27. april 2013

Ein tilkomin mannligur “feministur” ógvast




 

Í 1973 kemur út søgubók eftir Christian Høj, Søga Okkara II. Drúgt lív hevur henda bók havt í søguundirvísing okkara. Hon kemur út aftur í 1999 í eini endurskoðari útgávu. Sjálvur haldi eg, at útgávan frá 1999 ikki hevur broytingar av týdningi, einasta er, at hon er meira tjóðskaparliga dæmd, enn tann hjá Høj í 1973. Christian Høj var sambandsmaður. Men tað var ikki tað, eg hevði uppá hjartað, men eitt brot í søgubókini hjá Høj, ið føroysk børn hava havt til upplýsingar og dannilsi í nú meira enn eitt ættarlið. Hetta er á s. 116. kapitlið eitur “Teir bygdu hetta land” og byrjar við:

Øll kenna vit yrkingina hjá H.A. Djurhuus um teir, sum bygdu hetta land”. Og so kemur ein uppremsan av stórmenni í søgu okkara, alt frá Svabo til Ingálv av Reyni, og móti endanum av kapitlinum sigur Christian gudsóttandi: “Og kemur tú, drongur ella genta, at ognast tað ídni, tað arbeiðssemi og tann gudsótta,  fedrarnir áttu, so kemur tann steinurin, stórur ella lítil, sum tú kemur at laða aftrat søgu okkara, ikki at smæða seg burtur.”

 


Altso gentur og dreingir skulu vísa virðing fyri teimum monnum, ið hava bygt landið. At tað eru konur, ið hava borið teir undir belti í nýggju mánaðir, og kanska havt eitt pikkalítið sindur at siga viðvíkjandi uppvøkstri teirra og havt ávirkan á hana, verður ikki nevnt við einum orði. Heldur ikki eru tað nakrar konur, ið hava verið við til at bygt okkara land. Eitt sjálvstøðugt lív tykjast tær ikki at hava havt, men bara sum viðfesti til hesar mennirnar, ið hava bygt land; rokni við, at onkur hevur vaskað undirbuksurnar hjá teimum.Og vanligt arbeiðsfólk, hvørki kvinnur ella menn, hava bygt land sambært hesi søgubók.


 


So vit kenna øll sangin: “Teir bygdu hetta land” Ella gera vit??

Tit, sum í fjøru fóru
at skera tara har
og taraleypin bóru
langt inn um hagagarð.
Tit, sum við haka gingu
um mýru, eyr og sand
og korn at næla fingu,
tit bygdu hetta land.
 


Tit, sum við ár í hendi
so mangan ódnardag
á hesum strondum lendu
við hógv og góðum lag,
tit veiddu fisk av grunni
og slitu hungurband,
fyri hvønn plink, tit funnu,
tit bygdu hetta land.

 
 Tit liva ei í søgum
sum teir, ið brutu garð;
tó móti hæddum høgum
hvør yrkisdagur bar,
tí tykkar strev og stinni
tað sløkti hungursbrand,
og tykkar ríka sinni
tað bygdi hetta land.
 

Tað vóru ikki hjálmar
og ikki lúðraljóð,
tað vóru tykkar sálmar
og tað, í tykkum bjó,
sum gjørdi hesar heiðar
og eyr og hagasand
til gróðrarbúnar teigar.
Tit eiga hetta land. 
      
 

Sum sæst, so er sangurin í veruleikanum um tey, ið ikki liva í søguni: Tit liva ei í søgum. Hetta er um tey og ikki teir. Ikki tykkum at siga, konfólkayrkið er nú heldur ikki serliga sjónligt í yrkingini hjá Hans Andrias, men latið okkum siga, at tað er eitt tíðartekin, yrkingin er frá 1934. Sama kann sigast um Christian Høj, hann er føddur í 1904, og hevur neyvan verið serliga merktur av javnstøðu og feminismu. Í 1979 spyrji eg sjálvur Christian um hatta við sanginum, og hvussu hann brúkar hann, satt at siga, so svarar Høj mær, at tað ikki ger mun, hann skilur ikki pointið hjá mær.

 


 
Eg havi í seinastuni stríðst við ein fyrilestur um Kristin í Geil, sum eg so helt herfyri. Sum so mong onnur, so hevði Kristin, undarligt nokk, eisini eina mammu, ið harafturat er kvinna, Betti í Geil. Henda Betti er dóttir Kristin Holm, ið var sonur Niels Lassen Holm, ið var prestur í Kvívík fyrst í 1800.
 
 

 

Pápi Kristin var Djóni í Geil. Nú er tað so, at ikki hevur verið trupult at finna upplýsningar um mennirnar í ætt hansara, bæði í móður og faðirætt, men kvinnurnar? Jú, summar teirra verða nevndar, sum møður, men nær tær eru føddar og deyðar o.s.fr. nei. Eg veit at eg finni upplýsingar um Betti í Geil, um eg spyrji meg fyri hjá familju, men hví er hon ikki eksisterandi í almennum keldum? Hevur hon ikki havt týdning fyri uppvøksturin hjá Kristin í Geil? Menninar ber teir flestu til at finna í almennum keldum, men kvinnurnar nei, tær eru ikki til. Í flestu keldum eru kvinnurnar eitt slag av viðfesti til mennirnar, um tær í heila tikið verða nevndar.

 


Nú hoyri eg til eitt ættarlið  av monnum, ið havi mínar røtur og eri kálvføddur millum bæði danskar og føroyskar reyðsokkar í Keypmannahavn fyri mongum árum síðani, og eg havi ikki bara gott at bera tí. Men hóast tað, kann eg ikki lata vera við at undrast yvir, hvussu kvinnur eru viðfarnar í søgu og almenni okkara og eru fyri vanbýti.
 

 

Um tað er broytt? Ja, vit hava javnstøðunevndir o.s.fr., men er hugburðurin broyttur? Mangan, tá ið tú hoyrir orðaskiftið á løgtingi, ivast tú. Hvørja virðing, menninir hava fyri kvinnunum í løgtinginum, sóu vit, tá ið eitt mál um forskúlar var uppi at venda, Gunvør Balle hevði sett ein fyrispurning um málið. Menn, bæði úr andstøðu og samgongu, skundaðu sær kropp á kropp úr tingsalinum, meðan málið var til viðgerðar. Eitt mál um børn, ført fram av kvinnum, hevði allarhelst ikki áhuga millum hesar menn, hetta var ikki um tosk á vaðskítabankanum.


Tingsalurin, tá ið fyrispurningurin hjá Gumvør Balle verður svaraður


 

 

 

 

 

 
 

 

 

Ingen kommentarer:

Send en kommentar