stein eftir, tá ið hon hevur lýst, hvussu, ið vit fara um handaligu kreativu lærugreinarnar í Føroyum, har eru ógvuliga fáir glottar at hóma.

Harðastur er dómurin yvir tey, ið undirvísa í hesum lærugreinum á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, hesi, ið skulu útbúgva bæði pedagogar og lærarar í hesum lærugreinum.

Samstundis er pedagog og læraraútbúgvingin – tykist mær – við at verða eyðkend av eini fantasileysari akademisering, ið leggur meira dent á form, heldur enn innihald.


Men nú er kreativitetur ikki nakað, ið bert hevur nakað við hendurnar at gera. Kreativiteturin er eisini til staðar í hugans heimi, at hugsa kreativt, og tað er nakað vit kunnu fremja aktivt t.d. at vit uppala sjálvstøðug, kritisk og kreativt hugsandi børn og ung? Gera vit so tað?

Ja, eg veit ikki, skúlin hevur skula spart nú, eg veit ikki hvussu leingi, kreativiteturin hjá børnunum verður tálmaður av trongum læriætlanum, sum føra til fak-fak hugsan, børnini  skulu til royndir í tíð og úrtíð, hetta hevur sum oftast við sær, at meira verður hugsað um at klára royndirnar, heldur enn at kreativu hugsanirnar í undirvísingini eru í miðdeplinum, skúlin verður á hendan hátt pensumstýrdur; meðan tað sjálvstøðuga, kritiska og kreativa verður fyri vanbýti.

Jú, men so mugu vit satsa uppá dagstovnaøkið! Men har tosar mann bara um at lækka skúlaaldurin, so formella undirvísingin – ið ikki hevur bestu umstøður fyri at vera kreativ – tekur enn fyrr við í barnsins lívi. Tey 5 til 7 ára gomlu skulu ”skúlafiserast”, samstundis við at tosað verður um trongar læriætlanir til henda bólk av børnum.

Av sonnum eitt paradoks fyri tað kreativa umhvørvið, ið Jóhan Dahl ætlar, at kreativa framtíðin skal spretta úr – ikki um at tala, at nógv av teimum mest kreativu ungu, í stórum tali, flýggja av landinum undan andaligu armóðini.

Skal alt ikki bara verða glámlýsi, so er alneyðugt at raðfesta barna og ungdómsøkið høgt – dagstovnar og skúlar – sum - í bestu norrønari siðvenju - leggja dent á tað heila barnið.

Dagstovnar og skúlar, ið raðfesta bæði sosialan førleika, intelektuellan førleika og kreativan førleika eins høgt. Samstundis, sum satsað verður uppá eina dygdargóða útbúgving av pedagogum og lærarum, ið leggur dent á eina samhugsan av akademiskum førleikum og praksisførleikum, í teimum fakøkjum útbúgvið verður til – og ikki bara innantómt akdademiskt snakk – eina útbúgvingin, ið leggur dent á relatiónsførleikar, tað er jú tað, ið komandi pedagogarnir og lærarnir hava sum høvuðsamboð í framtíðar virki teirra, samstundis við at intelektuellu førleikarnir verða styrktir og kreativ tilvitska er á øllum økjum.



At trúgva, sum landsstýrið tykist at halda, at hetta bara kemur sum manna av himli - sum skrivað stendur í Aðru Mósebók kap. 16 - er ikki hent síðani ísralittar fóru úr Egyptalandi.

Vit kunnu bara stóla uppá okkara egnu skilagóðu avgerðir; alt annað er at blása torvmold í eyguni á fólki, og lata alt fara í makrel.

Ingen kommentarer:

Send en kommentar