Eitt lítið sindur av virðing fyri øðrum fakbólkum - takk
Eg lesi á
Vágportalinum eina viðmerking til tað kjak, ið er um forskúlar ella ikki. Eg fari at siga beinavegin, at beint nú havi eg lítlan og ongan hug at
luttaka í hesum kjakinum. Eg havi eisini lisið innleggið hjá borgarstjóranum í
Lorvík, og mær tykist at kjakið longu er farið av sporinum. Tað er blivið eitt
kjak um persónar og um at krita banan av. Hatta er so lítið konstruktivt, at
hatta tími eg bart út sagt ikki, sjálvt um eg havi eina meining um tað.
Men tað er
eitt, ið fall mær fyri bróstið, tá ið eg las viðmerkingina hjá tí eina
kjakaranum á Vágaportalinum, tað er tá ið hon refererar til dygdirna í finsku
skúlaskipanini, og hví hon er so dygdargóð:
“Finnar
høvdu upparbeitt eina skipan við føstum mannagongdum fyri at avlevera
skúlating, teir høvdu lektiukaféir til næmingar, ið ikki megnaðu at gera tær
sjálvir, og góvu afturmeldingar viðvíkjandi skúlatingunum.
- útbúgvingin hjá lærarunum var á kandidatstøði
- skúlin megnaði at inkludera næmingar við serligum tørvi
- mann hevði útbúnar undirvísingarassistentar tvs. hjálparfólk at ganga læraranum til handa í tímunum – og her síggi eg avgjørt eina uppgávu hjá námsfrøðingum
- lærarar, ið vóru farnir frá vegna aldur, undirvístu ókeypis
- skúlin fekk stóran uppbakning frá foreldrum
- tilfarið var gjøgnumhugsað og gott
- tey foreldur, ið ikki sjálv megnaðu at hjálpa børnunum, fingu hjálp til tað
- áhugin hjá næmingunum var stórur.
So har eru
nógv ting, ið gera seg galdandi tí viðvíkjandi.”
Allarhelst er hatta ikki ósatt, men tað eru onnur grundleggjandi viðurskifti, ið liggja aftanfyri skúlaverkið í Finnlandi, ein holostisk mannafatan, og ikki ein slíkur fasitlisti, ið her verður presenteraður, sí: Pasi Sahlberg: “Finnish Lessons - What can the world learn from educational change in Finland?
Men tað, ið veruliga fall mær fyri bróstið er hesin setningurin:
“mann hevði útbúnar undirvísingarassistentar tvs. hjálparfólk at ganga læraranum til handa í tímunum – og her síggi eg avgjørt eina uppgávu hjá námsfrøðingum”
Hetta er ein ótrúlig undirmeting av fakligheitini hjá einum øðrum
starvsbólki, ið her verður orðaður, at síggja tey, sum eitt slag av:” hjálparfólk at ganga læraranum til handa í
tímunum”.
Eg havi beint nú fyri Pedagogfelagið gjørt ein pedagogiskan profil/vangamynd
fyri alt pedagogfakliga økið í Føroyum, og tað má eg siga, at ikki havi eg lýst
pedagogfakið, sum eitt hjálparfak til nakað sum helst.
Tað er nakað, ið eitur tvørfakligheit, tað er tá ið tveir ella fleiri
fakbólkar fara inn í eitt samstarv við hvønn annan, grundað á virðingina fyri
fakligheitini hjá hvørjum øðrum, hetta, sum skrivað verður omanfyri, er ein
niðurgerð av einum øðrum fakbólki og ikki upplegg til samstarv.
Nú havi eg verið nógv uppií norrønum samstarvi um lærara og
pedagogútbúgvingarnar, og mær vitandi hevur Finnland eina sjálvstøðuga
pedagogútbúgving, hesi eru ikki hjálparfólk nakra staðni.
Í Finnlandi er tað soleiðis, at ein serstøk skipan er fyri tey 6 til 7 ára
gomlu, áðrenn tey fara í skúla; men hetta er ein partur av dagstovnaøkinum, og
eru tað pedagogar, ið taka sær av yvirgongdini millum stovn og skúla – hóast tað
eisini kann koma fyri, at útbúnir lærarar arbeiða har. Annars er tað eisini eitt
eyðkenni fyri Finnland, at eingi óútbúgvin starvsfólk eru á dagstovnunum,
sjálvt um ikki øll hava eina hægri pedagogiska útbúgving, sum pedagogarnir í Finnlandi.
Tað er púra rætt at læraraassistentar eru í fleiri skúlaskipanum, sum
oftast er hetta tí, at undirvísingin í flokkum við børnum við serligum tørvi
oftani er eitt ógvuliga tungt hoyggj at draga. Men hesir assistentar eru antin
útbúnir til tað , koma frá ymiskum hjálparfólkabólkum ella tey eru fólk, ið enn
ikki eru liðugt útbúgvin innan økið. Í Finnlandi er tað eitt heilt nýtt
starvsheiti.
Ingen kommentarer:
Send en kommentar