Etikkurin
Tá ið vit skulu seta mál fyri arbeiði okkara við børnum, ungum og
menniskjum annars, eru vit noydd til at gera okkum greitt, hvør etisk fatan
ella mannasýni liggur aftanfyri, tí tað treytar okkara mál og máta at handla
uppá. Tað er ikki fyrr enn vit fara at tosa um og seta mál í mun til etikkin, vit
síggja týdningin av honum. Her byrja ósemjurnar og kjakið, her koma etisku
virðini hjá okkum fram. Etisku reglurnar og fatanirnar loysa ikki
trupulleikarnar, men seta ljós á teir.
Etiski parturin og fatanin er partur av okkara handling, hvat vit
velja ella hvat vit ikki velja. Hesi viðurskifti eru eisini viðvirkandi til, at
tað er lætt ikki at leggja tað til merkis, tí tey eru so sjálvsøgd. Hetta
krevur serstaka reflektión og umhugsni.
Mannasýnið
Børnini verða fatað sum handlandi persónar við vitan, dreymum,
hugsanum og meiningum um lívið og framtíðina. Tey skulu takast við upp á ráð,
verða tikin uppí og fáa týðandi royndir við at hava ávirkan á egið lív. Foreldrini
– ella onnur í teirra stað - eru tey týdningarmiklastu vaksnu hjá børnunum,
og hava tí høvuðsábyrgdina av lívi, menning og uppvøkstri teirra.
Etikkur, mannasýn ella virði
Barnið og tann ungi eru unikkir, javnsettir persónar, við rætti til virðing fyri sínum persónliga integriteti.
- Barnið og tann ungi hevur rætt til sjálvræði yvir sínum egna lívi
- Barnið og tann ungi hevur rætt til umsorgan
- Barnið og tann ungi hava virði í sær sjálvum
- Barnið og tann ungi hava rætt til at verða stuðlað í at útrykkja sítt egna perspektiv og egnan tørv, soleiðis, at hesi verða vird í fult mát
- Barnið og tann ungi skulu hava møguleika fyri at menna og útvikla ressursurnar og potentialini í fult mát
- Barnið og tann ungi skulu hava avbjóðingar, ið standa í rímiligt mát við, hvar tey eru í lívinum
- Solidaritetur og meiningsfult pláss til øll
Ingen kommentarer:
Send en kommentar